Jones er lendur

David Jones stendur við stýrisvølin, tá ÍF sunnudagin tekur ímóti Skála

ÍF-Skála:


Venjarspurningurin hjá ÍF er nú loksins avgreiddur. Við flogfarinum í gjár var David Jones, og sum vera man fegnast tey í Fuglafirði um, at venjaraspurningurin nú loksins er loystur.

- Givnu umstøðurnar gjørdu alt eitt sindur keðiligt, og nevdarskiftið, sum vit hava havt, hevur kanska eisini órógvað í so máta. Men nú er David Jones so á veg norður til Fuglafjarðar, segði Dan Petersen, sum er nýggjur formaður í ÍF, tá vit høvdu orðið á hann í gjárkvøldið.

Soleiðis verður bretski venjarin á beinkinum, tá ÍF spælir eysturoyaruppgerð móti Skála í einum dysti, sum longu nú líkist einum lykladysti. Ikki minst, tí bæði liðini vóru fyri hvør sínum greiða tapi í Gundadali fyri viku síðani.

Ta ferðina fekk Alexander Jovevic reyða kortið, og hann er tí leikbannaður til dystin móti Skála.

Hjá Skála ræður um at reisa seg eftir stórtapi móti HB. Til uppgávuna er líkt til, at liðið hevur Paula G. Hansen tøkan, so hann aftur kann stýra miðvøllinum. Hinvegin fekk Jógvan G. Joensen skaða móti HB, og hann er neyvan tøkur. Tosað hevur verið um, at Alexandur Johansen og Bárður B. Danielsen nú aftur fara undir fótbóltin, men enn hava teir so ikki verið partur av venjingunum hjá Skála.