Nanoscopic er enn eitt projekt hjá manninum við teimum 1000 andlitunum, Gulla Johansen. Sum flest øll hansara projekt seinastu árini so er talan um trance tónleik. Eg hugsaði onkuntíð um Kraftwerk, men flestu sangirnir høvdu røturnar fast plantaðar í 90-árunum, bæði hvat ljóði og feeli viðvíkur. Tónleikurin var eitt sindur malplaceraður í Margarinfabrikkini ? hann hevði riggað betur í einum sveittutum diskoteki í Týsklandi onkrastaðni. Eg eri ikki nakar kennari ella serfrøðingur innan trance tónleik, men í mínum oyrum tykist tónleikurin eitt sindur monotonur og hann gjørdist skjótt eitt sindur rotin. Tað er sjálvandi feitt at føroyingar gera slíkan tónleik, men tónleikurin gekk út eftir eini stuttari løtu. Tað mest spennandi við konsertini var (Sjúrða?) kvæði, sum Gulli hevði útsett. Feitt at tað ikki bara eru Týr og Kristian Blak, sum tulka føroysku kvæða mentanina. Men tíverri var ikki nógv annað spennandi at heinta.
Konsertin var fatalt forstýra av einum ungum manni, sum eftir øllum at døma skuldi hava ein umformara. Forskammaður hálaði hann ein úr einum keyboardi hjá Gulla og sløkti sostatt alla útgerðina hjá honum. Tá ið alt kom til alt, skuldi maðurin slett ikki brúka umformarin og pillaði bara av. Um nakar sær hann, vinarliga heilsa honum frá mær við einum gyppi í reyvina.