4 tons av máling

Tvær tær síðstu vikurnar hevur Norrøna ligið við bryggju í Kristiansand fyri at gerast klár til summarsiglingina. Málaraarbeiðið hevur gingið stak væl og varð longu liðugt áðrenn tíðina

-Veðrið hevur hilnast væl, og tí hevur arbeiðið eisini gingið so skjótt, sigur málarameistari, Uni Zachariasen, ið stendur fyri málararbeiðinum.

-Tað vóru bara einir tveir ? tríggir dagar fyrstu vikuna, sum drillaðu okkum, men tá løgdu vit arbeiðið um, so vit fingu tikið tey støðini, har regnið ikki kom til.

Meðan Norrøna hevur ligið í Noregi kom eisini summarið. Sólin hevur bakað niður og hitin hevur ligið upp ímóti 20 stigum. Tey vetrarbleiku føroysku andlitini hava fingið rættiliga lit á seg.

-Av tí at veðrið hevur verið so gott, hava vit eisini arbeitt leingi hvønn dag. Vit eru farnir upp kl. 6.30 og eru ofta ikki givnir fyrr enn kl. 22 á kvøldi. Tað er ein langur arbeiðsdagur, men menninir eru innstillaðir uppá hetta, og tí hevur tað gingið sera væl. Sunnudagur hevur verið einasti frídagur.

Ætlanin var, at málarnir skuldu koma heim aftur til Føroya við Norrøna, tá ið hon ger sín fyrsta túr í summarsiglingini í ár, frá Hanstolm til Føroya leygardagin 23. mai. Men longu síðsta leygardag vóru teir lidnir at mála, og átta av teimum 11 málarunum koma heim við flúgvara í dag. Hinir tríggir skulu orna ymisk smáttaríðir, sum eftir eru.


Verkfallið forðaði í Danmark

Hetta er annars fyrsta árið, at Norrøna hevur verið málað í Noregi. Meiningin var, at hon skuldi málast í Ålborg, men verkfallið í Danmark gjørdi, at ætlanin mátti broytast.

-Vit máttu í skundi orna alt av núggjum, men sum heild gekk alt væl. Eitt sindur óheppið var kortini, at tað bara eydnaðist okkum at fáa eina lyftu í Kristiansand. Høvdu vit havt tvær, sum meiningin var, hevði tað kanska gingið enn betri, heldur Uni Zachariasen.

Uni hevur havt málaraarbeiðið á Norrønu næstan á hvørjum ári síðani 1990. Sum oftast hevur arbeiðið verið gjørt í Danmark, men eisini okkurt ár í Túsklandi.

-Tað er ikki altíð líka nógv sum skal málast á hvørjum ári. Í ár hevur verið málað meir enn hini árini. Vit hava til dømis eisini málað eitt sindur innan. Tað varð kortini gjørt í Ålborg, áðrenn Norrøna fór í Suðuroyarsigling.


4 tons tyngri

Útvendiga hevur næstan alt skipið fingið tveir umgangir. Frá brúnni og heilt niður í vatngangin. Tilsaman eru umleið 4 tons av máling farnir uppá Norrønu.

-Tað er tíðin vit hava at gera málaraarbeiði, og hvussu nógv sum skal gerast, ið avgerð hvussu nógvir mans vit eru og mála. Hesuferð hava vit verið 11. Hini árini hevur sum oftast verið nakað færri.

Fýra av málarunum arbeiða hjá Una Zachariasen, meðan hinar seks hevur Uni biðið afturat sær til hesa uppgávuna.

-Tað er kortini ikki allir sum eru málara. Ein er virkisleiðari og ein er vrakari. Men teir eru vanir at taka hond í, og tí hevur tað eisini gingið so væl.

-Samstarvið okkara millum hevur verið sera gott. Tað sama má eisini sigast um samstarvið við manningina.

Nú Norrøna er liðug málað, er Uni ikki arbeiðsleysur. Nógvar uppgávur liggja og bíða í Føroyum, men um hann verður eins heppin við veðrinum heima sum í Noregi er ilt at siga.