Hesin persónur skrivar, sum hann heldur seg hava skil á, tí gongur hann lætt um sannleikan.
Tað vóru ikki sosialdemokratarnir sum skuldarbundu Tvøroyrar Kommunu. Skrivarin kann bert venda sær til grannskoðaravirkið Rasmussen & Weihe ella kommunueftirlitið og har fáa váttað røttu tølini, og fáa váttað, nær skuldin veruliga øktist, til tað hon er nú, men helst er tað so, at skrivarin ikki hevur áhuga fyri sannleikanum, tí hann hevur ikki húsrúm í Fólkaflokkinum.
Tann meiriluti, sum tók við í 1985, tók við einari skuld uppá 74 milliónir, ein stór skuld, men hetta kom av tí, at býráðið hevði tikið lut í vinnuligari útbygging bæði á sjógvi og landi, og hevði stuðlað, ikki eftir politiskum liti ella leisti, men øll vinnulig tiltøl. Vit løgdu í vinnulívsgrunn 2% av skattinum og kundu tí úr hesum grunni gjalda kontant kommununar partapening í Tvøroyrar flakavirki. Vit bygdu tveir trolarar, her stóðu vit saman við bygdafólkinum og fakrørsluni, í dag er skuldin nærri teimum 160 milliónunum og var størri, men er niðurgoldin.
Og vit eiga einki í dag uttan skuldina, tað er borgarligur politikkur, tá hann er bestur.
Sum sagt, vit vóru eigarar av øllum vinnulívinum. Í dag eiga vit bert leivdirnar av førda fólkaflokspolitikkinum undir leiðslu av Páll Vang, sum bjóðaði seg fram sum ráðgevi við einum endamáli sær sjálvum til fyrimunar.
Skipakeypini fyrireikað av honum hava kostað Tvøroyrar kommunu nógvar pengar. Sjálvur er hann blivin størsti ognarmaður av almennari jørð, soleiðis roynast teir sokallaðu álitismenn.
At tað er órímiligt, at Føroya fólk skulu gjalda skuldina, sum Fólkaflokkurin hevur lagt á fólkið í Tvøroyrar kommunu. Tað er møguligt, men tó, tað er ikki meira órímiligt, at okkara skuld verður goldin, sum tað at skuldin sum Fólkaflokkurin legði eftir seg í Tórshavn fyri Hitafelagið sum í 1988 fekk eitt lán úr orkugrunninum uppá 20 milliónir, og úr oljugrunninum veitti landsstýrið eitt lán 24.1.1990 uppá 30 milliónir.
Hvar er ætlanin, og hvar er útbyggingarøkið í Hoyvíkarhaga til 3.000 sethús?
Hetta vóru fólkafloksætlanir, sum hava kostað samfelagnum nógv.
So ikki ber til at kasta við gróti tá ein býr í glashúsi sjálvur.
Hesa fólkafloksrokning hevur alt Føroya fólk goldið - eisini tey sum búgva á Tvøroyri.
Tórshavn hevur tann stóra fyrimun, at har rennur almennur peningur í kassan við tí umsiting sum er har, ein umsiting sum verður goldin av útjaðaraøkinum.
Tórshavn hevur ikki goldið nakað til nakran, heldur tvørturímóti.
Tað er alt Føroya fólk, sum hevur hjólini gangandi í Tórshavn.
So er tað nakar, sum skal siga takk, so eru tað tit og ikki bygdirnar.
Vannstýrið av Tvøroyrar Býráð eigur Fólkaflokkurin, og nú Páll Vang bjóðar seg fram sum stillara hjá Jóannes Ejdesgaard er til tað at siga: Mangt er í neyðini nýtt.
At enda vil eg gera vart við, at Jóannes Ejdesgaard eigur ikki Javnaðarflokkin, líka lítið sum fólkafloksskrivarin í Sosialinum nr. 233 eigur ta samkomu, hann er limur av.
Sverre Midjord