Í ár eru 20 ár síðani ÍF gjørdist føroyameistari í fótbólti

Í 1979 vann ÍF sítt fyrsta føroyameistaraheitið og tað fyrsta til Eysturoynna. Millum leikararnar tá var Kristian Petersen, sum seinni var liðskipari á føroyska landsliðnum í fyrsta altjóða landsdystinum, sum føroyingar leiktu

Tað var ein minniligur dagur tann 30. september í 1979, tá ið besta mansliðið hjá ÍF vann fyrsta føroyameistaraheitið í 1. deild inn í Eysturoynna. Seinasta leikumfar var, og í Fuglafirði høvdu teir vitjan av B36 úr Havn.


Fýrverkið var ikki lent

Undan dystinum var greitt, at skuldi ÍF gerast føroyameistari, var bara eitt at gera, og tað var at vinna. Vann ÍF sín dyst, so var tað líkamikið, um nærmastu kappingarneytarnir úr TB vunnu sín dyst ímóti NSÍ.

Kristian Petersen, sum var 21 ára gamal, tá ÍF gjørdist meistari, minnist væl henda dystin móti B36. Einki ivamál er um, at tann dysturin hevur áskoðarametið í Fuglafirði, tí fólk vóru allastaðnis, har man kundi hugsast at síggja bert eitt sindur av vøllinum.

Dysturin var 17 minuttir gamal, tá ið heimaliðið legði seg á odda 1-0. Rómurin var óførur á risastóru mannamúgvuni, og rakettir og annað fýrverk var skotið upp í luftina. Tó fingu fuglfirðingar sum váta vøttin, tí fýrverkið var ikki lent, so lá bólturin í netinum aftan fyri Ova Joensen í ÍF-málinum, og so var javnleikur.

Nakað seinni í fyrra hálvleiki, kom heimaliðið aftur á odda, so at hálvleiksstøðan var 2-1 til ÍF eftir ein javnan fyrra hálvleik, har bæði liðini høvdu nógvar málmøguleikar.

Seinni hálvleikur var eins javnur og undirhaldandi sum tann fyrri. Bert tað eina málið kom eftir steðgin, og tað fekk ÍF. Sostatt vunnu fuglfirðingar dystin 3-1, og harvið fingu teir tað fyrsta og higartil einasta føroyameistaraheitið í 1. deild hjá monnum í søgu felagsins.

Hóast ÍF vann við tveimum málum, so hevði dysturin verið ógvuliga javnur, og í bløðunum stóð eftir dystin, at málverjin hjá ÍF, Ove Joensen, hevði staðið ein frálikan dyst, og at hann kanska var munurin.


Ungt lið við nógvum javnaldrum

Kristian Petersen greiðir frá, at tað var eitt ógvuliga ungt lið undir leiðslu av svianum Ronny Gunnarsson, sum vann føroyameistaraheitið í 1979. Seks av leikarunum á tí liðnum vóru eisini við á unglingaliðnum, sum fýra ár frammanundan hevði vunnið tað fyrsta føroyameistaraheitið í fótbólti, ið ÍF vann. Teir seks vóru Meinhard Dalbúð, Jan Nielsen, Sonni Jensen, Ove Joensen, Kaj Eli Poulsen og Kristian Petersen sjálvur. Allir vóru teir um tey 21 árini, tá ið teir vunnu føroyameistaraheitið í 1. deild.

Ein annar á føroyameistaraliðnum í 1979 spælir enn tann dag í dag í 1. deild í Føroyum. Tað er Abraham Hansen, sum var einans 20 ár í 1979. Abraham spældi so seint sum sunnudagin á besta liðnum hjá ÍF, tá ið teir á heimavølli taptu 0-1 ímóti oddaliðnum í 1. deild, KÍ.

Millum hinar leikararnar á FM-liðnum hjá ÍF vóru eisini Hans Elias Joensen, Poul Eldevig, Sam Jacobsen, Herman Midjord og Áku Petersen.

Nógvir av leikarunum á FM-liðnum spæla í dag fótbólt í ávíkavist 4. og 5. deild.


Øll Eysturoyggin var við

Tað vóru ikki bert fuglfirðingar, sum vóru spentir upp á FM-dystin í 1979. Hetta var ein spennandi løta fyri allar eysturoyingar, tí gjørdust fuglfirðingar meistarar, so var tað, sum áðurnevnt, fyrsta føroyameistaraheitið til Eysturoynna nakrantíð, og harvið fekst ein endi á tí ævigu kappingini millum tey trý stóru feløgini tá, KÍ, TB og HB, sum høvdu skiftst um at vinna føroyameistaraheitið seinastu mongu árini.

Tískil møttu eysturoyingar manssterkir í Fuglafirði henda minniliga sunnudagin á heysti í 1979, og eftir dystin var ein øgiligur rómur í bygdini. Kristian minnist væl aftur á, at tað var ein rimmar veitsla á Muntra seinni um kvøldið, og veitslurómur var í Fuglafirði í fleiri dagar.

Tá ÍF vann FM-heitið í 1979, var hetta startskotið til eitt tíðarskeið í føroyskum fótbólti, har Eysturoyggin kom at vera nógv tann mest vinnandi oyggin í landinum. Í áttatiárunum vunnu eysturoyingar fýra meistaraheitir (GÍ og B68 tvey í part), og í nítiárunum hava eysturoyingar higartil vunnið fimm meistaraheitir (GÍ fýra og B68 eitt).


Trupult hjá fuglfirðingum at vinna FM aftur

Sum støðan er nú, so sær tað ikki gott út við møguleikunum hjá fuglfirðingum at gerast føroyameistarar aftur, heldur Kristian Petersen. Spjaðingin í bestu deildini er stór, og tú skalt hava ein breiðan hóp, um tú skalt gera tær vónir um at vinna føroyameistaraheitð, sigur Kristian.

Í løtuni gongur tað betur hjá ÍF, heldur Kristian, men enn er langt eftir, áðrenn man kann gera sær nakrar FM-vónir. Hann sigur eisini, at tað eru tey pengasterku feløgini, ið standa seg stinnast. Tíverri telist ÍF ikki millum hesi feløg.

Í kvøld verður tó ein møguleiki hjá fuglfirðingum og øðrum stevnugestum við at síggja garparnar, sum í 1979 gjørdust føroyameistarar, aftur á vølli. Tá skulu teir leika ein steypadyst ímóti manningini hjá KÍ frá 1979, og so kunnu fuglfirðingar leita sær niðan á vøllin at minnast aftur á gamlar og gyltar dagar, tá ið Ítróttarfelag Fuglafjarðar vann sítt fyrsta og higartil einasta FM-heiti í 1. deild.