12 bólkamet í Klaksvík

Metkappingin livdi upp til heitið, tá nýggja svimjiárið fór av bakkastokki um vikuskiftið.
Sonevndu met-kappingarnar eru seinasta høvið hjá svimjarum at seta met í sínum bólki, áðrenn tey verða flutt ein bólk upp. Tað var væn tandi, at onkrir svimjarar tí fóru at seta nýggj bólkamet, og serliga ein teirra, Turið Christiansen, tók eisini av hesum møguleikanum. Hon setti ikki færri enn sjey met í bólki 1.
Í bólki 3 hjá dreingjum setti Høgni M. Rasmussen nýtt met í 200 metra blandaðari svimjing, og í bólki 3 hjá gentum eydnaðist eisini stafettini hjá Havnar Svimjifelag at skera burtur av trimum bólkametum.


Metini
Bólkur 1
Turið Christiansen, Reki, Leirvík
100 metrar frí 1:18.16
50 metrar frí 0:36.07
100 metrar rygg 1:30.98
50 metrar rygg 0:42.29
100 metrar bringa 1:45.63
50 metrar bringa 0:49.00
50 metrar firvald 0:40.90

Bólkur 3
Havnar Svimjifelag (Gu_run H. Jacobsen, Katarina Lamhauge, Bjørg Seloy og Helena G. Jacobsen)
4x200 metrar frí 10:47.98
4x100 metrar frí 4:46.63
4x50 metrar frí 2:06.64
4x50 metrar blanda_ 2:24.72

Bólkur 3
Høgni Miné Rasmussen, Havnar Svimjifelag
200 metrar blandað 2:37.69