bjóðar vælkomið. Eftir eina stutta røðu heitir hann á okkum øll um at reisa okkum upp, tí nú kemur vælumtókta Kennedy-familjan inn á pallin. Vit reisast úr sessinum og byrja so spakuliga at klappa, meðan tey [...] inn í salinum. Vit heilsa m.a. upp á Roy Barnes, sum tá varð guvernørur í Georgia. Edward Kennedy er eisini at síggja, sum vit fáa tíverri ikki práta við hann - men hann gevur okkum hondina. Ein áhugaverdur [...] og umboða skúlan, tí John F. Kennedy gekk sjálvur á Harvard. Tað varð avgjørt við lutakastið, hvørjir hesir báðir næmingarnir skuldu vera, og fall tað á ein amerikanara úr Kalifornia og ein føroying. Tað
Petur í Móuritsarstovu, sála. Hann segði millum annað, at tað var so lagligt í morgun. Ja, hvat skuldi eg siga? Eg var farin undan doðaveðrinum á Skálafjørðinum og komin í lagligt veður, sum merkir, stilli [...] enn á Skálafjørðinum, men tað gráa var eftir tær, hvønn veg tú so vendi tær. Hetta var á hásumri, so tann grøni – og havblái liturin skuldu vunnið á tí køvandi, gráa andanum, sum tutlaði sítt lag um garðlið [...] eg var úti á Strondum eini smáørindi og fall í prát við ein stranding, Dia Rasmussen, sála, sum eg kendi. Tá ið við vit hittust, segði hann, at tað var so vorðið doðavegur í morgun. Hetta var á fyrsta sinni
Finnur lat so væl at, og hann helt fyri ta einu løtuna, at takið hevði hug at lætta sær á. Ein lítil steðgur varð, har til bar at fáa sær ein kaffi- ella temunn. Øll høvdu á munnu, at slík sangløta skuldi [...] Klaksvíkar at syngja av lívsins kreftum, greiðir Dávur Winther í Klaksvík frá. Kári Sólstein legði lag á og segði, hvør sálmur syngjast skuldi, nær hostast og harkast skuldi, og annars nær kvirra skuldi
Seinni segði hann mær, at hann bara trýsti á S?ið á telefonini, og sessaðist aftur. Rockarin rulaði Hanus hevði longu hitað upp eina løtu við Frændum, og hann megnaði so eisini at draga okkum yvir á lítla pallin [...] vóru samlaðir á einum palli, so dugdu flestu teirra tekstirnar. Og so kundi Karl Martin - hann er jú sannur entertainari - siga teimum frá, at um tey ikki vistu, hvat hann tosaði um, tá hann tosaði um single [...] elementið í festivalinum, og hann bar eisini allan vegin. Eftir at fyrst trøllini, og síðani lokali gospel-bólkurin, Credo, høvdu lagt fyri, mundu Týr koppað øllum Vágsbøi á høvdið við síni framførslu.
