Millum 4 og 500 fólk alla staðni frá vóru komin í Christianskirkjuna at syngja saman við Kringvarpinum í kvøld.
Christianskirkjan er tiltikin góð at syngja í, og tú møtti fólki umframt úr Klaksvík sjálvandi, úr allari Eysturoynni, Vestmanna og enntá høvdu hópin av fólki úr Tórshavn leitað sær til Klaksvíkar at syngja av lívsins kreftum, greiðir Dávur Winther í Klaksvík frá.
Kári Sólstein legði lag á og segði, hvør sálmur syngjast skuldi, nær hostast og harkast skuldi, og annars nær kvirra skuldi vera fyri upptøku.
Tað gekk væl at syngja, og heilir 12 sálmar »komu í kassan«. Við urguna sat Jóhanna Johannesen, og Finnur Hansen passaði tøkniknøttarnar. Finnur lat so væl at, og hann helt fyri ta einu løtuna, at takið hevði hug at lætta sær á.
Ein lítil steðgur varð, har til bar at fáa sær ein kaffi- ella temunn.
Øll høvdu á munnu, at slík sangløta skuldi verið oftari.










