upp í dag klokkan 14.oo, og opið verður til klokkan 18. Leygardagin er opið somu tíðir, meðan tað verður opið eitt sindur longri sunnudagin. Tá letur ikki aftur fyrr enn klokkan 20 á kvøldi. Torbjørn Olsen [...] Teir báðir listamanninir, Olivur við Neyst og Torbjørn Olsen, lata í dag upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Á framsýningini verða mestsum bara heilt nýggjar myndir, siga teir. Torbjørn Olsen sigur [...] Olsen sigur, at av hansara myndum eru nógvar úr Sundalagnum. Og eitt evni, sum gongur aftur í myndunum, er brúgvin um Sundalagið. Olivur við Neyst hevur myndir, sum fyri tað mesta mynda útsýnið úr vindeyganum
fótbólti, og hesa vikuna hevur hann kent sviðan av, at tað kostar at fáa gul og reyð kort í altjóða fótbólti. Jan Dam fekk heili fýra gul kort og eitt reytt kort í farnu HM-undankapping, og mánadagin avgjørdi [...] fýrverk undir altjóða dysti. Bæði Ungarn og Jugoslavia fingu 50.000 krónur í bót fyri hetta, og hevði FIFA-umboðsmaðurin, sum var á Svangaskarði til dystin millum Føroyar og Kekkia, havt latið FIFA frágreiðing [...] pening eru, og at okkara umstøður ikki kunnu líknast saman við umstøðurnar aðrastaðni í Europa. Men tað er ikki vist, at FIFA ger nakað sum helst við bótina hjá Jan Dam, tí bøtur upp til 20.000 sveisarfrankar
var ikki nøgdur við svarið, og helt fyri, at visti ikki at so var, men at tað hevði bøtt um tónan í tingsalinum, um tingfólkið ikki soleiðis var rikið út, og noyddist at ganga og biða eftir at sleppa innaftur [...] eisini orðið í hesum máli, og gav Henrik Old rætt. Tað hevði hægst kostað einar 10 - 20 sodavatn eyka, um tingfólkið var boðið við. Jógvan I. Olsen, tingformaður, tók samanum og greiddi frá mannagongdini [...] hava samskifti við Grønland og Ísland, segði Henrik Old. Hann kundi annars eisini hugsað sær at hoyrt frálíku røðuna, sum tingformaðurin helt fyri gestunum í tóma tingsalinum, og helt eisini, at tað hevði
kvinnur og 4 menn. Runavík: 34 kvinur og 13 menn. Klaksvík: 68 kvinnur og 32 menn. Gøta: 20 kvinnur og 0 menn. Kollafjørður: 18 kvinnur og 5 menn. Sørvágur: 21 kvinnur og 5 menn. Miðvágur: 25 kvinnur og 6 menn [...] Eiði: 22 kvinnur og 4 menn. Fuglafjørður: 74 kvinnur og 17 menn. Hetta kundi bent á minni arbeiði á fiskavirkjum, nú so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum. Ein orsøk, also. Færri og færri fáa útgjald [...] Hetta stendur at lesa í nýggjastu Hagtíðindum, og tølini eru uppgjørd, eftir at triði ársfjórðingur var úti. Men tølini yvir arbeiðsleys hava nakrar slagsíður, og ein av teimum er, at nú eru meira enn tvær
norðurlendsku londini eru væl umboðað í nevndini í NORDBO, og nevndarlimirnir eru rithøvundar og bókasavnsfólk. Føroyski nevndarlimurin er Hanus Andreassen, og varamaður er Martin Næs, sum luttók á fundinum hesu [...] fyri og vakt kunnleika um norðurlendskar bókmentir. Virðislønin kann verða latin fyri greinir, reportagur, essays e.a. Ferðalegatið er 25.000 krónur. Virðislønin hevur verið latin fimm ferðir, og hetta [...] Í ár eru 20 ár liðin, síðan Birgir Kruse gjørdi sína fyrstu útvarpssending. Síðan hevur hann javnan verið at hoyrt í útvarpinum, einamest við tónleikasendingum, men seinastu árini hevur hann eisini havt
