politikk, so rokni eg við, at mannagongdin verður tann, at málið verður sent út til limafeløgini í FSF, sum so kunnu gera viðmerkingar til uppskotið, sum so verður viðgjørt aftur og fram til ein endalig orðing [...] trupulleikar við rúsdrekka, og um teir mettu rúsdrekka vera ein trupulleika millum teir eldru spælararnar, sum tey yngru síggja upp til: ? Í tí stóra og heila varð svarað, at hetta er ikki nakar trupulleiki [...] um ungdómsfótbólt. ? Nevndin í FSF hevur ikki viðgjørt spurningin um ein politikk, hvat hesum viðvíkur, men eg rokni við, at spurningurin nú fer at verða tikin til viðgerðar. Vit tóku hetta málið upp á fundinum
eisini nú eg ikki búgvi í Hósvík longur, at eg kom næstan ongantíð til Hósvíkar uttan at hava verið inni hjá ommu og abba. Omma royndi altíð at vera ein stuðul hjá okkum ommubørnunum og tá ið eg og Kitty [...] kakao á borðinum. Eg minnist so týðuliga, at omma og abbi royndi at læra meg klokkuna og tað eydnaðist. Men omma royndi eisini atl æra meg at binda og brodera, men tað hevði eg ikki tol til. Tá ið barnaskúlin [...] barnaskúlin var liðugur og farið var til Oyrarbakka var eg glað, tí at nú slapp eg at húsast einsamøll hjá okkum, men hóast alt, so fór eg hvønn dag, tá ið komið var aftur úr skúlanum, inn at fáa mær døgurða
og 25 % og gevur til dømis avsláttur til lutir til skúlabrúks, matstovur, klæðir, fløgur og EDV útgerð. Blái Krossur arbeiðir alla tíðina við at fáa fleiri handlar at geva avsláttur til tey, ið hava sa [...] Rúsfrí avtala? er ikki heilt kostnaðarleyst at reka. Kostnaðurin fyri 1999 er settur til 260.000 kr. , fyri 2000 er hann settur til 210.000 kr. og fyri 2001 er kostnaðurin settur til 200.000 kr. Tískil [...] Umboð fyri Bláa Kross ferðast út til allar skúlarnar í Føroyum og bjóðar næmingunum at skriva undir eina avtalu, har tey lova at vera rúsfrí í eitt ár. Og hóast tiltakið ikki alment varð sett í verk fyrr enn
gjørdi eg heldur ikki, men eg havi lært hann at kenna tann tunga vegin. Eingin sleppast uppá fjall Hagtalsfrøðiliga roknar Tóra Tóroddsdóttir við, at um 500 børn í føroyska fólkaskúlanum frá yngstu til elstu [...] skúlanum, eiga ikki at verða slept uppá fjall, tí eisini teimum ber til at hjálpa, og eg havi havt unglingar undir hond, sum veruliga hava tikið seg fram. Eigur føroyska samfelagið orku og førleika til at taka [...] hesum børnum? - Nei, tað eiga vit ikki sum er. Hetta er eitt serøki og uttan mun til, hvørja grundútbúgving tú hevur, kanst tú ikki bjóða teg fram at viðgera børnini. Tað krevst nærri vitan og kunnleiki
foreldrunum ofta var at líkna sum lívshættisligt fyri børnini, tí eingi ansingarpláss eru. Eg havi eini boð til Finn Helmsdal, og øll hini í samgonguni! Farið til verka, og loysið tann stóra trupulleikan, sum [...] teimum ætlanum sum vórðu lagdar. Tað er komið týðuliga til sjóndar, tí landsins partur skal ikki hækka aftur, og landið skal helst ikki gjalda meir til barnaansingina, enn gjørt verður í dag. Tað hevur so [...] fingið barnaansingartrupulleikarnar loystar, ikki bert í høvuðsstaðnum, men um alt landið. Eg eri samdur við tær í, at tað er stór skomm fyri samfelagið, sum børnini verða viðfarin, og at vit sum politikkarar
