Hetta hevur ikki minst týdning, nú tá vit øll tosa um at fáa gongd á aðrar vinnur og fáa samfelagnum fleiri búskaparbein at standa á. Nettup her er teldutøknin kanska tað mest grundleggjandi, og at vit [...] vit nú fáa øllum næmingum í landinum atgongd til internetið og at kunna samskifta á netinum er av alstórum týdningi. Umframt at hetta uppá longri sikt kann fáa stóran samfelagsligan týdning, so kemur tað [...] stóru íløgurnar fyri at kunna røkka út til øll fólk og hvønn krók í samfelagnum. Hóast útviklingurin á telduøkinum í øðrum londum fyri langari tíð síðani hevur yvirhálað okkum, so er tó ljós fyri framman
Manslandsliðið í flogbólti er rættiliga uppsett upp á at fáa eitt gott úrslit á oyggjaleikunum í ár. Sum vit ofta fyrr hava nevnt, vóru leikirnir á Jersey í 1997 teir fyrstu oyggjaleikirnir yvirhøvur, [...] einki kundi setast á føroyska avrikið - Føroyar vóru betri enn Rhodos hesaferð. Treyðugt so - triðja sett bleiv heilt spennandi. Tað gekk javnt á langt uppeftir. Men tá Føroyar komu upp á 17-14, fingu okkara [...] har tað ikki eydnaðist flogbóltsmonnunum at fáa heiðursmerki (teir endaðu á fimta plássi). Tað ætla teir sær at broyta í ár, og sum partur av hesum ætlanum hevði tað týdning at fáa eitt gott úrslit í
Fuglafirði henda minniliga sunnudagin á heysti í 1979, og eftir dystin var ein øgiligur rómur í bygdini. Kristian minnist væl aftur á, at tað var ein rimmar veitsla á Muntra seinni um kvøldið, og veitslurómur [...] gjørdust føroyameistarar, aftur á vølli. Tá skulu teir leika ein steypadyst ímóti manningini hjá KÍ frá 1979, og so kunnu fuglfirðingar leita sær niðan á vøllin at minnast aftur á gamlar og gyltar dagar, tá [...] eitt sindur av vøllinum. Dysturin var 17 minuttir gamal, tá ið heimaliðið legði seg á odda 1-0. Rómurin var óførur á risastóru mannamúgvuni, og rakettir og annað fýrverk varð skotið upp í luftina. Tó fingu
Fuglafirði henda minniliga sunnudagin á heysti í 1979, og eftir dystin var ein øgiligur rómur í bygdini. Kristian minnist væl aftur á, at tað var ein rimmar veitsla á Muntra seinni um kvøldið, og veitslurómur [...] gjørdust føroyameistarar, aftur á vølli. Tá skulu teir leika ein steypadyst ímóti manningini hjá KÍ frá 1979, og so kunnu fuglfirðingar leita sær niðan á vøllin at minnast aftur á gamlar og gyltar dagar, tá [...] eitt sindur av vøllinum. Dysturin var 17 minuttir gamal, tá ið heimaliðið legði seg á odda 1-0. Rómurin var óførur á risastóru mannamúgvuni, og rakettir og annað fýrverk var skotið upp í luftina. Tó fingu
litføgur og avbjóðandi, á tremur við sunnum ætlanum - og við fullveldisljósinum framman fyri stavn. fyri tað sjeyndað, so er tað ikki nakað nýtt at ?Tjóðveldisflokkurin hevur víst á veikleikar í Heimastýrislógini [...] støðufesti í verðuleikanum, sum hóskar til støðuna í dag, og ikki hildi á at lagt pástandir fyri dagin. Men heldur kanska víst á hvør leið skal gangast í spurninginum millum Føroyar og Danmark, tí tað [...] Formaðurin í Unga Sambandinum, Michael Jensen, hevur eina viðmerking til fullveldiskjakið í dimmalætting, hósdagin 01.07.99, undir heitinum »Ábyrgd - ein dýr kensla «. Greinin er bert ein av teimum vanligu
