Vit hava hitt tann 85 ára gamla Jákup Reinert, vanliga kallaður Jákup á Sundi. Hansara søga er áhugaverd. Lutvíst kann hann greiða okkum frá, hvussu tað var at vaksa upp á Sundi, har tað bert vóru tvey hús. Men Jakku hevur eisini eins og pápin, Gustav, og beiggin, Gimmi, verið ein kendur útróðrarmaður, og er hann framvegis er á floti, tá tað liggur fyri. Men hann hevur so vissuliga eisini verið skipsmaður í sínum ungu døgum, eisini undir krígnum. Tí er hansara frásøgn eitt gott íkast til okkara bygda- og fiskimannasøgu. Norðradalur og Sund eru nógv tengd saman. Tað sama er við Kaldbak. Tá arbeitt verður við slíkum frásøgum verður ofta komið fram á aðrar søgur. Tað er eisini galdandi her. Tí kann sigast, at henda røðin eisini er søgubrot hjá hesum trimum bygdum. Hetta er fyrsti av fimm pørtum.
Fyrst skal eg greiða eitt sindur frá míni ætt í Norðradali. Langabbi mín var Óli Johannesen f. 1830 úr Gortri við Gjógv. Hann vaks upp í Kvívík, men gjørdist seinni húskallur í Kaldbak. Hann giftist 1854 í Kaldbak við Angeliku Inger Margrethe Reinert av Á, f. 1829, í Kaldbak. Óli gjørdist uppsitari á prestagarði í Norðradali og tók seinni við garðinum.
Í hjúnarlagnum vóru fimm børn, sum fingu eftirnavnið Reinert eftir mammuni.
Eitt av børnunum var abbi mín Andrias, f. 1855, sum tók garðin eftir pápan. Systkini hjá honum vóru Inga, Olevina, Kornelius og Charlotta, vanliga nevnd gumma. Omma var Johanna Maria Djurhuus f. 1858 úr Skopun. Omma og abbi giftust í 1884.
Pápi mín var Gustav Reinert. Systkini hjá honum vóru Jens, Óli, Nordina, sum búði í Noreg, Andrea, fór til Danmarkar og doyði nokk so ung, Sanna, og Jana, sum var gift í Skopun.
Pápi flutti fyrst til Havnar, har hann saman við beiggja sínum, Jens, hevði matstovu, har Frelsunarherinum nú er. Mamma mín æt Elsebeth Helena, og hon var av Viðareiði. Tá tey flyta til Havnar vóru tey nýgift og elsti beiggi mín Gimmi var føddur í Havn. Vit vóru seks systkin, tríggir dreingir og tríggjar gentur. Míni systkin eru: Arngrim, kallaður Gimmi, giftur við Agnas Vang úr Kaldbak, Andreas, Hjørdis, gift við Lars Christiansen úr Sumba, Gunhild, kallað Gugga, sum var gift við Kjartan Jacobsen í Kaldbak, og Solveig, sum var gift við Jógvan Samuelsen í Havn. Bert systrarnar liva eftir.
Andreas doyði 13 ára gamal av tuberklum. Hann varð saman við øðrum í húsinum smittaður av einum vitjandi. Andrias gjørdist so ringur, at lívið ikki stóð til at bjarga.
Hvussu Apol navnið kom til Føroya
Matstovuvirksemið gekk ikki so væl. Tørvurin á matstovum var nokk ikki tann sami sum í dag! Matstovan fekk tó eina varandi ávirkan. Hon er orsøkin til, at Apolnavnið er í Føroyum og er hetta ein áhugaverd søga.