við og fáa ein kopp av sitrónte, og vit vildu sjálvandi fegin. At vit so fingu cola ístaðin, gjørdi minni. Vit mettu ?íbúðina³ at vera uml. 20-25 kvm. Har vóru ein dupultsong og ein vanlig song, og so eitt [...] kringlut og løgin - gjøgnum tún og veltir hjá fólki - at vit høvdu aldrin í verðini funnið sjálvi. Hendavegin skuldi tað taka okkum uml. 2 tímar, og hetta var eisini nógv strævn-ari. Bratt og ringt at [...] sammetast skal við okkara umhvørvi, so kann ein ímynda sær jól, nýggjár og føstulávint alt í einum. Tú hoyrir buldur og brak dag og nátt, og børnini halda tað vera ógvuliga stuttligt at kasta kinesarar beint
mótmæla ikki, táið ferðir verða avlýstar. Hann var landsynningur og eystan í ættini og tað eru ringasta ættirnar suður. Vindurin var upp í 20 metrar um sekundið. Í gjár gjørdi eisini tað seg galdandi, at [...] stig at avlýsa báðar seinnapartstúrarnar hjá Smyrli ímillum Havnina og Suðuroynna. Smyril skuldi fara av Havnini á miðdegi í gjár, og norður aftur úr Suðuroy klokkan 14.30. Men veðrið var so ringt at fyrsta [...] suður fyri veður. Men líkindini vóru kortini so vánalig, at ferðaætlanin hevði farið heilt av lagi og tí varð gjørt av at avlýsa báðar seinnapartstúrarnar. Í slíkum líkindum tekur ferðin suður ikki undir
heldur fram í dag og í morgin Í dag letur stevnan upp klokkan 14 og letur aftur klokkan 20. Í dag er nógv undirhald á skránni. Klokkan 16 og klokkan 19 fer Regin Jacobsen at spæla harmoniku, og klokkan 18 fer [...] klokkan 17 og í morgin klokkan 18. Á mótasýningini verða víst klæðir báði til børn, ung, vaksin og gomul - og heilt gomul, báði stásklæðir og arbeiðsklæðir. Fleiri óvitar fara at ganga modell og elsta modellin [...] Vulk við Daewoo og nú er Martin Dam Jacobsen komin afturat við Honda og Skoda. Annars er úrvalið fjølbroytt, báði frá eykalutum og útgerð til bilar, skóm og klæðum, til teldur, sjónvørp og aðra elektroniska
ótolnið ongantíð rættiliga til sjóndar, og teir vælsvingandi soul- og bluestónarnir fingu skjótt lagið nøkur stig upp eftir. Jú, her var talan um dugnaligar tónleikarar, og tað bilti ikki so nógv, at Andrew [...] Tá undirhildu hesi átta fólkini, ið tey flestu munnu kenna úr filminum, sum skapti bólkin, í Club 20, og tað riggaði bara heilt væl. Eina løtu helt tú, at tú vart endaður í onkrum hugnaligum skoti í onkrum [...] Her var talan um fólk, sum ikki krógvaðu, at teimum dámdi tað, tey gjørdu, og hetta ávirkaði tey, ið vóru savnað í tí lítla og stemningsfylta hølinum, har tú kundi fáa ein sving-om, hevði tú hug. Eitt fínt
vera, og avmarkingarnar hjá teimum eru meiri sálarliga enn kropsliga. Teir fáa góða og fjølbroytta venjing, og eru líka væl fyri sum svimjarar nógva aðrastaðni. Men teir undirmeta seg sjálvar, og tað er [...] at svimja í Havnar Svimjifelag og á landsliðnum. Og tað skal helst ikki henda, tí tað skal verða munur á felagnum og á landsliðnum. Men hatta er nakað, sum eg hugsi um, og sum eg ætli mær at arbeiða við [...] móttikin, og fólk eru bæði blíð og positiv. Tað er sjálvandi nakað av muni millum Føroyar og Danmark á tí ítróttarliga økinum, men annars er tað ikki so stórur munur. So eg eri glaður fyri at vera her, og eg