Tíðindaskriv frá teimum politisku feløgunum í Sandoyar sýslu

Eftir at Magni Laksáfoss hevur úttalað seg um undirsjóvartunnilin til Sandoynna, er veruligur ótti komin á fólk her suðuri, og tosað verður nógv um, um nú tunnilin kemur ella ikki

At tunnilin kemur, er nokk sikkurt, men eftir hetta úttalilsið hjá Magna, er spurningurn nú, nær kemur hann?

Formenninir í teimum politisku nevndunum hava verið saman á fundi og eru samdir í, at Sandoyggin, ja øll suðurleiðin, hevur ikki ráð at bíða. Allir eru samdir í, at her skuldi standast saman og fara út sum ein maður. Og seta vit sum treyt, at tunnil kemur undir Skopunarfjørð.

Tosað var um, hvat man vil í Føroyum. Jú laga manni, so verður tosað um at miðsavna sum mest, og gera tað lættari hjá vinnulívinum og tí meiniga manninum at koma aftur og fram, men er hettar nú bara gladandi fyri nøkur øki í Føroyum.

Er tað ikki meiningsleyst at bíða við okkum á Sandoynni? Er tað ikki ein treyt fyri samfelagið, at tað næsta á skránni er ein tunnil suður til Sandoynna, so at ein komandi suðurleið kann gerast verðuleiki.

Hvar tunnilin skal fara niður og koma upp eru ymiskar meiningar komnar fram um. Sama er galdandi við fíggingini av tunnlinum. Tað seinasta nýggja er, at Skálafjarðatunnilin skal fíggja Sandoyartunnilin.

Hvat ið er tann besta loysnin, skulu vit ikki gera okkum Harrar yvir. Tað mugu teir, sum kalla seg teir kønu á økinum, finna út av.

Rætt er, at ikki er tað heilt stóra vinnulívið í Sandoynni, men skal tað vinnulív sum er, ja alt lív yvirhøvir, hava lívið lagað og kunna menna seg, so skal tunnil koma til oynna. Sum nú er, eru vit ikki kappingfør við vinnulívið á “fastlandinum”. Vit megna ikki at fylgja við tí stóru framgongd, sum er á øllum økjum.

T. d so skal ein timburmeistari her á oynni, tá hann skal geva eitt tilboð upp á eina uppgávu norðanfjørðs taka bæði ta tíð og kostnaðin tað tekur at sigla um fjørðin, við í tilboðið. Av tí sama er hann, sum oftast, við skerdan lut.

Sama er við okkara flakavirkjum. Tá fiskur skal fáast til oynna, tí ikki eru tað nógv skip, sum landa á Sandi, so má fiskurin fraktast við báti um fjørðin, og er hettar ein meiri kostnaður fyri virkini. Sama ger seg galdandi, tá fiskurin skal av oynni aftur.

Hyggur man eftir tí røring, sum er komin í oynna, bara tí at tosið er komið fram um tunnil, so sæst, at t. d. í Skopun, Skálavík og á Sandi, eru útstykkingar farnar fram. Og longu eru fleiri hús reist og øll hini grundsykkini eru umbiðin. Hettar eru mest fólk, sum hava tilknýti til bygdinar, men eisini er onkur, sum ikki tímir at bíða, til tey fáa játtan til at seta búgv í miðstaðarøkinum.

Vit ivast ikki í, at um tunnil kom, so flutu nógv fólk suður at búgva, tí okkum kunnugt, so er bíðilistin, eftur grundstykki í Havnini rímilga langur.

Tað kann ikki vera so torført at ímynda sær tann positiva íblástur tað hevði verið fyri oynna og longur suðureftur, um tunnilin kom. Spyrji bara vágafólk og tey í norðoyggjum, hvat tey halda um, áðrenn og eftir undirsjóvartunnilin.