fyritøkur líta á. Møguleikarnir eru ótrúligir, og tað ber ikki til at lata verða við at hugtakast av tí stóra netinum. Samskiftið er vorðið nógv lættari, og eisini føroyingar menna tænastur á netinum. FYRI B [...] um tað so er í Sandvík ella á Gotlandi, okkara blaðfólk eru stødd, er tað ikki stórt øðrvísi enn at verða í sjálvum blaðhúsinum. NEYÐUGT ER tí framyvir við støðugari tænastu á internetøkinum, og tað kann [...] føroysku brúkararnir framhaldandi fáa eina betri tænastu, og tað kann ongantíð ganga ov skjótt fram á, tí nógv av okkara grannalondum eru so langt frammanfyri okkum, at vit bert kunnu droyma um at fylgja
Á midnátt mikunáttina bar fyri fyrstu ferð til at bíleggja vørur frá einum føroyskum internethandli. Tað er telduhandilin Mega í Havn, sum eigur og rekur handilin á netinum. Handilin er skipaður á tann [...] kann klikkja seg inn á ymiskar vørur, ið hann ella hon hevur áhuga fyri. Fær hesin hug at keypa vøruna, klikkir hann ella hon á hana, og so fer hon í eina grafiska innkeypskurv á heimasíðuni. Tá liðugt [...] internetið, verður næstan ikki neyðugt hjá handlinum at pakka vørurnar út og seta tær á hillarnar. Tær síggjast jú á internetinum. Hetta sparir nógva tíð, sigur Mark Joensen, eigari av Mega. Í Danmark siga
Tveita fólk á dyr Eisini føroyingar kunnu práta saman á egnum máli á internetinum. Faroese_chat er mest vitjaða føroyska chatrúmið, og har er gongd í frá tíðliga á morgni til langt út á náttina ? ja, [...] hevur fingurin á pulsinum er Sokka-Boiler, sum stovnaði chatrúmið seint í 1997. Grundin til, at føroyska chattið varð bjóðað fram á netinum var fyri at geva føroyingum ein møguleika at chatta á sínum egna [...] knýta nýggj vinarbond, men av og á kann eg ivast í, um tað er rætt, at eg má leita inn á internetið fyri at finna nýggj vinfólk. Tað finnast eingin hagtøl yvir brúkarar á føroyska chattinum, men tað eru
kirkjukórið hjá Waagstein á skránni á ólavsøku? Gamlir sangarar minnast, at til ólavsøkuguðstænastuna sungu tey millum annað tey gomlu, føroysku sálmaløgini, sum Waagstein tók upp á fonograf og teknaði upp [...] stjórnaði eisini blandaðum kóri á ólavsøku, bæði í kirkjuni og á Tinghúsvøllinum. Eftir at Havnar Sangfelag datt niðurfyri fyrst í sekstiárunum, røkti Kristiliga Sangkórið kirkjusangin á ólavsøku í eini 20 ár - [...] gav tey út í nótahefti. Tað var á ólavsøku, at kirkjufólkið á fyrsta sinni slapp at syngja ( og eisini hoyra kótið framføra) sálmar sum »Harra Guð títt dýra navn og æra« á føroyskum og við føroyskum løgum
gi okkara. Afturat hesum, so vísir hann á, at sendingin »Føroyar í Dag«, tann 18. mai 1999, var ikki framleidd í Útvarpi Føroya, men á Føroysku tíðindastovuni á Christinasborg. Hetta er løgið, tí vit funnust [...] svara Harhoff aftur. Í aftursvarinum frá Jógvani Jespersen, verður øll ábyrgdin løgd yvir á føroysku tíðindastovuna á Chirstiansborg. Sagt verður, at hendan tíðindastovan eisini gjørdi innslagið í tíðinda [...] hvør ið situr hvar, men hann sum gjørdi samrøðuna við Jóannes Eidesgaard, starvaðist ikki á Tíðindastovuni á Christiansborg, men talan var harafturímóti um Magnus Dam, sum vanliga arbeiðir í Útvarpi Føroya