og hann er tí leikbannaður til dystin móti Skála. Hjá Skála ræður um at reisa seg eftir stórtapi móti HB. Til uppgávuna er líkt til, at liðið hevur Paula G. Hansen tøkan, so hann aftur kann stýra miðvøllinum [...] loksins avgreiddur. Við flogfarinum í gjár var David Jones, og sum vera man fegnast tey í Fuglafirði um, at venjaraspurningurin nú loksins er loystur. - Givnu umstøðurnar gjørdu alt eitt sindur keðiligt, og [...] miðvøllinum. Hinvegin fekk Jógvan G. Joensen skaða móti HB, og hann er neyvan tøkur. Tosað hevur verið um, at Alexandur Johansen og Bárður B. Danielsen nú aftur fara undir fótbóltin, men enn hava teir so ikki
rímiligum møguleika at koma í hálvfinaluna í Champions League kappingini. Tað byrjaði annars illa hjá turkiska liðnum, longu eftir 12 minuttir var Deivid hjá Fenerbache so óheppin, at hann beindi bóltin [...] London reið Liverpool stormin av. Arsenal trýsti øðiligt, men tað eydnaðist bara Emmanuel Adebayor at skora fyri Arsenal, tá hann ótarnaður kundi stúta eitt hornaspark í netið. Liverpool javnaði beint [...] bjargaði? einari skotroynd frá Cesc Fabregas á málstrikuni hjá Liverpool! Arsene Wenger var harmur um, at niðurlendski dómarin, Peter Vink ikki dømdi brotsspark til Arsenal í minst einum føri. Liverpool fekk
fegnaðist um vitjanina hjá Gøran Persson og segði seg vóna, at ein slík vitjan vildi skapa nýggj sambond millum Føroyar og Svøríki. Vit hava nógv at læra av Svøríki. Tit hava sum størsta land í Norðurlondum [...] svingandi konjukturar. Undir slíkum umstøðum er tað ein stórur fyrimunur fyri ein bý sum Klaksvík, at fólkið stendur saman um skipini og fyritøkurnar í lokalsamfelagnum, segði Steinbjørn O. Jacobsen. Kunnu [...] um gingið undan í nógvum førum og víst vegin fyri nýggjum menningarmøguleikum. Vit vóna, at tit eisini kunnu fáa okkurt burturúr sambandinum við Føroyar, segði borgarstjórin í Klaksvík.
har AB tók ímóti FS Vágum. Her var líkt til, at tær á heimaliðnum skuldu fáa fulla úrtøku, men í seinna hálvleiki megnaðu gestirnir kortini at javna, soleiðis at liðini fingu eitt stig hvør fyri ómakin. [...] hóast KÍ-kvinnurnar onkra tíð hava verið meira sannførandi, so høvdu tær ikki stórvegis trupulleikar av at toga sigurin móti GÍ. Fyri steðgin legði Bára S. Klakstein gestirnar framum, og tann støðan helt sær
met-kappingarnar eru seinasta høvið hjá svimjarum at seta met í sínum bólki, áðrenn tey verða flutt ein bólk upp. Tað var væn tandi, at onkrir svimjarar tí fóru at seta nýggj bólkamet, og serliga ein teirra, [...] metra blandaðari svimjing, og í bólki 3 hjá gentum eydnaðist eisini stafettini hjá Havnar Svimjifelag at skera burtur av trimum bólkametum. Metini Bólkur 1 Turið Christiansen, Reki, Leirvík 100 metrar frí
ljóðmaður í rockbólkinum, hann er við í, og sum er á veg til Føroyar at spæla á eini festival. Í Føroyum gerst Mattias sálarliga so illa fyri, at hann verður innlagdur á ein viðgerðarstovn í avtoftaðu bygdini [...] í Føroyum. Heitið á bókini sipar til Buzz Aldrin, mannin, sum ongin minnist, men sum var tann næsti at seta fótin á mánan eftir Neil Armstrong. Mattias í bókini hjá Harstad er eisini ein, sum ongin varnast [...] bygdini Gjógv. Eg síggi Føroyar sum eina jørðiska útgávu av mánanum. Alt sær líka út, og tað tykist, sum at onki hendir har. Ein av mínum bestu vinmonnum er hálvur føroyingur. Hvørt summar fór hann til Føroyar
sjálvandi feitt at føroyingar gera slíkan tónleik, men tónleikurin gekk út eftir eini stuttari løtu. Tað mest spennandi við konsertini var (Sjúrða?) kvæði, sum Gulli hevði útsett. Feitt at tað ikki bara [...] kvæða mentanina. Men tíverri var ikki nógv annað spennandi at heinta. Konsertin var fatalt forstýra av einum ungum manni, sum eftir øllum at døma skuldi hava ein umformara. Forskammaður hálaði hann ein
Norðurlandahúsið/AME og Menningarstovuna í arbeiðinum at skapa tónleikasambond út í heim, so føroyskir tónleikabólkar kunnu sleppa út um landoddarnar at royna flogið. nevnast kann samstarv við Iceland Airwaves [...] vorðið limur í ETEP (European Talent Exchange Program), sum arbeiðir fyri, at tónleikarar í Europa ferðast út um síni egnu landamørk at spæla. ETEP er rótfest í mest týðandi europeiska sýnisglugga festivalinum
Føroya Reiðarafelag veit at siga, at kanningin fevndi um tilsamans 53 lond. - Føroyar er tað landið, ið fekk hægsta stigatal, tá ræður um hentleikaflagg, og hetta merkir, at moralurin hjá føroyingum á [...] á hesum øki er góður. Hyggja vit at samlaða stigatalinum, liggur Noreg á fyrsta plássi við 28,5 stigum og Føroyar á øðrum plássi við 27 stigum. Kanningin fevnir ikki bara um hentleikaflagg, men samanber
skrá, sum fevnir um ymiskt, sum hevur við sjógvin og sjólívið at gera Tey fyrstu tiltøkini eru longu mikudagin í næstu viku, tá Óli Olsen fer at siga frá tilburðum í lívinum hjá tí kenda klaksvíkinginum Fischer [...] Sunnudagin kl. 11 verður sjómansguðstænasta í Christianskirkjuni, og har fer Jógvan Fríðriksson, prestur, at prædika. Seinnhi um dagin er sjómansmøti í tjaldinum. Bátasavnið í Leirvík er opið teir flestu dagarnar [...] dagarnar, og á skránni eru eisini tiltøk so sum fiskaframsýning, mótaframsýning, og flakakonur fara at skera og selja flak.