FØROYA TELE og Undirvísingar- og Mentamálastýrið hava gjørt eina avtalu, sum ber í sær, at allir skúlanæmingar og lærarar í Føroyum fáa hvør sína teldupostadressu (e-mail) ókeypis. Hetta verður gjørt fyri at menna áhugan og førleikan innan teldutøkni. Avtalan veitir øllum skúlum í landinum møguleika fyri at fáa dygdargott Internetsamband til rímuligar prísir.
TAÐ verður oftani sagt, at vit føroyingar eru so fáir, at vit megna ikki tað stóra. At land okkara er so lítið sammett við onnur lond osfr. Eingin ivi er um, at tað kann hava sínar vansar at vera fá og smá. Men her eru so sanniliga eisini fyrimunir. Og nettup ein av hesum fyrimunum er, at tær nýtist ikki tær heilt stóru íløgurnar fyri at kunna røkka út til øll fólk og hvønn krók í samfelagnum. Hóast útviklingurin á telduøkinum í øðrum londum fyri langari tíð síðani hevur yvirhálað okkum, so er tó ljós fyri framman. Og eitt av hesum ljósum er stigið, sum nú er tikið av m.a. skúla-verkinum og Føroya Tele.
TÚ kanst longu nú ímynda tær týdningin tað kann hava fyri hetta land, tá hvør borgari er kønur teldubrúkari. Hetta hevur ikki minst týdning, nú tá vit øll tosa um at fáa gongd á aðrar vinnur og fáa samfelagnum fleiri búskaparbein at standa á. Nettup her er teldutøknin kanska tað mest grundleggjandi, og at vit nú fáa øllum næmingum í landinum atgongd til internetið og at kunna samskifta á netinum er av alstórum týdningi. Umframt at hetta uppá longri sikt kann fáa stóran samfelagsligan týdning, so kemur tað eisini at vera grundarlag fyri einum stórum frambroti í føroyska skúlaverkinum - og sum kann hava við sær, at vit ikki bert verða á hædd við okkara grannalond, men kanska koma at liggja í fremstu røð um ikki so langa tíð. Nettup her kemur fyrimunurin við at vera fá inn í myndina.
VIT ynskja bæði Undirvísingar- og Mentamálatýrið og Føroya Tele tillukku við hesi avtalu, og vit fegnast næminganna vegna fyri hetta týðandi stigi, sum kann gera Føroyar og føroyingar betri førar fyri at troyta teldutøknina, nú vit fara inn í eina nýggja øld. Eitt gott tiltak, sum er vert at geva gætur. Góða eydnu.









