Tróndur Enni
----
Hornorkestur kring landið eru ein sera stórur og týðandi partur av okkara mentanarlívi. Hornorkestrið her suðuri er í miðal 12 til 14 ferðir úti og spælir um árið. M.a verður spælt til tiltøk sum grækarismessu haldið, í kirkjum á jólum (jólatrø, sum verða tendrað), Flaggdagin, á Jóansøku o.s.fr.
Tá ein føroyskur musikkskúli velur at skerja tímar, sum eru lívsæðrin til eitt lokalt orkestur, og sker tímarnar so langt niður at tað er vandi fyri, at hetta lokala orkestrið dettur niðurfyri, so arbeiðir musikkskúlin beinleiðis ímóti § 1. í musikkskúlalógini. Sum sigur:
Sambart §1í lógini er endamál musikkskúlans í samarbeiði við heim, skúla og musikkfegsskapir at menna musikalsku gávur næminganna og at leggja grundarlag undir einum ríkum musikklívi á staðnum.
Eisini arbeiður musikkskúlin beinleiðis ímóti §16, sum sigur:
§16 lærarar við musikkskúlarnar skulu hava musikkpedagogiskt prógv frá musikkkonservatorium ella aðra hægri musikkútbúgving.
Seks ár eftir at Hornorkestrið her suðuri var sett á stovn, var Suðuroyar Musikkskúli stovnaður. Nú var møguleiki at læra at spæla øll ljóðføri, floytu, klarinett, obo, fagott, violin, bratch, cello o.s.fr. Man hevði tað filosofi (grundhugsan), at øll skuldu hava loyvi at spæla tað ljóðføri, sum ein hevði hug at spæla. Hetta er jú ein fantastisur tanki, hvør veit, kanska býr verðins besti violinistur í Sumba. Altso man byggir musikkskúlan upp sum um man hevur eitt harmoniorkestur og eitt symphoniorkestur í lokal samfelagnum.
Tað er her musikkskúlin fer av sporinum, tí at vit hava hvørki eitt harmuniorkestur ella symphoniorkestur í lokalsamfelagnum. Og ein kann spyrja seg sjálvan, hví so byggja ein musikkskúla upp eftir nøkrum sum ikki er í lokal samfelagnum.
Suðuroyggin hevur altíð havt eitt sera ríkt tónleikalív og kanska serliga innan tað rytmiska, vit hava havt sera nógv orkestur heilt frá Sumba til Sandvíkar, vit kunnu nevna Sumbiar dansifelag, Ronnie Nielsen, Georg Eystan á, Robert Mc Birnie, Jákup Thomsen, Beatshots, Sputnik við brøðrunum, Jens & Marner Lisberg, Trio við Jens Johannesen, Hans J Hjelm, Hentzar Hammer, Laðamenn, Fróða og Deiggj, Júmenn, Guðrun Sólja Jakobsen, Brandur Enni, hetta einans fyri at nevna nøkur fá nøvn sum eru sprotin úr lokal samfelagnum her suðuri. Frá tí kanska meira klassisku síðuni hava vit eisini Kirkjukórið Ljóm (ljómur) úr Vági og Tvøroyrar Hornorkestur. Hetta eru tveir lokal bólkar, sum øll oyggin er sera stolt av at eiga, bæði ljómur og Hornorkestrið eru mannað við tónlistarfólkið úr allari oynnið.
Tá ið Suðuroyar Musikkskúli velur at skjóta við so spjaddum høglum, at hann í síðsta enda einki treffur og kemur heim uttan fong, kann ein spyrja seg sjálvan um hetta er rætt. Tvøroyrar býrað letur uml. 300,000.00 Kr. Fyri hesar pengar hjá skattaborgaranum haldi eg gott at man kann forlanga, at síggja okkurt aftur í lokal samfelagnum, og at musikkskúlin fylgir § 1. sum sigur, at musikkskúlin skal stimbra og stuðla lokalum tónleikabólkum so sum t.d sangkórum, Hornorkestrum, og øðrum lokalum rytmiskum bólkum.
