Øll vita hvør hon er. Øll í Tórshavnar kommunu. Øll, sum eiga børn á dagstovni. Øll, sum bíða eftir einum stovnsplássi.
Í hesum døgum gløðir telefonin á skrivstovuni hjá Katrini Holm. Hon hevur úr at gera við at tosa við neyðstødd og desperat foreldur, ið so ógvuliga fegin vilja koma uppí part, nú 250 pláss skulu lutast út til 1. august, tá tann stóra útskiftingin á stovnunum fer fram. Samstundis er fundarvirksemið stórt. Stovnsleiðarar eru inni á gólvinum og geva leiðaranum á dagstovnaskrivstovuni nærri boð um, hvussu nógv pláss verða tøk, hvørjir aldursbólkar skulu raðfestast og hvussu nógv av hvørjum kyni hesa ferð sleppa ígjøgnum nálareygað.
- Í ár eru 82 pláss fleiri at luta út, tí tveir stovnar eru útbygdir og ein stovnur er bygdur afturat. Øll foreldrini fáa boð í senn og tað er nærum sum at sleppa eini bumbu. Øll vita beinanvegin, hvør hevur fingið pláss og hvør ikki hevur. Hetta er so eldfimt, sigur Katrin Holm.
Tey hava einki val
Seinastu tólv árini hevur Katrin Holm verið leiðari á dagstovnaskrivstovuni hjá Tórshavnar býráð. Skrivstovan umfatar bíðilistan til allar dagstovnarnar í Havn umframt Frítíðarskúlan, og arbeiðsuppgávan hjá Katrini er at luta tey tøku plássini á stovnunum til børnini á bíðilistanum.
- Høvuðsuppgávan hjá mær er at dagføra bíðilistan, at boða politikarunum frá, hvussu støðan er, og at tosa við stovnsleiðararnar. Men meginparturin av arbeiðsorkuni fer til at tosa við foreldur, ið hava børn á bíðilista. Eg fái ikki altíð hjálpt teimum og plagi at siga, at eg eri eingin gandakallur. Viðhvørt havi eg verið ov fitt og sagt, at eg kanska kann hjálpa teimum seinni og havi tí biðið tey um at koma aftur. Kann eg tá ikki hjálpa teimum, gerast tey í øðini, tí tey siga, at eg havi lovað at hjálpt teimum. Sigi eg ?kanska tað verður eitt pláss?, hoyra tey tað sum ?at tað verður eitt pláss?.
- Viðhvørt taki eg so synd í teimum, eg vil ikki kvetta av og avvísa tey. Kvetti eg av og sigi, at ?her er einki pláss fyrr enn næsta summar?, verða tey frá sær sjálvum. Eg havi verið út fyri, at fólk ripa nevna í borðið og hava lagt eftir mær persónliga og likamliga. Eg kann eisini ripa nevan í borðið og verða ill.
- Onnur verða so kedd, og tað er nógv verri. Tað eru eisini nógvar glaðar løtur, og tað er tá ið eg kann siga við eini foreldur, at barn teirra hevur fingið eitt pláss.
- Hesi fólkini eru í eini desperatari støðu. Tey hava einki val. Tey sita kanska í einum húsum fyri meiri enn miljónina, farloyvið er langt síðani úti, og arbeiðsgevarin er ótolin eftir at fáa tey til arbeiðis. Kanska hava tey roynt onkra svarta dagrøkt, sum ikki hevur verið nøktandi. Og spurningurin er, hvussu nógv tey vilja bjóða barninum afturat. Samstundis er tað tvingandi neyðugt, at bæði foreldrini arbeiða, tí tann eina inntøkan er ov lítil til at gjalda lánini.
- Ert tú í læru ella gongur í skúla er tað eingin ólukka longur at fáa eitt barn, men tú sleppur ikki í skúla, um tú ikki hevur eitt pláss til barnið. Eg síggi dømi, har ommur koma til Havnar ymsa staðni frá úr landinum, at ansa ommubørnum og eru her í hálvt ár ella longri. Onnur dømi eru, har ungar mammur, sum ganga í skúla, hava børnini í heimbygdini, sum kanska liggur langt burturi og tí síggja tær børnini bara í vikuskiftinum.
- Tað eru nógvar meiri og minni óhepnar loysnir og nógvar tristar lagnur. Hjá mær er tað eisini ein etiskur spurningur um, hvussu langt eg skal grópa í foreldrunum. Summi eru opin og leggja øll kort á borðið. Onnur eru afturlatin og kontant, sigur Katrin Holm.
Nógv skal ganga upp
Hesar lagnurnar, sum Katrin Holm hvønn dag allan dagin fær innlit í, fara ikki tvørtur við borðinum uttan at tær rína við hana.