Umleið 1918-19 kemur eitt hollendskt skip við eini saltlast á redina í Havn. Nakrir av manningini fara við einum báti í land. Ein av teimum var stýrimaðurin Louis Apol. Men tá teir ætlaði sær at rógva umborð aftur, brast hann á við landsynningi, og tað var ómøguligt at rógva umborð. Hvat var so at gera, uttan at søkja sær lívd, har hon fanst? Louis dugdi eitt sindur av donskum og kundi spyrja seg fyri. Hann varð vístur inni á Reinerts Kafé. Her hitti Louis fastur mína Sannu. Louis fór avstað aftur í fyrsta umfari, og hann lovar at koma aftur. Tí trúi Sanna nú ikki rættiliga! Men ein dag kemur Louis aftur, og tey giftast. Tey fluttu fyrst til Hollands, har Eiko var føddur. Men Sanna treivst ikki í slættlendinum í Hollandi, og tey fluttu aftur til Føroyar. Fyrst búgva tey í Havn. Síðan flyta tey Norðradals. Eiko greiðir frá, hvussu væl honum dámdi at koma til Sund at vitja mammubeiggjan. Hann var nakað javngamal við Gimma og Jakku. Tað var ein stórur munur á Norðradal og Sund, og hesin var at á Sundi slapst á flot, tí tað var kyrrupláss, meðan tað sjáldan var atleggjandi í Norðradali. Teir plagdu at fara út frá við snøri ella at seta sílagørn og tílíkt, sum dámar smádreingjum.
Sanna og Louis fingu tvey børn afturat, og vóru tey Jóhanna og Jákup. Tey fluttu síðan Skopunar, og eftir nøkur ár aftur til Havnar.
Louis var ein fjølbroyttur maður. Fyrstu árini sigldi hann sum stýrimaður úti í heimi, men hevði eisini virksemi av ymiskum slag. Millum annað var hann millummaður, tá Silver Spray kom til Føroya.
Áðrenn FF-blaðið varð niðurlagt, hevði tað eina áhugaverda frásøgn um føroyingar, sum vóru á stórhvalaveiðu í Suðuríshavinim aftaná kríggið. Tá var tað Louis sum var umboðsmaður í Føroyum. Seinni gjørdist hann stjóri á Landshandlinum.
Eftirkomarar hjá Sannu og Louis hava eisini gjørt seg galdandi í Føroyum á ymiskum økjum sum við byggivirksemi og telving.
Fluttu inn á Sund
Hetta var søgan um matstovuna. Annars hittust Óli pápabeiggi og kona hansara Josefina eisini har.
Vit fluttu síðan inn á Sund, har pápi fekk sær høsnagarð. Hann hevði einar 500 hønur, men tað gekk heldur ikki nóg væl. Fólk høvdu sjálvi so nógvar hønur og høvdu ikki tann stóra tørvin at keypa egg. Hetta var eisini í eini tíð, tá stórur vøkstur var í høsnarhaldinum hjá fólki kring landið. Tað var meira enn ein høna uppá hvørt fólk í Føroyum, og eggjaframleiðslan var í 1935 heilar tvær milliónir.
Men vit høvdu so høsnarhald í nøkur fá ár, og eggini vórðu seld til handlar í Havn. Tað, sum hønurnar fingu at eta, var mais og korn, sum mátti keypast. Men afturat hesum fingu tær eisini fisk, og fisk skuldi kúgvin eisini hava. Pápi róði út, so fiskin til kríatúrini máttu vit børn útvega. Men hetta var ikki bert lætt, tí tað var ikki so nógvur fiskur á Sundi. Vit vóru á seiðabergi, og vit fingu nakrar reyðfiskar við hvørt. Vit høvdu eisini nøkur fimmkvarta (tumma) gørn, sum vit settu eftir seiði. Hetta gekk, men vit skuldu fiska nokk so hugaliga, um vit eisini skuldu fáa nakað av fiski at turka til okkum sjálvi. Tað hendi seg, at kollfirðingar komu at kasta nót, og við hvørt fingu teir nakað.
Esmar Fuglø, sum var mammubeiggi mín, hevur greitt frá, at hann sum hálvvaksin plagdi at vera á Sundi og ferðast. Tá plagdi hann at seta línu eftir skrubbum. Hann valdi tær størstu burtur úr, og so fór hann til Havnar at selja, og keyparin var Otto Bech. Esmar fekk so mikið burtur úr, at tað rakk til at keypa hansara fyrstu stivlar, tá hann stutt eftir fór til skips.
Tað var eisini nokk so nógvur smáállur í Kaldbaksfirði. Tað hendi seg eisini, at vit fingu so mikið av stórum álli, at vit kundu fáa eina máltíð.