tað at minnast eg aftur á, hvussu eg altíð var vælkomin á gátt hjá teimum. Tá ið Jákup við húski var fluttur heimaftur til Føroya at búgva í 1970, var tað so sjálvandi, at hann kom við inn í tað kórarbeiði [...] góða orðinum. Hugbráður, sum hann eisini var, kundi hann hvessa frá sær - tó ongantíð særandi, tí altíð ráddi góðlyndið aftanfyri. Kensluríkur setti Jákup meira enn nakar dám á tær stóru framførsluløturnar [...] skuldi verða okkara seinasta ferð á floti saman. Á konsert hjá Havnarkórið í februar kom Jákup sum áhoyrari eftir seinasta sang upp millum sangararnar, og eg skilti, at hann eins og vildi gera vart við nakað
longur, enn hann sær. Tá mysing er í sjónum, og út er fjarðað langt, hann letur seg úr skónum, nú er at finna mangt. Tað eru tarabrosmur, ja, rognkelsi og krutt. Tað kemur ofta fyri, hann røkkur heldur [...] tráðu, í hesum sæla frið. Hann sigur við sín faðir: - Ei er her nógv at fá. - Nú haldi eg hjá mær er ein seiður komin á. So fegin drongur situr, tá upp hann hevur sift. Hann seiðin hevur fingið og nýggja [...] heldur stutt. At byrgja drongin inni, fer ei at bera til. Ei heldur kann hann sleppa til alt, hann sjálvur vil. Í dag tá segði pápi: - Í kvøld eg sleppi við, og mamma heldur fyri: - So ert tú tá í frið. Í rongini
Spurningur um fígging Hans Eli Dahl, stjóri á sernámsdeplinum, vísti á, at eitt skúlatilboð fyri ung við menningartarni, bert er ein spurningur um fígging. Hann vísti eisini á munin millum tað mekaniska [...] tilboð, sum gjørdi tey betur før fyri at fáa og gera eitt arbeiði, segði hann millum annað í fyrilestri sínum. Hann vísti eisini á sjónarmiðið hjá foreldrunum, sum ynskja at, skipað verður soleiðis fyri [...] løgtingsins, Jógvan á Lakjuni. Sum fleiri av hinum røðarunum, skilti Jógvan ikki, at eitt skúlatilboð fyri ung við menningartarni ikki langt síðani var vorðið veruleiki. Hann vísti eisini á, hvussu týdningarmikið
endaleyst, í støðum ikki sørt ærumeiðandi. Eitt nú bloggar hann, at Heri Mohr letur gor og gall renna oman yvir Skulabókagrunnin, sum hann ongantíð skal hava vitjað! B.K. vil eisini vera við, at Skúlabó [...] við øllum hesum orðavavstri. Á tí almenna stovninum Føroya Skúlabókagrunni starvast ein maður, ið eitur Birgir Kruse. Eg kenni ikki mannin. Eftir øllum at døma hevur hann góðar stundir at blogga endaleyst [...] ari í Menningargrunninum. • Tók ímóti Íleggingargrunninum úr Danmark og umsat hann roknskaparliga í 15 ár. • Á Føroya Gjaldstovu í 36 ár sum bókhaldari, fulltrúi, høvuðsbókhaldari og skrivstovustjóri
dansifelag, Ronnie Nielsen, Georg Eystan á, Robert Mc Birnie, Jákup Thomsen, Beatshots, Sputnik við brøðrunum, Jens & Marner Lisberg, Trio við Jens Johannesen, Hans J Hjelm, Hentzar Hammer, Laðamenn, Fróða [...] spælir um árið. M.a verður spælt til tiltøk sum grækarismessu haldið, í kirkjum á jólum (jólatrø, sum verða tendrað), Flaggdagin, á Jóansøku o.s.fr. Tá ein føroyskur musikkskúli velur at skerja tímar, sum eru [...] skúla og musikkfegsskapir at menna musikalsku gávur næminganna og at leggja grundarlag undir einum ríkum musikklívi á staðnum. Eisini arbeiður musikkskúlin beinleiðis ímóti §16, sum sigur: §16 lærarar
Paturssyni, var hann rætti maðurin at standa á odda fyri tí støðuga stríðið, sum tað var at fáa Norðurlandahúsið bygt. - Hann var ímyndin av einum norðurlendingi. Vøggan stóð í Kirkjubø, hann gekk á framhalds-og [...] at leiða og at samstarva, og tá er lag á manni at vera forkvinna, sigur Karin Kjølbro um fyrstu tíðina sum forkvinna. Áðrenn hana var Petur Turtshaninoff stjóri. Hann var djarvur og fullur av góðum spennandi [...] Norðurlandahúsið lat upp í bestu uppgangstíðum, tá alt bar til, og nógv var ein sjálvfylgja, men tá Norðurlandahúsið fylti 10 ár, fóru Føroyar á húsagang. Og eg haldi, at listafólk mangan hava kent No