Skip vóru niðurslitin, sjúkrahús vóru niðurslitin, ellisheim vóru niðurslitin, skúlar vóru niðurslitnir, vegir vóru niðurslitnir osfr.
Áhugaverd umrøða! Hvør skal siga, hvat billa tey øll sær inn, at hava slitið alt mítt samfelag niður, uttan at hava biðið meg um loyvi?!
Men hetta var eitt stak vánaligt hoyrispæl! Tí, sum lurtari kanst tú spyrja teg sjálvan: Hvat er tað tey standa og siga? Hvat er slitið niður? Hví er tað slitið niður? Hvør hevur slitið tað niður? Nær? Og hvussu??
Hugsa vit um tað almenna Føroyar, hevur landið so ikki alla tíðina havt sínar ráðgevarar, leiðarar og stjórar, sum hava stjórnað tí, sum stjórnast skuldi. Hava hesir persónar ikki boðað frá um tað, sum var slitið niður, og hvat, av teirri orsøk, mátti skiftast út ella mátti umvælast? Er tað satt, at allir hesir ráðgevarar, leiðarar og stjórar hava tagt?
Hvussu hava umsóknir teirra verið viðgjørdar?
Vit hava nú í sjey-átta ár stríðst við at fáa alt at hanga saman. Úrslitið er, at nú hongur alt, men ikki saman.
Tað heilt komiska við umrøðuni er, at tað stórt sæð, eru teir somu politikararnir, sum hava sitið og noktað umsóknum, sum hava noktað skilagóðum, íløgum, ið kanska høvdu ført til skilagóðan framburð, sum nú standa og staðfesta, at alt er niðurslitið, og teir siga seg ikki skilja eitt petti av øllum hesum. Politikararnir hava hesi árini samtykt lógir á so mongum økjum kunngerðir eru settar í verk, og umsitingin hevur sett fólk í størv at røkja ognir og uppgávur fyri tað almenna. Tá ið so fíggjarlógin fyri framtíðina er til viðgerðar, fáa stovnarnir at vita, at pening skulu teir ikki vænta sær. Og als ikki so nógvar, sum teir hava fyri neyðini. - So um politikararnir einki skilja av øllum hesum, so er hetta besta dømið um, at teir ikki eru egnaðir til uppgávuna, og tí skulu vit skunda okkum at takka teimum fyri tað, teir hava gjørt - og sleppa teimum undan hesari ábyrgd, skjótast gjørligt. Og so sleppa vit eisini undan aftur at síggja teir standa sum kánus. Tað kann kennast eitt sindur pínligt viðhvørt.
Úti á stovnunum sita fólk í ramasta álvara og, eftir skornum leisti, gera tey eitt uppskot fyri og annað eftir um, hvussu tey, á besta hátt, halda seg klára at sigla ímillum skerini, við tí, sum er og kanska einum sindri aftrat, og kortini at varðveita skinnið á nøsini. Men uppskotini koma ikki vegin fram. Tú hoyrir einki aftur. Ikki eitt kis. Tey verða ikki viðgjørd í fíggjarlógaruppskotinum, sum fer niðan í Løgtingið, og sum nú verður prentað og kann keypast í bókabúðini fyri kr. 50,- Tískil er vandi fyri, at hvørki løgtingsmenn, fíggjarnevnd ella almenningurin nakrantíð fáa at vita, hvussu veruliga er statt við teimum almennu uppgávunum. - Ikki fyrr enn øll hava brúkt alt upp ella eru um at gera tað, tá fara klokkurnar at ringja - og øll upp at garta við uppsagnarhóttanum, niðurbundnum tænastum og afturlatnum, almennum bygningum.
Alt verður ótrygt og trilvandi og tá haraftrat trivnaðurin, sum øll tosa um, er fokin, tá kunnu teir so seta eftirlit í verk av ymiskum slag og kanna og endavenda, at forða og fyribyrgja, men tá gloyma teir aftur, at hetta eisini kostar pening. Og so standa teir aftur sum kánus.
Í umrøðuni á tingi henda dagin, saknaði eg veruliga eitt fyribrigdi, tað var tað, sum summi nú á døgum kalla sjálvkritikk. Hetta fyribrigdi er eftir øllum at døma ikki til staðar í Løgtinginum. Og man tað ikki vera hetta, sum er í vegin við føroyskum politikki í dag? Har er snøgt sagt eingin sjálvkritikkur.
Skulu vit koma burtur úr hesum ruðuleikanum, mugu vit gera okkum greitt, hvat tað er, vit vilja, - og hetta mugu vit hava lógarfest. Vit mugu seta roknistykki soleiðis upp, at vit síggja, at vit hava so og so nógvan pening, og fyri henda pening klára vit so og so nógv. Punktum. Alt annað er tvætl, vánaligur sjónleikur og politiskt valagn. Møsn.
Tí kanska hava vit ikki ráð til øll hesi ellisheimini, sjúkrahúsini, sjónleikarhúsini, skúlarnar, bókasøvnini, skipini, havnirnar, vegirnar, tunlarnar, grunnarnar, starvsfólkini, ja, til alla hesa umsitingina, men so mugu politikararnir, fyrstir av øllum, viðurkenna tað, - og seta lógirnar úr gildi, og so kunnu vit annars gekka okkum fram á leið.
Men álvaratos, so haldi eg, at tað, sum eftir øllum at døma er mest niðurslitið, er okkara politiska manning. Tí tað kann ikki forsvarast, at teir ein dag samtykkja lógir, sum teir vita kosta pening, og dagin eftir samtykkja teir lógir, um ikki at veita pening til tær lógir, teir samtyku í gjár. Í veruleikanum er tað hetta, ið fer fram.
Ella sagt við øðrum orðum. Stutt og greitt: Niðurstøðan er niðurslitin.
Martin Næs










