Flogbóltsmenninir best hugsandi byrjan

Gotland 99: Við einum frálíkum 3-1 sigri á Rhodos fekk føroyska manslandsliðið í flogbólti best hugsandi byrjan upp á oyggjaleikirnar

Manslandsliðið í flogbólti er rættiliga uppsett upp á at fáa eitt gott úrslit á oyggjaleikunum í ár. Sum vit ofta fyrr hava nevnt, vóru leikirnir á Jersey í 1997 teir fyrstu oyggjaleikirnir yvirhøvur, har tað ikki eydnaðist flogbóltsmonnunum at fáa heiðursmerki (teir endaðu á fimta plássi).

Tað ætla teir sær at broyta í ár, og sum partur av hesum ætlanum hevði tað týdning at fáa eitt gott úrslit í fyrsta dystinum, sum var móti griksku oynni Rhodos.

Og eftir eitt heldur skirvisligt avrik í fyrsta setti, sum teir av Rhodos vunnu 25-20, eydnaðist tað føroyska liðnum við einum góðum innsatsi, serliga í triðja setti, at vinna dystin 3-1 og sostatt tryggja sær tvey tey fyrstu stigini í kappingini.

Rhodos vann sum sagt fyrsta settið 25-20, og tað var sjálvandi ikki nøkur góð byrjan fyri føroyingarnar, sum vóru eitt sindur merktir av nervum. Men tað eydnaðist at toga seg upp aftur í øðrum setti, sum varð vunnið 25-19. Bæði tey fyrstu settini vóru merkt av feilum frá báðum pørtum, og eitt nú servurnar hjá føroyingum vóru fleiri ferðir ov langar, og onkuntíð endaðu tær í netinum. Eftir hvat skilst hevði føroyska liðið fingið boð um at satsa eitt sindur við servunum, og hóast fleiri av teimum góvu Rhodos stig, so eydnaðist hesin taktikkurin rættiliga væl, hvat úrslitið eisini ber boð um.

Eftir at annað settið var vunnið, høvdu føroyingarnir sálarligu yvirvágina í dystinum, og triðja sett bleiv í løtum uppvísningur frá føroyska liðnum. Eitt nú tá Sigmund av Teigum eftir góða móttøku og uppspæl endaði eitt føroyskt álop við at kanónsmasha niður í gólvið hjá Rhodos, fekk ein kenslu av, at hetta kundi ikki enda heilt galið. Tann smashurin fekk Føroyar upp á 12-7. Við støðuni 13-7 tók Rhodos time-out, men lítið hjálpti, og føroyska leiðslan øktist heilt upp í 19-11. Settið endaði 25-14 til Føroyar, sum nú førdu 2-1 í settum. Hevði føroyska liðið havt sálarliga yvirvág áðrenn, bleiv hon ikki minni nú, og samstundis tyktust spælararnir hjá Rhodos heldur mótfalnir, hóast lágvaksni hevarin, sum eisini sá út til at vera venjari, royndi at halda moralinum uppi. Teir vóru fleiri ferðir ósamdir í avgerðunum hjá dómarunum, og onkuntíð var tað eisini í lagi, at teir vóru tað, tí eini tvær ferðir sá bólturin út til at vera skeivu megin linjuna, sæð við føroyskum eygum.


Spennandi endabrestur

Men soleiðis er tað bara, og einki kundi setast á føroyska avrikið - Føroyar vóru betri enn Rhodos hesaferð.

Treyðugt so - triðja sett bleiv heilt spennandi. Tað gekk javnt á langt uppeftir. Men tá Føroyar komu upp á 17-14, fingu okkara menn ein fyrimun, sum teir ikki sleptu aftur. Eitt skifti var leiðslan 21-18, Rhodos minkaði eitt sindur til 23-21, og so var rættiligur spenningur í, tí teir av Rhodos hesa løtuna spældu heilt væl. Men føroyingar bakkaðu ikki. Teir vunnu sær matchbólt við 24-21 og fingu so seinasta og avgerandi stigið, so teir vunnu settið 25-21 og dystin 3-1.

Ein frálík byrjan fyri føroyska mansliðið, og við spælinum, sum liðið stundum vísti, fyrst og fremst í triðja settið, er tað ikki heilt av leið at vóna, at menninir fáa betri endastøðu hesaferð enn fyri tveimum árum síðani.


Føroyar-Rhodos 3-1

(20-25, 25-19, 25-14, 25-21)