Abbin gróv sína egnu grøv á Norðadalsskarði
Abbi mín var tann sermerkti Andrias Reinert. Hann var á nógvum økjum frammanfyri sína tíð. Hann dugdi væl at yrkja og skriva, og hann yrkti nógvar tættir, sum eru útgivnir av abbasoninum Eiko Apol. Hann er mest kendur fyri, at hann hevði avgjørt, at hann skuldi verða jarðaður á Norðadalsskarði. Hann hevði grivið sína egnu grøv og hevði eisini steinsett hana. Hetta frættist um landið, og einaferð fekk abbi bræv frá tí kenda DD, sum væl skilti hann. Hann helt, at abbi kundi koma at liggja har, hann var barnvaksin og njóta útsýnið og lurta eftir áartutlinum. Abbi var tó ikki so sentimentalur, og hann helt hetta vera nakað tvætl. Var ein fyrst deyður bar ikki til at lurta eftir nøkrum áartutli!
Her kann verða skoytt uppí, at abbi var gubbi Hans Bærentsen, bóndasonin á Sundi. Hann plagdi at skemta við Hans, at hann skuldi ikki verða kløkkur, tá hann einaferð í framtíðini fór burtur í haga, at hoyra kvøðing úr grøvini hjá honum!
Abbi søkti myndugleikarnar um at fáa grøvina góðkenda.
Hetta var í lagi, men tað vóru so nógvar treytir um víging, stiking og viðlíkahald av grøvini og eina árliga prestavitjan, at hann slepti hesi ætlan. Hann vildi ikki áleggja sínum eftirkomarum hetta stríðið. Tískil er hann grivin í Kaldbak, har innskrivtin á hansara gravsteini er: »Hann vildi á Norðradalsskarði ligið, men hetta forðaði byrokratiið«.
Hann hevði sjálvur yrkt ein sang til jarðarferðina, og hesin varð eisini sungin. Hann doyði í 1939.
Hesin sangur er so sjáldsamur, at hann verður endurgivin her:
Lag: Gak under Jesu Kors at staa
Jeg skal nu bort fra eder gå,
naturens orden er nu så.
Jeg drager bort hjem til min Gud,
som mig har skikket dødens bud.
Min arbejdsdag har været lang,
snart lys og blid, snart mørk og trang.
Men aldrig svigtede mit mod,
ihvad der end så forestod.
For sidste gang I ser mig her,
i verden sker det aldrig mer.
Jeg håber dog at vi engang
skal mødes hist med jubelsang.
Farvel I mine venner kær,
både langt fra båre og som er nær.
Tak for hver stund, vi sammen kom,
Gud unde Jer alle en skæbne from.
Jeg siger verden nu farvel,
til himlen længes nu min sjæl.
Jeg hvile vil blandt mine fjeld,
der altid glæded mig så vel.
Jeg havde fjender, som var gram,
der undte mig al last og skam.
Men de var få og ikke fler,
dem jeg tilgiver en og hver.
Går så afsted i Jesu navn
og før mig til min grav og havn,
hvor jeg skal hvile til dommedag.
I Guds hånd sætter jeg min sag.
Gott at vera barn á Sundi
Vit fluttu inn í eini gomul hús, sum vóru á Sundi. Grundin stendur enn.
Vit vóru nokk so nógv fólk í húsi. Sjálvi vóru vit átta. Arbeiðskona var, og abbi kom viðhvørt, so vit vóru 9-10 fólk í húsi. Húsini vóru lítil, ein lítil stova og køkur í neðra, og vit svóvu øll á loftinum.
Tann fyrsti, sum búði í okkara fyrru húsum á Sundi var Jóannes Bærentsen. Hann var beiggi Enok Bærentsen, sum var pápi einasta føroyska amtmannin Christian Bærentsen. Ein annar beiggi teirra bygdi gamla Danmark á Skálatrøð. Síðan búði ein sum æt Langi Johan úr Havn her. Aftaná tað var vist ein, sum kallaðist Pinku Johan, sum búði í húsinum. Beint undan okkum búði ein sum kallaðist Koltur her. Hann æt Johan og var úr Koltri. Tað var týðiligt, at ein av teimum, sum hevði búð í húsinum, hevði verið skómakari. Vit funnu fitt av sállaleðri í húsinum.
Seinni bygdu vit okkum kortini eini nýggj hús í 1938-39.
Á Sundi var eisini ein gamal bóndagarður, sum verður umrøddur í komandi blað.
