vit góðtaka, at 5 fólk skulu láta lív árliga á vegunum, og at nógv fleiri fáa mein fyri lívið? Sjálvandi ikki! Arbeiðssetningur hjá RFF Við tí í huga, at tað er okkara unga fólk, ið lutfalsliga verður mest [...] at benda á, at vit nú í so máta kunnu javnmeta okkum við tey lond, vit so fegin vilja sammeta okkum við, t.d. Norðurlond, so kunnu hvørki vit ella tey vera nøgd við støðuna, sum hon nú er. ? Tí kunnu vit [...] vit minnast, nógvar ferðsluvanlukkur, ið serliga rámaðu ungdómin. Tey árini fórust í miðal eini 10 fólk um árið í ferðsluni, og vóru Føroyar tá í hagtølunum javnmett við lond, sum vit annars ikki plaga
tøl soleiðis út 1997: L.S. 209.147 S.S. 21.672 So hevði heilsuverkið verið 25 mió. bíligari í 1997. Skulu vit varðveita Klaksvíkar Sjúkrahús, mugu vit hava meiri pening. Tað er tørvur á 11 til 12 mió. kr [...] tá ið eg brúki hesi tøl. Brúki eg S.S. sum dømi í prosentbýti, so skuldi K.S. havt 50.154 í 1997 sum nú er 38.800 í 1997. Heldur ágangurin fram ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum áður hevur verið við tí f [...] vælvirkandi sjúkrahús skal verða niðurlagt. So vil eg minna landsmyndugleikarnar á, at tað búgva eisini fólk í útoyggjunum. Ikki at gloyma útvarp og sjónvarp, hendir okkurt í heilsuverkinum á miðstaðarøkinum
Nú tykist, sum um fleiri av føroysku politikarunum halda, tað vera eina sterka støðu at vera fornermaðir. Danski forsætismálaráðharrin kemur til føroya á ríkisfund tann 6. januar, og longu nú hava fleiri [...] so er alt hansara virki, ein propagandering uttan sjálvstøðuga støðutakan um rætt og rangt. Vit skulu minnast til, at ráðagerðin, sum SVF hevur greitt okkum frá, varð løgd av Anne Birgitte Lundholt og [...] við Konservativa flokkin. Fornermilsi hansara er bert ein roynd at fokusera á Nyrup og soleiðis fáa fólk at gloyma, at tað vóru Konsevativu ministararnir Schlúter og Lundholt, ið løgdu ráðagerðina tilrættis
av almennari jørð, soleiðis roynast teir sokallaðu álitismenn. At tað er órímiligt, at Føroya fólk skulu gjalda skuldina, sum Fólkaflokkurin hevur lagt á fólkið í Tvøroyrar kommunu. Tað er møguligt, men [...] er alt Føroya fólk, sum hevur hjólini gangandi í Tórshavn. So er tað nakar, sum skal siga takk, so eru tað tit og ikki bygdirnar. Vannstýrið av Tvøroyrar Býráð eigur Fólkaflokkurin, og nú Páll Vang bjóðar [...] irlitið og har fáa váttað røttu tølini, og fáa váttað, nær skuldin veruliga øktist, til tað hon er nú, men helst er tað so, at skrivarin ikki hevur áhuga fyri sannleikanum, tí hann hevur ikki húsrúm í
móttøku fyri viku síðani, alment segði farvæl til heita sessin í oljufelagnum. Men hóast Shell í Føroyum nú hevur fingið nýggjan stjóra, fer tað ikki at hava við sær kollveltandi broytingar í fyritøkuni. ? Shell [...] fyritøka, sum skal førast víðari. Vit fara at halda fast um somu meginreglur, sum vit hava gjørt, og so skulu vit fyrihalda okkum til tær broytingar, sum fara at koma í framtíðini, sigur nýggi stjórin. ? Tað [...] spurningur um at markera seg sjálvan persónliga, men at reka fyritøkuna á skilabesta hátt. Umleið 65 fólk starvast í løtuni hjá P/F Føroya Shell, og tey starvast á bensinstøðunum, í tangabilatænastuni, o
