Sum støðan er í dag fíggjarliga er hon sera álvarsom. Vegna sparingar hevur Klaksvíkar Sjúkrahús spart so nógv, at tað fer at hava álvarsamar fylgjur fyri Norðoyggjar. Tað ber ikki til longur at hava eitt sjúkrahús við tí fíggjarliga, sum er tillutað okkum. Men skal eg vera heilt erligur, hugsað verður um býtið av peningi til hesi trý sjúrkahús, so hava teir ikki havt serligt hjartarúm fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Vit kunnu taka t.d. frá 1990 til 1997:
1990 hevði Landssjúkrahúsið 216.972
1990 hevði Suðuroyar Sjúkrahús 23.490
1990 hevði Klaksvíkar Sjúkrahús 40.974
Taka vit 1997:
L.S. 228.000. øking
S.S. 28.000. øking
K.S. 38.800. minking
Um K.S. hevði vaksið við somu ferð sum L.S. ella S.S. hevði játtain sæð soleiðis út: 1997 við øking á L.S. 42.438, við øking S.S. 50.154.
Um hini bæði sjúkrahúsini vuksu við ferðini hjá K.S., so sóu teirra tøl soleiðis út 1997:
L.S. 209.147
S.S. 21.672
So hevði heilsuverkið verið 25 mió. bíligari í 1997.
Skulu vit varðveita Klaksvíkar Sjúkrahús, mugu vit hava meiri pening.
Tað er tørvur á 11 til 12 mió. kr. Her hugsi eg um sjúkrahúsið sum heild, tá ið eg brúki hesi tøl. Brúki eg S.S. sum dømi í prosentbýti, so skuldi K.S. havt 50.154 í 1997 sum nú er 38.800 í 1997.
Heldur ágangurin fram ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum áður hevur verið við tí fíggjarliga, so verður støðan sera álvarsom.
Her kann eg taka eitt dømi sum ambulansutænastuna. Hon er sparkað 20 ár aftur í tíðina. Ambulansurnar, ið eru útslitnar, eru 9 til 14 ára gamlar, og tað eru eingir pengar til nýggjar bilar og einki til viðlíkahald. Tað eru vissar kreftir í miðstaðarøkinum, sum arbeiða við einari reglugerð, sum sigur, at skalt tú koyra ambulansuna, skalt tú hava hesi ymisku skeiðini, sum eita modul 1.2.3. Til hetta hava vit heldur ongar pengar. Kemur henda reglugerð í gildi, so verða ambulansurnar harraleysar um ikki so langa tíð, so støðan er sera álvarsom. Tá ið eg sigi, at støðan er sera álvarsom, meini eg við allar Norðoyggjar sum heild. Bæði fyri trygd og trivna her hjá okkum, og tað er sera óheppið, at eitt so vælvirkandi sjúkrahús skal verða niðurlagt.
So vil eg minna landsmyndugleikarnar á, at tað búgva eisini fólk í útoyggjunum. Ikki at gloyma útvarp og sjónvarp, hendir okkurt í heilsuverkinum á miðstaðarøkinum, tá eru bæði sjónvarp og útvarp á gosi um at sleppa at senda, meðan Klaksvíkar Sjúkrahús verður tagt burtur.
Eg skal minna landsmyndugleikarnar á, at Klaksvíkar Sjúkrahús fyllir 100 ár í 1998. 1898 bleiv sjúkrahúsið bygt, so man kann ikki siga annað enn at teir gomlu hava hugsað um framtíðina og sínar eftirkomarar. Hetta skuldi givið norðoyatingmonnum nakað at hugsað um.
Erik Andreasen
portørur










