Enn er ógreitt, hvussu álvarsligar avleiðingar tað fer at fáa fyri Fólkaflokkin, at Páll Vang heldur ikki hesuferð slapp í Tinganes.
Aðrastaðni í blaðnum fortelur ein av stuðlum floksins í mong ár, Ási Jacobsen, at hann hevur gjørt upp við Fólkaflokkin á landspolitiskt og hevur meldað seg úr flokkinum
Krevja frágreiðing
So álvarsligt stig hevur Knútur Nygaard, sum umboðar Suðuroynna í landsnevnd Fólkafloksins, ikki tikið.
Ikki enn í hvussu so er.
Men hann sigur, at hann umhugsar støðuna og fer ikki at koma við eini niðurstøðu, fyrrenn greiða er fingin á ymsum viðurskiftum.
Men eitt kann eg siga, og tað er, at eg eri ikki einsamallur fólkafloksmaður sum umhugsi støðuna í flokkinum. Tað eru tað mong sum gera í hesum døgum.
Hann sigur, at Fólkaflokkurin í Suðuroy nú fer at krevja eina frágreiðing uppá, hví Fólkaflokkurin ikki vildi hava landsstýrismann úr Suðuroynni.
Samstundis vilja vit hava flokkin at gera greitt, hvørjar ætlanir hann hevur við Fólkaflokkinum í Suðuroynni í framtíðini.
Ætlanin er eisini at reisa málið á fundi í landsnevndini, eins og Fólkaflokkurin í Suðuroy skal hava fund.
Og fyrrenn tá vil Knútur Nygaard ikki taka støðu til, hvussu hann skal fyrihalda sær til flokkin.
Men í Sosialinum týsdagin spurdi hann, hvat teir skuldu stilla upp til eina aðru ferð, táið tey yvirhøvur onga ávirkan fingu
Bumbaður 30 ár aftur
Knútur Nygaard sigur, at henda ráðagerðin ímóti Fólkaflokkinum í Suðuroy frá floksfeløgunum norðanfjørðs, hevur bumbað Fólkaflokkin í Suðuroynni 30 ár aftur í tíðina.
Vit vóru so nær við hesuferð, og eftir eitt slíkt bakkast, verður tað ómetaliga trupult at reisa flokkin aftur, ikki minst tí roknast kann við, at stuðlar fara at stinga í sekkin.
Í Dagblaðnum týsdagin stendur, at orsøkin til at ein havnarmaður bleiv landsstýrismaður ístaðin fyri ein suðuroying, var, at maktjavnvágin ímillum Tjóðveldið og Fólkaflokkin í Suðurstreymoy mátti varðveitast, við tað, at Tjóðveldismenn hava fýra umboð í landsins stjórn úr høvuðsstaðnum?
Hatta er er ikki ein forkláring.
Hatta er ein burturforkláring. Men vit fara at biðja um tað veruligu forkláringinam svarar Knútur Nygaard heilt stutt.