? Hjá okkum, sum vóru við til at leggja tyngstu byrðar á Føroya fólk, sum tey hava borið í nýggjaru tíð, er tað er eitt stórt vónbrot at síggja, hvussu Anfinn Kallsberg hevur hundvaðað landskassan hesa seinastu tíðina.
? Og tey, sum skulu taka upp aftur eftir hann, fáa tað ringt.
Jóannes Eidesgaard, formaðurin í størsta andstøðuflokkinum, fýlist harðliga á fíggjarpolitikkin, soleiðis sum hann verður førdur
? Tað er bart út sagt, púra onki skil á. Beint ímóti øllum ráðum frá øðrum politikarum og fíggjarligum ráðgevarum, hevur Anfinn Kallsberg heilt slept endanum og er farin at gjara út, sum var hann í rættiligum jólahýri.
Brýtur óskrivaðar lógir
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað sum er hent seinastu tíðina vísir, at Anfinn Kallsberg fullkomiliga hevur mist tamarhaldið á støðuni.
Hann hevur eisini brotið allar tær óskrivaðu lógir, hann so púra avgjørdir setti fyri tí førda fíggjarpolitikkinum.
?Nú fíggjarlógin fyri 1998 kom fyri tingið, setti hann sínum samgongufeløgum 20 november sum avgjørt seinastu freist fyri at koma við broytingum.
? Í dag skrivað vit 17. desember, og enn er stór ósemja í samgonguni um fíggjarlógina fyri komandi ár.
? Hann var eisini púra avgjørdur um, at allar broytingar, sum skuldu gerast, skuldu verða innanfyri teir fíggjarliga karmar, sum vórðu lagdir. Tvs, at møguligar íløgur skuldu skarvast av onkra aðrastaðni.
? Men kortini er hann farin uppí eina politiska viðgerð um at brúka ein part av yvirskotinum á fíggjarlógini í ár til ymsar íløgur.
? Tað bleiv eisini gjørt stovnum púra greitt, at játtanirnar í ár skuldu haldast.
? Kortini hevur samgongan lagt fyri tingið báði eyka eykafíggjarlóg og eykajáttanarlóg fyri desember.
Politiskt fusk
Afturat fíggjarlógini, eykafíggjarlóg, eykajáttanarlóg, skattalætta til sjómenn, eykaskatting av hjúnum, frættist at fíggjarnevndin og tingið, eisini fáa enn fleiri skattamál at viðgerða. T. d. skal mvg lækkast.
Og alt skal verða avgreitt 1. januar.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er fusk av eini aðrari verð, tí nú eru bara seks arbeiðsdagar eftir í ár.
Hann sigur, at tað líkist ongum, at samgongan oysir øll hesi stórmál omanyvir tingið beint uppundir jól.
? Tað er ein háðan ímóti føroyska skattgjaldaranum, tí hann hevur onga sum helst trygd fyri, at uppskotini fáa so nágreiniliga viðgerð, sum tey hava uppiborið. Og hjá okkum politikarum er tað at sjofla arbeiðið til, tí vit fáa ikki gjørt tað til lítar
? Men hetta minnir ikki sørt um í fjør, tá eitt stórmál, sum bruttoskattaskipanin, varð løgd fyri tingið so seint, at fíggjarnevndin fekk ein hálvan tíma, ella okkurt sovorði, at viðgerða málið í.
? Men hetta er kanska við vilja. Tað er kanska eitt endamál við ikki at geva andstøðuni møguleika at arbeiða, leggur hann afturat.
Anfinn í jólahýri
Jóannes Eidesgaard harmast eisini um støðuna hjá landskassanum.
? Landskassin eigur ongan góðan. Við einum fíggjarmálamálaráðharra í ordiligum jólahýri, verður støðan heilt hættislig.
Jóannes Eidesgaard sigur, at Anfinn Kallsberg gjarar so gávumildur út, at hann er stórliga bangin fyri, at vit stýra beint ímóti eini nýggjari kreppu.
? Annfinn Kallsberg førir ein fíggjarpolitikk, sum um hansara síðsta tíð er komin. ? Avleiðingarnar hugsar hann slett ikki um. Tað mugu tey um, sum koma aftaná.
? Men tað, sum Anfinn Kallsberg, og samgongan, gjara út av, er ein inntøka, sum landskassin einans hevur fingið av tí, at tað av tilvild hevur gingið sera væl í ár, og at inntøkan av tí sama er blivin nógv størri, enn roknað varð við.