Tað mundi vera ein knappur kilometur millum húsini, so okkara hús stóðu rættiliga einsamøll. Telefonstøðin var á bóndagarðinum, so hagar máttu vit fara, tá ringjast skuldi ella ringt varð til okkara. Tá kom onkur av garðinum við telefonboðum.
Vit høvdu kúgv, men hon var ikki í kjallaranum, sum annars var tað vanliga. Vit høvdu hoyggjhús føst í húsini, og her var kúgvin eisini.
Tað var nógv samband við bóndahúsið. Har vóru átta børn, og vit vóru seks børn. Tað var skjótt at renna ímillum, og vit spældu nógv saman.
Higar komu eisini systkinabørn úr Havn at ferðast, og tað verður enn tikið til, hvussu væl teimum dámdu at koma á Sund.
Tað var ótrúliga gott at vera barn á Sundi. Her var vítt um at spæla frá fjøru til fjals, og sum greitt frá var lætt at fara á flot.
Eitt árs skúlagongd
Og so gingu vit ikki í skúla. Eg kendi einki til skúlagang, fyrr enn eg var 11 ár. Tá kom lærarinnan úr Kaldbak eina viku um mánaðin. Eg gekk bert 33 vikur í skúla tilsamans. Hetta hevur svarað til skúlagongd í eitt ár, tá feriur verða trektar frá. Skúlin var í bóndagarðinum, har eitt rúm var ein lítil skúlastova. Her búði lærarinnan eisini, meðan hon var á Sundi.
Hóast hesa lítlu skúlagongd, gekk hampiliga fyrst at fáa skiparaprógv og síðan longdina nøkur ár seinni, men eg mátti tó gera nakað við tað. Gimmi var eitt ár eldri enn eg og fekk tilsvarandi minni skúlagongd, men hjá honum gekk eisini væl.
Lærarin var Mia Vang. Hon var ættað úr Kaldbak, fødd 21. mai 1904. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1926 og var fyrst lærari í Sandavági 1927-31, og hon gjørdist í 1931 lærari í Kaldbak og á Sundi.
Her kom hon at hitta Óla Olsen, seinni Hellu, av Válinum. Hann var beiggi Ullu, bóndakonuna, sum var gift við Jákup Bærentsen. Tá hann doyði, kom Óli at hjálpa henni við mannfólkaarbeiðið á garðinum. Mia og Óli giftust í 1941, men hon doyði sama ár, eftir at hava fingið sítt fyrsta barn, eina gentu, sum kom at eita Mia eftir mammuni. Lítla Mia flutti saman við pápanum aftur til Válini, og hon búsettist seinni í Danmark.
Mia var so lítil, og vit vóru so stórir. So tað bar ikki til hjá henni at seta okkum eftir. Men eg haldi kortini ikki, at vit vóru so óskikkiligir, og vit høvdu kortini virðing fyri henni. Vit týmdu so illa at ganga í skúla. Vit fingu eisini so nógv fyri, sum til dømis at rokna, meðan vit annars høvdu frí. Tað var ikki fyrr enn dagin fyri, at vit skuldu fara í skúla aftur, at vit settu okkum at rokna eitt sindur.
Mia hevur verið ein persónligheit. Hon hevði evni at yrkja, sum vit hava dømi um í hesi frásøgn. Í teimum pappírum, sum liggja eftir henni, er eitt fitt og vakurt vers, sum ljóðar soleiðis:
Stíg stillan inn um kirkjugátt
her tagnar tíðarandi,
alt hvønndagsstrevið verður smátt
nú eg fyri Gudi standi.
Hjálpargrunnin fyri Óarbeiðsførar Fiskimenn
Tað áhugaverda við henni er eisini, at tað var hon, sum var beinleiðis orsøkin til, at Hjálpargurnnurin fyri Óarbeiðsførar Fiskimenn varð stovnaður í 1938, og er hetta ein áhugaverd søga.
Hetta var tíðin, tá tuberklarnir gingu av tí ringa. Nógv av smittuni var umborð á fiskiskipunum. Tá kom reglan um, at menn skuldu kannast fyri tuberklar, áðrenn teir fóru avstað til skips. Tá hendi tað seg javnan, at fiskimenn vórðu steðgaðir í hesi kanning og máttu fara til húsa aftur uttan nakran inntøkumøguleika við teirri trongstøðu, sum hetta mátti føra við sær.
