At spæla tónleik økir um sjálvsvirðingina

Javni hevur landsfund um vikuskiftið og hevur í tí sambandi fingið forkunnuga vitjan úr Noregi. Utsiktsbakkens Brassband er komið á vitjan og tað serliga er við orkestrinum, at allir tónleikararnir eru menningartarna

Javni hevur landsstevnu um vikuskiftið og í tí sambandi skipaði felagið fyri tíðindafundi fyrrapartin fríggjadagin.

Landsstevnan hjá Javna byrjaði í gjárkvøldið. Tá var aðalfundurin hildin á Hotel Hafnia.

Tað er vanligt, at landsstevnan hjá Javna fær eitt navn og í ár ber hon heitið »Nær er ein bústaður eitt heim?«

Hesin spurningur var til viðgerðar í gjárkvøldið og til tað endamálið hevði Javni fingið fólk á serstovnadeildini á Almannastovuni at halda fyrilestur.

Jóna Olsen, leiðari á Dáanum og Elsba Olsen, leiðari á pensjónsdeildini á Almannastovuni hildu fyrilestrarnar og teir snúu seg um tørv og hugskot í samband við alternativar búmøguleikar hjá menningartarnaðum fólki.

Í skránni, sum er gjørd til aðalfundin verður spurt, at tørvurin er stórur, brekini sera ymisk og at øll hava rætt til heimarætt, men nær er ein bústaður eitt heim?


Skrúðgonga við hornorkestri

Leygardagurin byrjar við skrúðgongu.

Farið verður av Bursatanga klokkan 10, og eins og á øðrum hátíðardøgum, so fara Havnar Hornorkestur og Havnar Ríðingarfelag at ganga á odda fyri skrúðgonguni.

Tá skrúðgongan er komin niðan í Grasagarð, fer 1. Utsiktsbakkens Brassband at spæla.Tað serliga er við Utsiktsbakkens Brassband, at allir leikararnir eru menningartarnaðir, men tað sigst at tey duga væl at spæla tónleik.

Tá norska orkestrið er liðugt at spæla, fer Kristina Mortensen at bjóða vælkomin og eftir tað fer Katrin Dahl, býráðslimur úr Havn at halda røðu og at seta landsstevnuna 1998.


Ársveitslan verður í kvøld

Klokkan 18 í kvøld verður veitsla í ítróttarhøllini á Hálsi.

Eisini her bjóðar Kristina Mortensen vælkomin og aftaná døgverðan fer hornorkestrið úr Lillehammer at spæla.

Rasmus Magnussen fær úr at gera. Hann skal í fyrsta umfari standa fyri skemtinum og seinni fer hann saman við vinmonnum sínum at spæla til dans.

Poul Jákup Thomsen verður frásøgumaður á veitsluni og tað plagar at liggja væl fyri hjá honum.


Hornorkestur fyri menningartarna

Sum nevnt hevur Javni fingið vitjan av Utsiktsbakkens Brassband úr Lillehammer úr Noregi.

Hetta hornorkestrið, sum er burturav mannað við menningartarnaðum, er tíggju ára gamalt. Tey eru sera væl umtókt í Noregi, men tað hevur verið ein long prosess at koma ígjøgnum.

Ole Bakker, leiðari fyri Utsiktsbakkens Brassband, greiðir frá:

? Fyri nógvum árum síðan, var eitt búpláss fyri menningartarna í Noregi, sum tey kallaðu Torshov. Hetta var eitt pláss, sum »vanlig« fólk hildu seg langt frá, og íbúgvarnir vóru tí rættuliga »isoleraðir«. Tey kendu seg minni verd enn onnur fólk, tí eingin vildi hava nakað við tey at gera.

? So fingu tey tað hugskot at gera eitt hornorkestur fyri teir menningartarnaðu íbúgvarnar á Torshov og hetta gav úrslit. Tónleikararnir sluppu at royna seg við nøkrum nýggjum og á henda hátt komu tey inn í eina ringrás sum ger, at tey hava nakað fast at takast við, at tey gerast betri til tónleikin og ikki minst at tey fáa meira virðing fyri sær sjálvum. Slíkt sum tey ikki áttu frammanundan.

Orkestrið hevur, síðan tað varð stovnað fyri 25 árum síðan, havt støðuga framgongd og er í dag eitt av teimum allarmest kendu og brúktu hornorkestrum í Noregi.

Ole Bakker sigur, at so vítt hann veit eru bert trý hornorkestur í Noregi, sum eru meira kend enn Torshov-orkestrið. Tey eru kongaliga hornorkestrið, tað orkestrið, sum spælir til heimadystirnar hjá norska fótbóltslandsliðnum og so eitt afturat.


10 ár á baki

Orkestrið sum Ole Bakker er leiðari fyri varð stovnað fyri 10 árum síðan. Royndirnar frá Torshov-orkestrinum høvdu víst, at tey menningartarnaðu fingu stórt gagn av hesum og tí tóku tey táttin upp.

Orkestrið telur 25 persónar og teir eru allir menningartarnaðir. Tey hava gleði í tónleikinum og í samveruni við hvønn annan og tað ger, at tey standa sterkari.

Tá Torshov-orkestrið hátíðarhelt 25 ára dagin í fjør var Utsiktsbakkens Brassband við og tað var Sámal Bláhamar eisini.

Hann fekk samband við leiðararnar og hevur síðani arbeitt fyri at fáa tey hendavegin og gera sítt til at geva menningartarnaðum í Føroyum sama møguleika.

Men fyri at tað skal eydnast so er neyðugt við ljóðførum. Tey eru dýr, men her hava norsku gestirnir eina stórfingna gávu við í skjáttuni.

Við sær hava tey nevniliga ljóðføri, sum í handlunum høvdu kostað uml. 100.000 krónur. Javni og Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli fáa hesi ljóðføri til gávis við teirri treyt at tey verða brúkt. Verða tey ikki tað, so fella tey aftur til gevaran.


Undirvísing byrjar í heyst

Napoleon Nólsoy, leiðari á Tórhavnar Kvøld- og Ungdómsskúla, roknar tó ikki við at tey fella aftur til gevaran.

? Bæði Havnar Hornorkestur og GHM koyra undir okkara skipan og tí skuldi einki verið til hindurs fyri, at tey menningartarnaðu eisini kunnu gera tað.

? Vit hava kannað møguleikarnar og hava funnið ein lærara, sum vil taka sær av uppgávuni. Vit hava eisini funnið hølini til endamálið og tað merkir at undirvísingin byrjar til heystar.

So hvør veit, kanska hava vit eitt føroyskt hornorkestur fyri menningartarna innan alt ov langa tíð.

Tað verður spennandi at síggja um tað fer at gerast veruleiki og vit ynskja tykkum góða eydnu við tiltakinum