Jóannes Eidesgaard sigur, at seinasta uppgerðin vísir, at inntøkurnar hjá landskassanum verða góðar 176 miljónir hægri, enn roknað varð.
? Men tað er rætt at leggja dent á, at ikki ein tann einasta krónan av hesi meirnýtslu er eitt úrslit av eini politiskari stýring.
? Meirinntøkan er komin í landskassan av orsøkum, vit púra onga ávirkan hava á.
? Inntøkurnar stava frá, at renturnar eru 27 miljónir lægri, enn roknað varð við, vanligi landsskatturin er 11 miljónir hægri, enn roknað varð við, felagsskatturin er 38 miljónir hægri, punktgjøldini eru 10 miljónir hægri, skrásetingargjøldini er 16 miljónir og útlutingin frá fíggingargrunninum er 68 miljónir hægri.
? Tað vil siga, at tað er so skjótt, at tað kann ganga hinvegin aftur, og tá standa vit flott.
? Og hetta merkir aftur, at tað er væl fryktandi fyri at politikarar seinni verða noyddir at taka teir lættar innaftur, sum nú verða givnir.
Jóannes Eidesgaard mælir heldur til at vísa varsemi og ikki at geva lættar, uttan teir eru varandi.
? Men Anfinn Kallsverg ræðist at taka pengar inn. ? At verða politikari merkir eisini, at tú mást tora at taka pengar inn, táið tað er neyðugt fyri at varðveita tænastustøðið í vælferðarsamfelagnum.
Jóannes Eidesgaard nevnir sum dømi, at eitt komandi landsstýri sleppur ikki undan at gera eina avtalu um, hvussu uttanlandsskuldin skal betalast aftur.
? Men hann hevur ikki á nakran hátt lagt fíggjarpolitikkin til rættis eftir tí. ? Hann hevur ikki so frægt sum skapt rúm fyri, at komandi samgongur skulu hava einar 200- 300 miljónir um árið til avdráttir.
? Tvs, at so skal fíggjarlógin aftur skerast tey komandi árini, og skattalættin takast innaftur.
Beint ímóti øllum ráðum
Jóannes Eidesgaard sigur, at førdi fíggjarpolitikkurin seinastu tíðina vísir, at vit hava púra onki lært av áttatiárunum.
?Vit bera okkum enn líka ábyrgdarleyst og eg eri stórliga bangin fyri, at hava beina kós ímóti eini nýggjari kreppu.
? Vanlig semja er um, at fiskiskapurin fer ikki at halda, og tá verður aftur neyðugt at tátta í.
? Men beint ímóti øllum ráðum frá búskaparfrøðingum, verður kortini gjarað út við skattalætta til høgru og vinstru nú.
? Eitt er skattalættin til sjómenn. Men eitt annað er, at Anfinn Kallsberg hevur eisini luftað tankan um aðrar skattabólkar.
Og seinasta nýggja er, at ætlanin er at lækka mvg á summum vørum og tænastum.
M.a. er ætlanin at taka mvg av bilaumvælingum og at frisørar kunnu fáa mvg aftur av bilum, teir keypa.
? Hetta er eitt álvarslig stig at taka, og eg skal ikki vera so óreinur at gita, at hetta var prísurin fyri fáa bilaseljaran Finnboga Arge at stuðla samgonguni aftur.
Jóannes Eidesgaard sigur, at eisini hetta er ein skattalækking.
? Men kanska upapftur er tað, at við hesum setir Anfinn Kallsberg av álvara eitt prinsipp, sum hevur verið galdandi, og sum fyrrverandi floksfelagi hansara, Jógvan Sundstein, stríddist fyri art varðveita
? Tað er prinsippið um at hava sama mvg á øllum vørum og tænastum.
Og Nettupp tað legði Jógvan Sundstein sera stóran dent á, tá ið mvg kom og stórt trýst var á hann um at bøkur skuldu verða mvg fríar.
Jóannes Eidesgaard sigur, at verður fyrst farið undir at hava ymiskt mvg á ymsum vørum, kann tað enda í einum vavstri, sum ongin finnur burturúraftur í.
Eisini hesum hava búskaparfrøðingur ávarað ímóti, tí tað ger umsitingina dýrari og nógv fløktari, fyri ikki at siga ómøguliga.
? Eg veit heldur ikki, hvussu Anfinn Kallsberg ætlar at forsvara, at bilaumvælingar skulu vera mvg fríar, og at frisørar fáa mvg fríar bilar, samstundis, sum fult mvg er á mjólk, heilivági og øðrum neyðsynjarvørum, sigur Jóannes Eidesgaard.