Georg Lindenskov Samuelsen var blaðstjóri á Dimmalætting tá. Hann var kendur fyri sítt sosiala medvit, og hann skrivaði eina oddagrein um hendan spurning.
Tá var tað, at Føroya Lærarafelag tók ítøkiligt stig til at stovna nevnda grunn við einum innskoti uppá kr. 1.000, sum var nógv tá í tíðini. Skjøl í Lærarafelagnum vísa, at tað var Mia, sum var tann, sum á fundi í felagnum kom við tí beinleiðis uppskotinum um hetta.
Síðani komu hini sjóvinnufeløgini uppí við størri upphæddum, og hevur hesin grunnur havt stóran týdning fyri fiskimenn gjøgnum árini. Lærarafelagið hevur framvegis umboðan í nevndini fyri grunnin.
Tá høvi nú er til tess, eigur Mia at vera mint fyri hetta.
Gift í minni enn eitt ár
Tað finst eitt bræv, sum Mia hevur skrivað til systir sína Gullborg tann 21.desember 1940. Hetta bræv er so fitt, at vit fara at endurgeva nakað burtur úr tí. Hon byrjar við at greiða frá, at nú eru hon og Óli innskrivað, og brúðleypið verður aftaná 5.januar. Hon skal giftast í hvítum kjóla, og síðan skrivar hon:
Óli vil so fegin, at eg skal hava hvítan kjóla. Hann hevur fingið sær klæðir seymaði, nú hann var í Englandi (við Emanuel). Hann hevur keypt so mangt, eitt flott radio, og so eitt so stórt og vakurt gólvteppi og til mín ymiskt: sápur, baðisalt og gottarí. Eitt sindur sendi eg tær… Nakað hava vit sent norð til Kvívíkar til tey børnini, og so hevur hann til mín keypt so flottar skinnhandskar. Men ólukkudýrið hansara. Hann hevur keypt einar brúnar, so eg má goyma teir, til eg fái ein brúnan frakka…
Ein kann enn í dag gerast syrgin um, at henda positiva kvinnan er deyð innan eitt ár aftaná, at hon er so spent uppá sítt komandi lív sum gift kona.
Annars var Óli skipari og átti snurruváðbátin Fossá. Hann giftist aftur við Ressu. Hann bygdi hús har norðuri, og tey høvdu handil. Í aðru giftu fekk hann børnini Páll og Bjørg.
Nógv vitjan
Tað var eingin koyrivegur inn á Sund. Men kortini var nokk so fitt av trafikki fram við hjá okkum. Farleiðin úr Norðradali gekk framvið Sund, tá tey úr Norðradali komu tvær ferðir um vikuna við mjólk, sum skuldi sendast víðari við mjólkabátinum. Tað kundi vera Tróndur ella Streymur, sum legði at á Sundi á veg til Havnar. Tað var ein drúgv ferð úr Norðradali inn á Sund, einar tveir tímar hvønn vegin, og mjólkin varð reidd við rossi. Mjólkin var goymd og køld í brunni við rennandi vatni.
Sjálvi høvdu vit tó ikki tørv á at senda mjólk. Vit høvdu eina kúgv, og vit vóru so nógv børn, at vit brúktu alla mjólkina sjálvi. Neytini mjólkaði heldur ikki so nógv tá, áðrenn byrjað var við kraftfóður sum í dag. Eg haldi, at kúgvin mjólkaði einar 10 litur um dagin. Tað sum ráddi um var, at kúgvin mjólkaði leingi, so hon var slept so stutt sum møguligt, áðrenn hon kálvaði aftur.
Somuleiðis lá leiðin um Sund, tá tey í Norðradali skuldu til handils. Tá gingu tey inn á Sund og læntu róðrarbát at rógva yvir til Kaldbak. Ofta høvdu tey eisini ørindi og flutning til Havnar, og tá var gingið allan vegin til Havnar eftir oynni.
Tað vóru eisini onnur sum komu framvið, ið til dømis kollfirðingar.