Mitt í 80,inum var Barnatalið í Vágs skúla uml. 350 og á Tvøroyra skúla beint undir 350. Í dag, 30 ár seinni, er barnatalið í suðuroynni næstan hálverað, 250 børn í Tvøroyrar skúla og beint undir 200 í Vágs skúla og fyri alla Suðuroynna er barnatalið í skúlaaldri minka við 45% . Hetta hevur eisini ein stóran leiklut tá tað kemur til musikkskúlaarbeiði.
Royndirnar seinastu 30 árini vísa, at tað letur seg ikki gera, at fáa eitt harmoniorkestur upp at standa í Suðuroynni. Fleiri royndir hava verið gjørdar á økinum t.d. í 1980inum, 1990-inum, og í 2000 tá ið síðsta royndin hjá Musikkskúlanum var gjørd.
Tvøroyrar Hornorkestur var stovnað av tí orsøk, at man meinti ikki, at tað var grundarlag fyri einum harmoniorkestri í Suðuroynni, grundað á fólkatalið hetta tí at fagkunnleikin mælti frá hesum. Nú skjótt 35 ár seinni, og einum næm-ingatali í Suðuroynni sum er hálvverað, fer musikkskúlin aftur í gongd við at gera eitt harmoniorkestur. Eitt er at musikkskúlin ikki lítur aftur um bak við skynsemi - altso hvat síggja vit í samfelagnum aftaná hesi gott 30 árini sum eru farin. At musikkskúlin nú fyri fjórðu ella fimtu ferð roynir at starta eitt harmoniorkestur, so kann tað ikki verða rætt, at verandi orkestur - nevniliga Tvøroyar Hornorkestur skal svíða fyri hesum.
Tá ið musikkskúlin velur at byrja eitt harmoni orkestur skuldi ein trúð, at man fór at hækka messing tímarnar í oynni, tí nú eru jú tvey orkestur at fylla, altso blásarar til eitt harmoniorkestur og eitt hornorkestur. Men so er ikki. Í staðin velur musikkskúlin at skerja tímarnar til messing undirvísing, so at verandi orkestur kemur at svíða fyri tað.
Tað at musikkskúlin her suðuri arbeiðir ímóti § 1. í Musikkskúlalógini og undirgravar tað lokala framtakið er ikki nakað nýtt. Fyrrverandi og tá ófaglærdi leiðarin Otniel Nygaard kom ferð aftaná ferð og bað um at fáa hornorkestrið gjørt um til eitt harmoniorkestur, nevndin í hornorkestrinum saman við undirritaða, noktaðu, grundað á royndirnar ið eru gjørdar tey seinastu 30 árini og vælvitandi um, at næmingagrundarlagið til hetta ikki var til staðar.
Eg gjørdi leiðsluni í Suðuroyar Musikkskúla greitt, at eg metti, at Musikkskúlin setti sær skeivt mál við at satsa uppá eitt tónleikaøki, sum ikki hevur ein livandi kjans, samstundis sum Musikkskúlin beinleiðis mótarbeiddi lokalum entusiastum og lokalum tónleikalívi. Hetta fall sjálvandi ikki í góða jørð, og hvør veit, kanska var hetta mín endi í Musikkskúlanum í Suðuroynni.
Fyri at vísa á bert eitt av nógvum dømum har Musikkskúlin undirgravar tað lokala átakið, ætli eg mær siga frá Íslandsferðini hjá Tvøroyrar Hornorkestrið á Páskum 2009.
Hornorkestrið fór við Norrønu til Seyðisfjarar tann 6/4 2009 og skuldi vera á Havnini aftur tann 16/4.
Vit vóru tríggir lærarar við á túrinum, Ovi Olsen sum er ein pionerur innan føroyskan Hornblástur, starvsfelagin hjá mær Jens Knudsen og eg sjálvur. Ferðin passaði soleiðis, at vit komu at missa tveir undirvísingar dagar, hetta góvu vit sjálvandi leiðaranum Lars Mensonides munnliga fráboðan um.
Páskaferian hetta árið var ikki nøkur feria, vit høvdu intensivar venjingar seks tímar um dagin, felags venjingar, venjingar í bólkum, o.s.fr. Vit spældu konsertir á Norðurlandinum og á heimferðini við Norrønu. Í orkestrinum vóru 10 musikkskúlanæmingar sum fingu undirvísing eina heila páskaferiu.
