Føroyskur fótbóltur skal hava rúsevnispolitikk

Fótbóltur: Feløgini siga seg ikki hava trupulleikar, men tey vilja fegin hava, at FSF skal arbeiða við at orða ein rúsevnispolitikk

Leygardagin tók føroyskur fótbóltur fyrsta stigið á vegnum at skipa viðurskiftini í sambandi við trupulleikar, sum kunnu standast av misnýtslu av rúsdrekka og øðrum rúsandi evnum.

Harvið er skjøtil settur á eitt arbeiði, sum í síðsta enda skal røkka einari skipaðari ætlan um, hvussu farast skal fram í royndini at fyribyrgja og hjálpa, tá tað í sambandi við fótbólt er talan um misnýtslu av nevndu evnum.


Kann vera tungt

hoyggj at draga

Hesi seinastu árini hevur nógv verið at hoyrt um rúsevnistrupulleikar og rúsevnispolitikk, bæði heima á landi og í útlandinum. Ráðgevi er settur í sambandi við rúsdrekka og narkotika ráðið, og fyri ikki so langari tíð síðani varð spurningurin tikin upp í einum fimmara í útvarpinum. Har kom fram, at á summum arbeiðsplássum hava tey orðað ein rúsevnis politikk, meðan tað tóktist ganga meiri striltið aðra staðni. T.d. vóru tey á Landssjúkrahúsinum, sum kanska er størsta arbeiðsplássið í landinum, ikki komin á mál við at orða og seta ein politikk hesum viðvíkjandi í verk, og tað sjálvt um fleiri ár eru farin, síðani fyrstu átøkini vórðu gjørd fyri at fáa formligu viðurskiftini hesum viðvíkjandi í rættlag.

Ísak Mikladal er aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, og hann sigur, at spurningurin um rúsevni var viðgjørdur á fundinum, sum FSF leygardagin hevði við feløgini um ungdómsfótbólt.

? Nevndin í FSF hevur ikki viðgjørt spurningin um ein politikk, hvat hesum viðvíkur, men eg rokni við, at spurningurin nú fer at verða tikin til viðgerðar. Vit tóku hetta málið upp á fundinum við feløgini fyri at lodda dýpið, og tað var breið undirtøka fyri, at Fótbóltssambandið tekur stig til at orða ein politikk á hesum økinum fyri allan tann føroyska fótbóltin.

Hvar liggur málið so nú?

? Sum sagt so rokni eg við, at nevndin í FSF fer at viðgera spurningin, og í tí sambandinum hevði eg hildið, at tað var sjálvsagt, at ráðgevin hjá rúsdrekkaráðnum varð biðin um at ráðgeva FSF. Tá nevndin í fyrstu atløgu er liðug við sína viðgerð og hevur orðað eitt uppskot til ein politikk, so rokni eg við, at mannagongdin verður tann, at málið verður sent út til limafeløgini í FSF, sum so kunnu gera viðmerkingar til uppskotið, sum so verður viðgjørt aftur og fram til ein endalig orðing er funnin, sum øll kunnu taka undir við. Vit hoyrdu henda dagin í fimmaranum, at prosessin fram móti einari orðing er ikki minni týdningarmikil enn sjálv orðingin av politikkinum, og at tað er skilagott at brúka tíð og orku upp á prosessina, og eg kundi ímynda mær, at tað verður á sama hátt í fótbóltinum, har tað eru nógv feløg, nógvir spælarar, venjarar, dómarar og nógvir leiðarar, umframt øll onnur, sum á ein ella annan hátt eru knýtt at fótbóltinum. Men nú hava vit sett skjøtil á, og so fara vit at arbeiða víðari.


Verður fyri øll

Í útlendsku fjølmiðlunum hevur nógv verið gjørt burturúr, at onkrir at kendu spælarunum hava havt trupulleikar, tí teir hava brúkt rúsdrekka og onnur rúsandi evni at stíva seg av, tá teir hava kent trýstið ov stórt. Alment hevur nógv minni verið gjørt burturúr, um venjarar, leiðarar og dómarar hava slíkar trupulleikar.

Tá vit spyrja Ísak Mikladal, hvønn hann hugsar sær, at rúsevnispolitikkurin skal orðast fyri, svarar hann soleiðis:

? Eg haldi, at vit skulu arbeiða fram ímóti at orða ein politikk, sum fevnir um øll, ið hava við fótbólt at gera. Tað vil siga, at vit skulu fevna um allar spælararnar frá tí mest roynda landsliðsmanninum og til minsta piltin og minstu pinkuna, umframt leiðslurnar í øll fótbóltsfelagsskapum og øll onnur, sum hava við spælararnar og feløgini at gera.


Endamálið

er at hjálpa

Ísak Mikladal sigur, at á fundinum leygardagin vórðu luttakararnir spurdir, um teir mettu ungdómsspælararnar hava trupulleikar við rúsdrekka, og um teir mettu rúsdrekka vera ein trupulleika millum teir eldru spælararnar, sum tey yngru síggja upp til:

? Í tí stóra og heila varð svarað, at hetta er ikki nakar trupulleiki, hvørki millum tey yngru ella tey eldru. Samstundis varð breið semja um at taka undir við, at tað hevði verið gagnligt við einum miðvísum arbeiði á hesum økinum, og so kunnu vit øll gera okkara metingar um støðuna.

Men hvat heldur tú, at málið skal vera við politikkinum á hesum økinum?

? At misnýtslan ? um nøkur er ? skal minka, og at medvitið um, hvussu hetta kann gerast, skal styrkjast. Tað er eisini týdningarmikið, at vit øll gerast betri til at takla støðuna, sum vit kunnu koma í, tá vit koma fram á misnýtslu. Nógv kenna seg ivaleyst aftur í bara at venda ryggin til og einki gera. Vit eru greið yvir, at tað er ikki rætt, men vit gera tað, tí vit vita ikki, hvussu vit skulu bera okkum at. Millum annað hesum viðvíkjandi eiga vit at vera dugnaligari, og eg rokni við, at um vit, sum á ein ella annan hátt eru uppi í føroyska fótbóltinum, fara at taka allan henda spurningin í stórum álvara, so fara vit at gerast betri til hetta.

Hvat árin roknar tú við tað fer at hava, um føroyskur fótbóltur fær ein rúsevnispolitikk?

? Í fyrsta lagi at møgulig misnýtsla verður minni. Verður hon tað, so fer tað at hava fleiri aðrar góðar avleiðingar. Millum annað at álitið millum foreldur til fótbóltsumhvørvið verður styrkt. Tað er eingin loyna, at tað hava verið tey, sum ikki hava verið so fegin at latið síni børn tikið lut í ítrótti, tí tey hava hildið, at ov nógv rúsdrekka hevur verið uppií. Um vit av røttum megna at taka allar orsøkir til slíkan ótta burtur, so er nógv vunnið, endar Ísak Mikladal.