Serliga minnist eg Jóhannes á Todnesi. Hann var eitt sindur sjáldsamur. Hann var sera belisin og hevði lisið nógvar bøkur. Hann dugdi ikki bert at greiða frá innihaldinum í bókunum. Hann kundi eisini siga á hvørji síðu í bókini, tað stóð, sum hann greiddi frá.
Tað var vanligt, at kollfirðingar gingu til Havnar, og tá komu teir eisini framvið á Sundi, tá teir høvdu onkur ørindi, sum kanska bert vóru at støkka inn á gólvið. Kaldbaksmenn komu eisini ofta til Sund á veg til og úr Havn. Fyri at stytta um hjá teimum, so var tað ofta, at vit fluttu teir yvir um fjørðin. Hetta var bert ein beini, sum einki varð kravt fyri. Men summir teirra góvu okkum tó nøkur oyru. Tað mundi taka umleið eitt korter at rógva hvønn vegin.
Søgan aftanfyri persónarnar á myndini
Ofta er tað soleiðis, at tá ein arbeiðir við eini samrøðu sum hesa við Jakku, koma fram aðrar áhugaverdar søgur, sum kunnu gera frásøgnina meira fullfíggjaða og áhugaverda.
Her skal eisini nevnast, at FF-blaðið í síni tíð hevði eitt sera gott samstarv við Haldane Joensen frá Fornminnissavninum um myndir. Tað eru nógvar manningarmyndir, har nøvn eru sett á vegna hetta samstarv.
Í samband við hesa søgu av Sundi hava vit eisini fingið gamlar fotomyndir frá Haldane. Ein av teimum er við í greinini í dag, og hon er júst frá ein slíkari vitjan á Sundi. Myndateksturin lýsir hvørjir persónarnir eru. Men afturat tí hava vit fingið áhugaverdar upplýsingar frá avvarðandi at hesum myndum, og eru tær frá Tóru Bærentsen, Janus Mohr, og systkinabørnunum Zakarias Wang og Marionnu Debes Dahl. Mia var mostir Marionnu og fastur Zakarias. Umframt eru tvey systkin hjá ommu teirra á myndini, og eru tað Ingeborg og Olaf Mohr.
Ingeborg
Ingeborg hevði eina serliga søgu:
Hon fór til Skotlands á ungum árum, og har lærdi hon seg at tosa enskt. Hon kom væl fyri, var kamargenta hjá eini ríkari konu, sum var sera góð at vera hjá.
Hon fór sjálvboðin upp í herin – tað var helst tann amerikanska - undir 1. veraldarbardaga fyri at hjálpa teimum særdu. Har er tað, at hon møtti tí manni, sum hon giftist við. Hann var amerikanari, og tey fluttu til USA. Hann var ríkur, og eftir at hon varð gift við honum, var tað, at hon kom mest sum á hvørjum ári til Hoyvíkar. Børn fingu tey ongi.
Á eini ferð til Føroya gjørdist maðurin sjúkur. Tað var ein magasjúka, og tey hildu, at hann hevði fingið hana umborð á ferðamannaskipinum, tí honum dámdi so væl at drekka ókókað vatn. Hann kom á sjúkrahúsið her og varð sendur til USA, og har doyði hann. Ingeborg var ung einkja, og hon giftist ikki uppaftur. Hon var væl fyri fíggjarliga, og tí kundi hon koma so ofta til Føroya. Serliga væl dámdi henni at fara út at dyrgja millum Nakkin og Flesina. Hon sigldi altið, tí hon vildi ikki flúgva. Men í 1956 slapp hon ikki undan at fara við flogfari, tí skipið, hon ferðaðist við, Stockholm, rendi á Andreu Doriu 25. juli 1956, túrin eftir, at hon var komin higar. Skaðin var so stórur, at skipið ikki var liðugt umvælt, tá ið hon skuldi heim.
Síðstu ferð hon var í Føroyum var í 1964, og var hon framvegis púra klár og sera stuttlig at vera saman við.
Marianna Debes Dahl hevur í bók síni »Úti á leysum oyggjum« eina stuttliga frásøgn um eina ferð, hon minnist ommusystrina vera komna heim úr Amerika at ferðast. Hetta var jú ein sera forkunnug vitjan við hesi smartu ommusystrini, sum var ein rættilig verðinsdama. Og so ikki um tala alt góðgætið, hon hevði við, sum til dømis tyggigummi, sum tey ikki høvdi sæð fyrr.