Nú um dagarnar útnevndi Edmund Joensen, løgmaður Arna Poulsen, vinnumálastjórin til formann í Oljuráðleggingarnevndini. Almenna frágreiðingini hjá løgmanni fyri at skifta fyrrverandi formannin í nevndini [...] siga stór ónøgd við avgerðina hjá løgmanni at skifta formannin í Oljuráðleggingarnevndini út. Eitt nú hevur javnaðarflokkurin sett løgmanni fyrispurningar á tingi um hetta sama - og har varð løgmaður harðliga [...] hetta økið er nýtt fyri Vinnumálastýrið. Tað er nýliga, at teir hava fingið nakað við tað at gera. -Nú hevur tú verið við í Oljuráðleggingarnevndini áður! -Eg gjørdist limur í nevndini sum umboð fyri føroyskt
byrðar á Føroya fólk, sum tey hava borið í nýggjaru tíð, er tað er eitt stórt vónbrot at síggja, hvussu Anfinn Kallsberg hevur hundvaðað landskassan hesa seinastu tíðina. ? Og tey, sum skulu taka upp aftur [...] brotið allar tær óskrivaðu lógir, hann so púra avgjørdir setti fyri tí førda fíggjarpolitikkinum. ?Nú fíggjarlógin fyri 1998 kom fyri tingið, setti hann sínum samgongufeløgum 20 november sum avgjørt seinastu [...] alt skal verða avgreitt 1. januar. Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er fusk av eini aðrari verð, tí nú eru bara seks arbeiðsdagar eftir í ár. Hann sigur, at tað líkist ongum, at samgongan oysir øll hesi
nógv broytt tey seinnu árini. Skipini eru keypt ella bygd í eini tíð, hvar tað ikki var so tíðun, at fólk ferðaðist oyggjanna millum, og slettis ikki soleiðis at tey tóku bil við sær. Hetta hevur ført til [...] skuldskrivað okkum, men sjálvandi skal henda skuld rindast aftur einaferð. Samráðingar hesum viðvíkjandi skulu, ífylgi felagslýsing millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri, fara fram í næstum. Afturgjaldstíðin [...] samferðslukervi. Men eisini aðrar vinnugreinar hava brúk fyri einum góðum samferðslukervi, um tær skulu fóta sær. Eitt gott samferðslukervi er fortreytin fyri, at vit kunnu gjalda skuldina niður. Javnvág
sumri. Nú er tað soleiðis, at ein skal verða varin tá gitingar verða grundarlag undir niðurstøðum, tí eru gitingarnar skeivar, so gerast niðurstøðurnar eisini skeivar. Men eingin ivi er um, at nú er vent [...] og lat so rætt vera rætt. Vit eiga at boða frá, at vit eru fólk ið ikki eru til sølu Hetta er einasta gongda leið, um vit sum føroyingar skulu kunna ganga við røttum ryggi og lyftari pannu. Sámal Petur [...] Nú er so eitthvørt fyri framman, sum hann ræðist verri enn okkum og kemur hann tískil til Føroya á ríkisráðsfund 6. januar. Eisini boðar forsætismálaráðharrin frá, at hann ikki ætlar at tað skal verða
hava tagt? Hvussu hava umsóknir teirra verið viðgjørdar? Vit hava nú í sjey-átta ár stríðst við at fáa alt at hanga saman. Úrslitið er, at nú hongur alt, men ikki saman. Tað heilt komiska við umrøðuni er, [...] og umsitingin hevur sett fólk í størv at røkja ognir og uppgávur fyri tað almenna. Tá ið so fíggjarlógin fyri framtíðina er til viðgerðar, fáa stovnarnir at vita, at pening skulu teir ikki vænta sær. Og [...] noktað umsóknum, sum hava noktað skilagóðum, íløgum, ið kanska høvdu ført til skilagóðan framburð, sum nú standa og staðfesta, at alt er niðurslitið, og teir siga seg ikki skilja eitt petti av øllum hesum