kannað vestara økið av Norðhavinum, og Noreg og EF eystara økið, og nú eftir kanniningina, vísir tað seg, at nógv minni er av sild í føroyska økinum enn undanfarin ár. Hjalti í Jákupsstovu, sum var við »Magnusi [...] uppfiskað, men føroyingar hava alt at vinna við at stovnurin er so stórur sum gjørligt. ? Vit mugu virka fyri at heildarkvotan verður nakað minni enn tey 1.3 mió. tonsini tilsamans, sum hon er nú, og hetta havi
-Hetta var eitt sera gott val fyri bæði javnaðarflokkin og fyri Føroyar sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í javnaðarflokkinum, sum í gjár varð valdur til formann í Uttanlandsnevndini eftir lutakast millum [...] fólkatingslimur. -Formansstarvið í Uttanlandsnevndini gevur mær betri møguleika at vita, hvat gongur fyri seg og harvið eisini at kunna brúka fólkatingssessin til at finna Føroyum góðar loysnir. Nýggi formaðurin [...] ar uppgávu at virka konstruktivt í samstarvi við landsstýrið. -Vit koma ikki at vera ein fótongul fyri tað politiska arbeiðið men heldur verður tað so, at vit fara inn og rætta tað til, soleiðis at vit
havt tingmann úr Suðuroy í ein mansaldur, men hesuferð vórðu øll segl sett fyri at fyri at skriva politiska søgu. Og útlitini fyri at fáa mannin vuksu munandi, tá ið atkvøðuslúkarin Jákup Olsen í Vági mynstraði [...] bart og hevur meldað seg úr Fólkaflokkinum síðani tað gjørdist greitt, at Páll Vang ikki vann fram sum evni til ein av landsstýrissessum Fólkafloksins. Hann hevur verið uppstillaður fyri flokkin og hann hevur [...] onnur álitisstørv fyri flokkin, eins og hann hevur verið nevdarlimur í Suðuroyar Fólkafloksfelag í nógv ár. Hann er eisini ein av teimum, sum hvørja ferð arbeiða aftanfyri leiktjøldini fyri at fáa flokkinum
í fjør, var at seta eina millión av til hetta vegastrekkið á eina ætlaða fíggjarlóg fyri 1999. Men fíggjarlógin fyri 1999 skal sjálvandi hava sína vanligu, politisku viðgerð. Og, hvat tað endar við, [...] Landsverkfrøðingurin sigur, at er fjallið hampiligt, kostar kostar ein tunnil runt roknað 30 milliónir fyri hvønn kilometur. Men renna vit okkum í trupulleikar, sum í Sumbiarbergholinum, kann prísurin koma [...] sum fíggjarætlanin hjá Landsverkfrøðinginum hevur sæð út seinastu árini, tykjast útlitini sera smá fyri at fáa eina so stóra upphædd at kalla í einum. Fíggjarætlanin skal økjast nógv áðrenn tað ber til
Enn er ógreitt, hvussu álvarsligar avleiðingar tað fer at fáa fyri Fólkaflokkin, at Páll Vang heldur ikki hesuferð slapp í Tinganes. Aðrastaðni í blaðnum fortelur ein av stuðlum floksins í mong ár, Ási [...] Ási Jacobsen, at hann hevur gjørt upp við Fólkaflokkin á landspolitiskt og hevur meldað seg úr flokkinum Krevja frágreiðing So álvarsligt stig hevur Knútur Nygaard, sum umboðar Suðuroynna í landsnevnd F [...] sekkin. Í Dagblaðnum týsdagin stendur, at orsøkin til at ein havnarmaður bleiv landsstýrismaður ístaðin fyri ein suðuroying, var, at maktjavnvágin ímillum Tjóðveldið og Fólkaflokkin í Suðurstreymoy mátti varðveitast
men tað gevur bara leikinum eitt sindur meira lit. Endin á sangleikinum er í øllum førum nakað fyri seg. Men verður endin á bókini lisin enn einaferð, so er úrslitið av sangleikinum ein møguleiki, sum
brádliga er vorðin "hyper"-aktivur, men vit eru nøkur heilt fá, sum leingi hava arbeitt hart fyri at skapa áhuga fyri barnaansing í kommununi, sigur Elin Lindenskov, sum var formaður í sosialu nevnd áðrenn [...] n var fyri, fekk hann býráðið at játta 4 mill. kr. í trý ár. Treytin var at øll fígging skuldi vera í lagi áðrenn, sáttmáli varð gjørdur og Landsstýrið hevur síðani játtað pengar. Hann sigur seg arbeiða [...] útibarnagarðinum, og foreldur, starvsfólk og onnur eru so positiv fyri úrslitinum, at vit hava hug at royna fleiri. Ein miðdepil fyri einum útibarnagarði kundi verið Inni á Gøtu í tí nýggja stovninum,
heldur hann seg at hava gingið út av gravarbakkanum beint í helvitið. Á slípaðum dekki dugir hann at fóta sær, men á bonaðum gólvi ber verri til. Og tað er eingin, ið sigur hann ringan fyri ikki at tora [...] til reiðar við góðum ráðum og við hansara hjálp ornar alt seg til tað besta. Vermamman skilir, ? eina løtu í hvussu so er ?, at hon hevur borið seg skeivt at, lovar bót og bata, og býðir Alberti vælkomnum [...] Havnar Sjónleikarfelag frumsýndi mikukvøldið. Henda britan og hetta illkvendið, sum oyðileggur alt fyri øll, sum skuggar yvir alt, og sum tvíheldur um sín avgerðarrætt í øllum. Tann ónda vermamman er ein
væl, og tí hevur arbeiðið eisini gingið so skjótt, sigur málarameistari, Uni Zachariasen, ið stendur fyri málararbeiðinum. -Tað vóru bara einir tveir ? tríggir dagar fyrstu vikuna, sum drillaðu okkum, men [...] hitin hevur ligið upp ímóti 20 stigum. Tey vetrarbleiku føroysku andlitini hava fingið rættiliga lit á seg. -Av tí at veðrið hevur verið so gott, hava vit eisini arbeitt leingi hvønn dag. Vit eru farnir upp
leiðari fyri Utsiktsbakkens Brassband, greiðir frá: ? Fyri nógvum árum síðan, var eitt búpláss fyri menningartarna í Noregi, sum tey kallaðu Torshov. Hetta var eitt pláss, sum »vanlig« fólk hildu seg langt [...] standa fyri skemtinum og seinni fer hann saman við vinmonnum sínum at spæla til dans. Poul Jákup Thomsen verður frásøgumaður á veitsluni og tað plagar at liggja væl fyri hjá honum. Hornorkestur fyri menn [...] rættuliga »isoleraðir«. Tey kendu seg minni verd enn onnur fólk, tí eingin vildi hava nakað við tey at gera. ? So fingu tey tað hugskot at gera eitt hornorkestur fyri teir menningartarnaðu íbúgvarnar á