Maja
Maja á Reyni er dóttir Malvinu f. Mohr, fødd í Hoyvík 11. august 1851. Malvina giftist við Jens Egholm (1851-1912), sum var skómakari og búði úti á Reyni í Havn. Malvina doyði 21. juli 1923. Móðir hennara, Marin Pólsdóttir av Oyri, var einkja eftir Mourits Mohr, og áttu tey 11 børn, men eitt doyði sum smábarn, áðrenn faðirin doyði í 1857. Mourits var ein teirra, sum var saman við Pløyen minniliga túrin í Hetlandi í 1839. Í áttatiárunum flutti Marin til dótrina í Havn og doyði har 28. august 1907, 90 ára gomul.
Maja var systkinabarn Olaf og Ingeborg Mohr. Hon var eisini systkinabarn Kjartan Mohr, og maður hennara, Hans á Reyni, gjørdist bókhaldari á Tórshavnar Skipasmiðju. Jógvan Dahl, sum er kendur frá Faroe Boys, er ommusonur hennara. Maja er vaksin upp saman við ommu síni, og tí ber tað til, at hon er saman við systkinabørnunum úr Hoyvík inni á Sundi í 1935.
Hans varð valdur inn í Tórshavnar býráð á sjálvstýrislistanum á valinum 21. desember 1912, afturvaldur 22. desember 1916, 29. desember 1920 og 29. desember 1924.
Hann legði sess sín niður tann 23. september 1927, og tá kom Zacharias Heinesen inn fyri hann.
Gullborg
Gullborg er systir Miu, lærarinnuna sum greitt er frá, var fødd í Soylgørðum í Kaldbak tann 15. mai 1916. Foreldur hennara vóru bóndahjúnini Sakaris í Soylgørðum [Zacharias Pauli Vang] og Marin hústrú hansara [Maren Mohr, fødd í Hoyvík]. Tey fingu sjey børn, og var Gullborg ynskt.
Gullborg var ein sonn kaldbakskona. Hon treivst onga aðra staðni enn í heimbygdini, og giftist hon eisini í Kaldbak. Maður hennara var Diss, bóndi Frammi í Stovu við Á.
Gullborg og Diss fingu trý børn, sum øll búgva við Á. Jákup Andrias, uppkallaður eftir faðir Diss, er elstur. Marin, uppkallað eftir móður Gullborg, var miðlingabarnið og gjørdist sjúkrasystir. Bartal, uppkallaður eftir abbabeiggjanum, sum doyði í bestu árum, gjørdist sveinur í smíði og hevur nú festið.
Tíðliga misti Diss heilsuna og doyði alt ov tíðliga. Nøkur ár seinni giftist Gullborg uppaftur við ti ediliga manninum Andrias á Mýruni, og fingu tey eina góða tíð saman, áðrenn hann doyði.
Olaf
Olaf Mohr var føddur í 1895 og doyði í 1969. Hann var yngstur av teimum 10 børnunum – sjey gentum og trimum dreingjum – hjá bóndahjúnum í Hoyvík, Petur Mohr (1842-1920) og Elsebeth Mariu f. Olsen úr Hvalba (1855-1945).
Olaf var tann einasti, sum reisti egið búgv í føðibygdini. Hann giftist við Haraldinu (Dinnu) f. Egholm úr Kvívík. Tey fingu trý børn, men tvey av teimum doyðu av sjúku í ungum aldri. Sonurin, sum livir eftir, er Janus Mohr
Frá tí at royndarstøðin byrjaði virksemi sítt í 1921 og restina av sínum arbeiðslívi, starvaðist Olaf har. Hevði so mikið av bønum hjá bóndanum, Mouritsi, bróðuri sínum, til brúks, at hann kundi hava upp til trý neyt.
Olaf var ávirkaður av háskúlarørsluni, og sjálvur næmingur á Føroya Fólkaháskúla 16 ára gamal. Sangglaður sum hann var, var tann danska háskúlasangbókin honum ein sannur dýrgripur. Upptøkur eru til skjals av nógvum av tí, hann mintist pápa sín hava sungið.
Komandi partur
Í komandi blaði verður greitt meira frá lívinum á Sundi, eins og tað verður ein frásøgn frá bóndagarðinum.