- Tað er ikki hvønn dag, tá ið eg komi heim úr arbeiði, at eg kann siga, at nú eri eg liðug at arbeiða. Mangan liggi eg um kvøldið og sovni ikki, tí eg hugsi um tingini. Serliga nú, tá ið trýstið er so stórt og foreldur vita, at tað er í hesum døgum, at tað verður avgjørt, hvørji børn sleppa inn. Men eg eri úr góðum bergi brotin og eg gevi ikki skarvin yvir. Foreldur koyra tað ikki yvir á meg persónliga, og eg føli ikki, at eg havi óvinir.
Hóast Katrin Holm tvíheldur um, at upptøkureglurnar eru amboðið, hon arbeiðir út frá, sigur hon, at hon í førum verður noydd at taka serlig fyrilit, tá ið tað ræður um støðuna hjá tí einstaka barninum og til samansetingina á tí einstaka stovninum.
- Eg veit, at foreldur eru ónøgd við, at børn, ið eru seinni skrivað upp enn teirra, verða tikin fram um. Og tað er einfalt tí, at aldurssamansetingin á dagstovninum má varðveitast eftir einum ávísum býti, tí annars detta vøggustovurnar niður fyri. Vit kunnu ikki fylla vøggustovurnar við 2 ára gomum børnum. Tað má vera eitt ávíst tal av børnum í øllum árgangum fyri at varðveita samansetingina á vøggustovuni. Annars gongur tað ikki upp.
- Viðvíkjandi kyninum er tað umráðandi fyri trivnaðin á stovninum, at ein ávís javnvág er millum kynini. Tað kann tykjast heilt órímiligt hjá foreldrum, at eitt barn sum er føtt í jan. 99 verður tikið fram um eitt barn, sum er føtt í okt. 98. Men fyri aldurs- og kynssamansetingina á stovninum er tað neyðugt.
- Tá ið barnaverndin vendir sær til okkara við einum barni, ið má fáa pláss, raðfesta vit tað sum tað fyrsta. Men foreldur leggja meg undir lupp og krevja meg til svars fyri avgerðir, eg taki. Eg føli tað akkurát sum, at eg eri eitt sjáldsamt dýr, ið situr í einum glasbúri og verður eygleitt úr øllum heraðshornum. Eg kann ikki gera ein feil, so eru øll á gosi. Eg má ansa so væl eftir, hvat eg geri, tí fólk vita so ótrúliga væl, nær hetta og hatta barnið er uppskrivað, nær hon átti og nær hin átti. Kemur eitt barn, ið barnaverndin vísir á má fáa eitt pláss, spyrja fólk meg, hví tað sleppur framat. Eg havi tagnarskyldu og kann ikki úttala meg um persónlig viðurskifti. Tey, eg skal standa til svars fyri, eru politikararnir og umsitingin.
- Nógv fílast á, at foreldur, sum einki arbeiði hava, fáa pláss til barnið. Vit kunnu venda tað við og siga, at hevur tú einki pláss til barnið kanst tú ikki søkja arbeiði. Eg kann ikki taka dagar ímillum um, hvørji skulu á stovn ella ikki. Eg havi upptøkureglurnar at ganga eftir og einki annað.
- Eg vísi foreldrunum á, at vit hava ikki nøkur pláss. Hóast tað gongur framá sleppur kommunan ikki undan at byggja fleiri dagstovnar, men hon ræður ikki einsamøll fyri hesum. Fyrstu kreppuárini vórðu allar útbyggingarætlanir lagdar í skuffuna. Fólk, sum rýmdu av landinum tá, koma aftur nú. Tey fara hvørki til Viðareiðis ella Sumbiar, øll koma til Havnar. Stórur partur av børnunum á bíðilistanum eru børn hjá tilflytarum. Umframt er ein listi yvir hálvt hundrað børn hjá fólki, ið fara at flyta hendanvegin, men tey koma ikki uppá tal, fyrr enn tey eru flutt.
Veruleikin hin sami
Katrin Holm hevur sitið í arbeiðsbólkinum, ið hevur tilevnað uppskot til nýggjar upptøkureglur til dagstovnarnar og dagrøktina. Og hon er ikki í iva um, at tað er rætt at hava økislistar.
- Tað er av alstórum týdningi, at barnið er í nærumhvørvinum og er millum hini børnini í grannalagnum. Tað er altavgerandi fyri trivnaðin hjá teimum. Tey, ið búgva í einum øki við býlingshúsi, hava verið ógvuliga priviligerað. So priviligerað verða tey ikki í framtíðini, tí tey mugu deila plássini við onnur.
- Hóast vit fáa nýggjar upptøkureglur og nýggja telduskrá, verða ikki tær stóru broytingarnar, tí bíðilistin er tann sami. Eg gleði meg til tann dag, tá ið fólk koma inn til mín og søkja um eitt pláss, og eg kann spyrja tey, um tey vilja hava eitt pláss á Argjum ella Inni á Gøtu. Tann dagurin kemur kanska, men hann er langt burturi, sigur Katrin Holm at enda.