Í næstu viku verður Føroya Sjómannadagur í Klaksvík, og fyrireikararnir hava lagt eina fjølbroytta skrá, sum fevnir um ymiskt, sum hevur við sjógvin og sjólívið at gera Tey fyrstu tiltøkini eru longu mikudagin í næstu viku, tá Óli Olsen fer at siga frá tilburðum í lívinum hjá tí kenda klaksvíkinginum Fischer Heinesen, sála. Dagin eftir verður fiskiskapping fyri børn, og um kvøldið verða fløskupostar tveittir á sjógvin í Kalsoyarfirði.
Fríggjadagin verður fiskivinnuráðstevna í Skálanum, sum Føroya Reiðarafelag skipar fyri.
Leygardagin koma seglskipini Westward Ho, Jóhanna, Norðlýsið, Anita og Fram á Klakdvík. Tá verður eisini stórt morgunmatarborð á Stangabrúnni, har Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálumm, setur Føroya Sjómannadag. Seinni um dagin verða ymsar kappingar so sum togtogan, serligur kappróður og egning, og formaðurin í Løgtingsins vinnunevnd, Henrik Old, handar heiðurstekin. Um kvøldið er so ókeypis ?dans på brygga?, og Dansihugni sýnir fram fólkadans og undirvísir í línudansi.
Sunnudagin kl. 11 verður sjómansguðstænasta í Christianskirkjuni, og har fer Jógvan Fríðriksson, prestur, at prædika. Seinnhi um dagin er sjómansmøti í tjaldinum.
Bátasavnið í Leirvík er opið teir flestu dagarnar, og á skránni eru eisini tiltøk so sum fiskaframsýning, mótaframsýning, og flakakonur fara at skera og selja flak.










