Framsýning í smiðjuni í Lítluvík

Teir báðir kendu listamenninir, Olivur við Neyst og Torbjørn Olsen, lata í dag upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin er opin alt vikuskifti og endar sunnudagin

Teir báðir listamanninir, Olivur við Neyst og Torbjørn Olsen, lata í dag upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Á framsýningini verða mestsum bara heilt nýggjar myndir, siga teir. Torbjørn Olsen sigur, at hansara eru allar frá í summar, meðan Olivur við Neyst sigur, at hjá honum er onkur, sum hevur ligið eina tíð.

Umleið tjúgu verk verða við á framsýningini, sigur Torbjørn Olsen.

Framsýningin er opin alt vikuskiftið.

Latið verður upp í dag klokkan 14.oo, og opið verður til klokkan 18.

Leygardagin er opið somu tíðir, meðan tað verður opið eitt sindur longri sunnudagin. Tá letur ikki aftur fyrr enn klokkan 20 á kvøldi.

Torbjørn Olsen sigur, at av hansara myndum eru nógvar úr Sundalagnum. Og eitt evni, sum gongur aftur í myndunum, er brúgvin um Sundalagið.

Olivur við Neyst hevur myndir, sum fyri tað mesta mynda útsýnið úr vindeyganum í atelierinum. Nógvar teirra vísa Vágsbotn, sigur hann. Onkur er tó aðrastaðni frá kortini. Til dømis er ein úr Hattarvík.