Takkarlønin fyri hetta arbeiðið var, at leiðarin fyri Suðuroyar Musikkskúla klagaði okkum til leiðaran fyri Musikkskúlaskipanini Martin Mouritsen, sum er setanarmyndugleiki í mentamálaráðnum. Hetta gjørdi Lars Mensonides nevniliga tí, at hann ikki hevði fingið skrivliga fráboðan um okkara fráveru (bara munnliga).
Eftir klaguna, kallaðu vit musikkskúlaleiðaran her suðuri Lars Mesonides inn til ein fund. Spurningarnir á fundinum vóru: hvat var meiningin við hesi klaguni? hvørjar framtíðarætlanir vóru fyri Musikkskúlan? og so vóru vit áhugaðir í hvussu komandi árið fór at síggja út. Vit báðir Jens Knudsen og undirritaði høvdu eitt fyrimindarligt samstarv um messingtímarnar her í oynni. Jens undirvísti grovmessing-Trummir og eg trompetir-Es Horn. Hetta vildu vit fegnir halda á fram við.
Svarið frá leiðaranum Lars Mensonides til støðuna var: »Alting kommer at fortsette på samme måde«. Hetta vísti seg ikki at passa, tveir mánaðir eftir fundin við Lars Mensonides ringdi eg til Martin Mouritsen, setanarmyndugleika, fyri at vita hvussu var við komandi árið tí eg var í tíðaravmarkaðum starvi. Setanarmyndugleikin svaraði mær at eg var ikki settur aftur og at hetta var ynski frá leiðsluni í Suðuroynni – altso Lars Mensonides og musikkskúlanevndini. Hetta kemur mær ikki av óvart tá eg fyrr havi hoyrt leiðaran úttala seg soleiðis um Hornorkestrið í Suðuroynnið »jeg har ingen interesse i det i holder på med«.
Eg var í tíðaravmarkaðum starvi og var ikki settur aftur í starv sum messinglærari. Av tí at Jens var í føstum starvið var kanska ikki eins lætt at sleppa av við hann, men Jens Knudsen misti trummu undirvísingina. Messingtímarnir í Musikkskúlanum vóru skornir niður í einki, í dag eru 10 tímar, »so kann man siga at vit undirvísa í messing her suðuri«.
Eftir at Jens Knudsen misti trummu undirvísingina, setti man trummulærara í staðin sum aldri áður hevði undirvíst í trummum og kanska heldur ikki spælt trummu fyrr.
Aftaná man valdi ikki at seta messinglæraran aftur sum hevði batchelor útbúgving í messing, valdi man at seta næmingar hjá fyrrverandi leiðara og tá ófaglærda lærara Otniel Nygaard at undirvísa í staðin. »Hetta fyri at nøkta tørvin á Floytuundirvísing« samstundis sum man velur at koyra faglærd fólk heim, og skera tímarnar til messing niður í einki.
Hetta er beinleiðis brot á §16 í musikkskúlalógini sum sigur: lærarar við musikkskúlarnar skulu hava musikkpedagogiskt prógv frá musikkkonservatorium ella aðra hægri musikkútbúgving.
Fakfelagið mótmælti gongdini uttan at nakrar broytingar vóru gjørdar frá leiðsluni.
20 foreldur sendu skriv inn til leiðsluna har tey settu spurnartekin við hví undirritaði ikki var settur aftur, og hví teirra børn ikki fingu undirritaða sum venjara aftur. Tað kom einki svar frá leiðsluni. 16 Musikklærarar mótmæltu viðferðini av málinum.
einki svar. Mín starvsfelagi Jens Knudsen sendi skriv til leiðsluna - har kom heldur einki svar. Eg havi eisini sjálvur mótmælt við einum skrivi til leiðsluna - uttan at fáa nakað svar.
Fyrrverandi leiðarin í Tvøroyrar kvøld og ungdómsskúla Martin Eidisgaard sáli tók soleiðis til um støðuna. (Tróndur hetta er persónsforfylging av ringasta slag) eg má siga at eg byrji at trúgva honum.