um 20-24 børn. Verður skúlastova nýtt til hetta, er hon ikki roknað til frítt spæl, men heldur til sitandi arbeiði. Og eitt fólk til 24 børn gevur sjálvsagt ikki so fjølbroyttar møguleikar. Hvørja útbúgving [...] flokki. Út frá hesum royndunum skrivi eg greinina. Nýggja fólkaskúlalógin leggur upp til, at skúlar kunnu hava forskúlar. Eg má spyrja: Hvat er endamálið? ? At børnini læra meir? Kanningar eru gjørdar av [...] fóru heim til mammur ella ommur. Nú er helst ætlanin, at hesi børnini fara í frítíðarskúla, ið er ein nýggj ansingarskipan fyri børnini í 1. og 2. flokki. Hetta merkir so, at minni pláss verður til børn í
har vit sóu sjón fyri søgn. Foreldur lata børnini sita í bilinum, meðan tey eru til arbeiðis!!!! ? Álvaratos, samfelagið kann ikki vera bekent at virða børnini so lítið, at tey skulu sita í einum bili, [...] landsstýrið játtaði pening til at byggja tað nýggja býlingshúsið fyri, men ikki til raksturin. Tað er burturvið, tí almenni parturin er hóast alt 35 prosent. Ringasti tørvurin ? Eg veit, at Helena Dam á Neystabø [...] leggjast til kommunurnar at umsita. Men nær tað verður, er ikki greitt, og so leingi sum verandi skipan er, sum hon er, so hevur landið skyldu at vera við til at loysa trupulleikan. ? Tað ber heldur ikki til
fáa pláss til barnið. Vit kunnu venda tað við og siga, at hevur tú einki pláss til barnið kanst tú ikki søkja arbeiði. Eg kann ikki taka dagar ímillum um, hvørji skulu á stovn ella ikki. Eg havi upptø [...] arbeiðsorkuni fer til at tosa við foreldur, ið hava børn á bíðilista. Eg fái ikki altíð hjálpt teimum og plagi at siga, at eg eri eingin gandakallur. Viðhvørt havi eg verið ov fitt og sagt, at eg kanska kann [...] innlit í, fara ikki tvørtur við borðinum uttan at tær rína við hana. - Tað er ikki hvønn dag, tá ið eg komi heim úr arbeiði, at eg kann siga, at nú eri eg liðug at arbeiða. Mangan liggi eg um kvøldið og
um 20-24 børn. Verður skúlastova nýtt til hetta, er hon ikki roknað til frítt spæl, men heldur til sitandi arbeiði. Og eitt fólk til 24 børn gevur sjálvsagt ikki so fjølbroyttar møguleikar. Hvørja útbúgving [...] flokki. Út frá hesum royndunum skrivi eg greinina. Nýggja fólkaskúlalógin leggur upp til, at skúlar kunnu hava forskúlar. Eg má spyrja: Hvat er endamálið? ? At børnini læra meir? Kanningar eru gjørdar av [...] fóru heim til mammur ella ommur. Nú er helst ætlanin, at hesi børnini fara í frítíðarskúla, ið er ein nýggj ansingarskipan fyri børnini í 1. og 2. flokki. Hetta merkir so, at minni pláss verður til børn í
eisini so, at børnini síggja upp til síni foreldur og sínar venjarar, men eg havi tað vón og tað álit á teim ungu leikarunum, at ikki hesar óhepnu hendingarnar á Skála hendan dagin verða teimum til fyrimyndar [...] men hetta bleiv tíverri ikki gjørt. Eg nevni hesar hendingar, tí møguliga ávirkar tað hesar persónar, so teir bera seg betur at eina aðru ferð, tí annars eiga teir ikki møta upp til ítróttakappingar. Tað [...] dagin, men tað vóru tó serliga tvær hendingar, sum gjørdu, at eg ikki kundi lata vera við at skriva hesar reglur. Hendingar, har tilkomið fólk ikki dugdu vanligan fólkaskikk. Annar tilburðurin var, tá eitt