Ein oasa í myrkri

Norðurlandahúsið hevur verið ein savnandi mentanardepil og givið føroyskum listafólki møguleika at ment seg. Ikki minst í tíðum, tá almenna føroyska fíggingin av mentanini hevur verið kørg, sigur Karin Kjølbro, fyrrverandi forkvinna í stýrinum fyri Norðurlandahúsið

Norðurlandahúsið hevur tryggjað okkum listarliga føði, tá føroyskt mentanarlív hevur verið noytt at dúva upp á smáar almennar játtanir. Hetta staðfestir Karin Kjølbro í afturlítandi práti við Sosialin.

- Vit hava sum samfelag havt góðar og ringar tíðir hesu 25 árini. Norðurlandahúsið lat upp í bestu uppgangstíðum, tá alt bar til, og nógv var ein sjálvfylgja, men tá Norðurlandahúsið fylti 10 ár, fóru Føroyar á húsagang. Og eg haldi, at listafólk mangan hava kent Norðurlandahúsið sum eina oasu í myrkri, sigur Karin Kjølbro.

- Hóast eg á ongan hatt vil verja kargar játtanir úr tinginum, so kann Norðurlandahúsið kanska geva listafólkum okkara tað við- og mótspæl teimum tørvar. Ikki minst tá, føroysku politikkararnir hava verið trekir við stuðli.

- Norðurlandahúsið hevur eisini verið okkara gluggi úteftir. Okkara bestu folk eru sloppin út at royna sínar veingir og sín førleika, og Norðurlandahúsið er staðið, har vit hava kent okkum lyft uppfrá, og har vit hava havt mangar stjørnustundir, staðfestir fyrrverandi forkvinnan í ráðnum fyri Norðurlandahúsið.

Karin Kjølbro fegnast serliga um, at Norðurlandahúsið gjørdist húsið hjá øllum føroyingum, ikki bara havnafólki.

- Kanska kunnu vit siga, at Norðurlandahúsið av álvara slóðaði fyri dreyminum um, at mentan er fólkið.


Norðurlendsk flaggskip

Karin Kjølbro var fyrsti føroyska forkvinnan í stýrinum fyri Norðurlandahúsið. Frammanundan hevði hon sitið sum stýrislimur við fyrst Kristian Slotte úr Finnlandi og síðani Bengt Gøranson úr Svøríki sum formanni. Karin Kjølbro sat átta ár í stýrinum.

- Tá eg byrjaði sum forkvinna, var Helga Hjørvar stjóri. Hon var góð við húsið og við føroyska samfelagið. Tað er onki at taka seg aftur í, at hon dugdi væl at leiða og at samstarva, og tá er lag á manni at vera forkvinna, sigur Karin Kjølbro um fyrstu tíðina sum forkvinna. Áðrenn hana var Petur Turtshaninoff stjóri. Hann var djarvur og fullur av góðum spennandi hugskotum. 

Karin Kjølbro leggur eisini áherslu á, at hon lærdi nógv av formonnunum, sum sótu framman undan henni.

- Bæði Kristian Slotte og Bengt Gøranson vóru miklir nordistar. Hin fyrri embætismaður i Ministaráðnum og hin seinni fyrrverandi mentamálaráðharri hja Olof Palme. Báðir vóru teir framúr dugnaligir. So har var bæði nakað at liva upp til og nakað at læra av.

Sambært Karini Kjølbro var Norðurlandahúsið yndisbarnið hjá Norðurlendska Ráharra Ráðnum.

- Av ymisku húsum teirra, var Norðurlandahúsið tann mest hugtakandi bygningurin, og so var húsið so nógv vitjað. Tey nevndu tað onkuntíð flaggskipið og dámdu væl, tá árligu vitjanirnar gjørdist nærum tvær ferðir so nógvar sum fólkatalið i Føroyum.


Føroyskur ígongdsetari

Norðurlandahúsið hevur verið ein mentanarberi við nógvum ørindum. Húsið hevur víst føroyingum mentan úr hinum norðanlondunum, har serliga útnorðurlondini hava havt høga raðfesting, húsið hevur eisini ført føroyska mentan út um landoddarnar, og ikki minst hevur Norðurlandahúsið verið ein karmur um føroyska mentan fyri føroyingum.

- Tað er onki at taka seg aftur í, at Norðurlandahúsið hevur verið ígongdsetari og íblásari fyri so mangt i Føroyum. Øll okkara ungu listafolk eru byrjað har. Her hugsi eg millum annað um dramaverkstaðin hja Hedvig Westerlund, sigur Karin Kjølbro.

- Fyrsta føroyska symfoniin hevur havt frumframførslu í Norðurlandahúsinum, og fyrsti sangleikurin var framførdur har, eins og fyrsta skaldsøgukappingin varð fyriskipað av Norðurlandahúsinum.

- Eg veit heldur ikki, hvussu hevði verið við Føroya Symfoniorkestri, um ikki Norðurlandahúsið hýsti teimum. Føroya Symfoniorkestur hevur  25 ára føðingardag saman vid húsinum.


At síggja inn í framtíðina

Erlendur Patursson var føroyski undangongumaðurin fyri at fáa Norðurlandahúsið sett á stovn í Føroyum. Fyri 35 árum síðani, 10 ár undan at húsið stóð liðugt, legði Erlendur Patursson uppskotið um Norðurlandahús fyri Norðurlandaráðið.

Sambært fyrrverandi forkvinnuni í Norðurlandaráðnum og partakvinnu Erlends Paturssyni, var hann rætti maðurin at standa á odda fyri tí støðuga stríðið, sum tað var at fáa Norðurlandahúsið bygt.

- Hann var ímyndin av einum norðurlendingi. Vøggan stóð í Kirkjubø, hann gekk á framhalds-og miðnámsskúla í Reykjavík, og hann las búskap í Keypmannahavn. Tað var hann, ið kom við hugskotinum um tingmannaráð útnorðurs, sum eisini gjørdist veruleiki, meðan tankar hansara um eina norðurlendska granskingarlund í Føroyum als ikki fekk svar tá, men kanska verður hon til nakað nú. Erlendur Patursson dugdi at síggja inn í framtíðina, staðfestir Karin Kjølbro, sum eisini vil nýta høvi at ynskja Norðurlandahúsinum tillukku.

- Gævi stjóri, starvsfólk og føroysk listafolk støðugt fáa veingir at hugsa tað óhugsandi.