Í dag skriva vit 2012 og eru tað nú trý ár liðin síðan fagfelag, foreldur, og starvsfelagar sendu inn klagu um framferðarháttin hjá Suðuroyar Musikkskúla! Ongar broytingar eru gjørdar enn! Nevndin og leiðslan velur framvegis at satsa uppá at hava ófaglærd fólk til at undirvísa í træblástri heldur enn at fáa fólk við hægri útbúgving til at undirvísa í messing, hóast hetta er hart tiltrongt! at skattaborgarans pengar verða sløsaðir vekk á henda hátt, kann ein spyrja seg sjálvan um tað er rætt? Setanarmynduleikin Martin Mouritsen er væl vitandi um støðuna, men tváar sínar hendur, tí hetta er eitt ynski frá leiðsluni í Suðuroyar Musikkskúla.
Nevndin fyri Suðuroyar Musikkskúla er ein nevnd sum er mannað soleiðis at hvør kommuna velur eitt umboð í nevndina - hetta eru ofta fólk sum hava lítlar fyritreytir fyri at úttala seg um, hvussu ein musikkskúli skal virka. Henda nevndin skal so seta ein leiðara, krøvini til leiðara eru eingi! tað vil siga at ein kann gott vera vindeygavaskari uttan nakra útbúgving, ikki tí at tad er nakað galið í tí, at vera vindeygavaskari, so leingi sum hann heldur seg til tað.
Tað hevði verið ynskiligt um vit høvdu ein musikkskúla sum virkaði sum ein snúningsás um allan tónleikin í Suðuroynnið. Ein Musikkskúla sum legði seg eftir tí sum virkar her suðuri og eftir tí sum er her suðuri, Tað var upplagt um man velur at siga, vit undirvísa í: (Her er eitt dømi uppá ein Musikkskúla ið hevði egnað seg til Suðuroynna).
15% Klassiskt & rytmiskt: Sang (Kór)
18% Klassiskt & rytmiskt: Guitar og Bass guitar.
18% Klassiskt & rytmiskt: Klaver, Orgul og Harmoniku
8% Klassiskt & rytmiskt: Trummir (Percussion),
8% Klassiskt & rytmiskt: Saxofon,
18% Klassiskt & rytmiskt: Messingljóðføri (Trompet, Trombone, tuba osf.)
15% Til samanspæl, hetta er mest týðandi parturin av einum Musikkskúla!
Á henda hátt høvdu vit fingið ein musikkskúla sum stuðlaði undir verandi lokalar bólkar so sum sangkórið Ljóm, Hornorkestrið, og aðrar rytmiskar bólkar og kanska haft eitt big band í Musikkskúlanum. Ein Musikkskúla sum passaði til Suðuroynna og teir lokalu bólkarnar, íð eru her í Suðuroynni. Tað gevur snøgt sagt onga meining um ein Sumbingur situr í einum kjallara í Sumba við einari fagott, um hann ikki sleppur at spæla við í einum orkestri.
Aftaná at undirritaði ikki var settur aftur í starv sum musikklærari í Suðuroyar Musikkskúla havi eg nú ferðast til Suðuroynna eina ferð um vikuna í tvey ár, bara fyri at halda lív í okkara lokala hornorkestri, vit hava í dag eitt ungt og gott orkestur hetta eru heilt nógvir av teimum næmingunum sum byrjaðu at spæla hjá Jens Knudsen og undirritaða sjálvum fyri gott fýra árum síðani, og eru hesir næmingar skjótt floygdir og farnir á flog. Tað stutta av tí langa er, at um musikkskúlin ikki spælir við, so gongur tað ikki í longdini, musikkskúlin er okkara smoltstøð og okkara føðiketa.
Eftir lokna skúlagongd í 2003 frá Reykjavik College Of Musik við einum bachelor of arts prógvi sum tónleikalærari, valdi eg at venda heim aftur til Føroya at undirvísa, heim til mín føðistað Tvøroyri og Suðuroynna, sum skaldið sigur: »Tí urtin trívist best har rótin rann«.
Eg vil staðiliga heita á Martin Mouritsen Musikkskúlaleiðara og leiðsluna í Suðuroyar Musikkskúla um at yvirhalda §1 og §16 í Musikkskúlalógini. Skera í gjøgnum og hækka messing tímarnar í suðuroynni so at vit ikki missa hornorkestri í oynnið.
Dettur orkestrið niðurfyri reisist tað neyvan aftur.
Hetta okkum øllum at frama.









