hondbóltsdyst, høvdu kollfirðingar skotið seg fram um, og hesa leiðslu hildu teir fast við allan hálvleikin. Seiunna umfarið helt góða gongdin við, og fleiri mundu helst trúgva, at tað hesa ferð skuldi eydnast [...] hjálpandi hond, og hann var skjótur at ásanna, at talan var um tvey góð stig at fáa, men at dysturin sum so ikki var nakað serligt. - Hatta var ein stak ringur dystur frá okkara síðu, og vit fingu so at [...] eiga eina betri lagnu uppiborna. Í nógvum av dystnum móti sterkaru liðunum hevur tað verið nær við og beint við síðuna av, men so at siga hvørja ferð hava teir mist móti endanum. Hildu í 50 minuttir Soleiðis
heitið Kom nú lítli mín og er eitt slag av framhaldi av Meg minnist eina mynd. Stílurin er tann sami, barnaløg innspæld av nýggjum av øllum teimum ekndastu og best umtóktu bólkunum og einstaklingum í Føroyum [...] Føroyum. Sekstan løg eru á fløguni og hon kemur at kosta 169,- kr. v/ mvg. Lítil ivi er um, at henda eins og tann fyrra fer at verða ein tann mest selda fløgan í ár, og man hon ikki eisini fara at liggja undir [...] undir mongum jólatræi jólaaftan? Útvarpið og Arena Music hava fingið nýtt samstarv í lag, so at Kom nú lítli mín er at fáa í heilsølu hjá Arena Music tlf. 19820 og fax 14955. Tey, ið luttaka á fløguni eru:
nýta fjølmiðlarnar. Og taka tær avleiðingar tað hevur við sær. Tað var tað eg gjørdi í nevndu grein og at eg var á góðari leið hava óteljandi heilsur frá sambandsfólki sannført meg um. Og tað man eisini vera [...] árum síðan við "at gera mítt ítasta at framprovokera formansskiftið og velja ein formann móti sínum vilja". Eg var ikki á landsfundi og hevði einki við uppskotið til formann at gera. Tvørturímóti, so ávaraði [...] vanlukkuliga úrslitið av valinum fyri Sambandsflokkin. Hetta er fallið Eilif Samuelsen fyri bróstið og ger hann seg tí til láturverja fyri fráfarandi formann m.a. við at leggja eftir mær við ósannindum
tendraðir til dystin, og fyrstu tjúgu minuttirnar var millum lítið og einki, sum skilti partarnar. Seinastu løtuna undan steðginum skrædnaði tó eitt sindur. Frá 9-9 broyttist støðan til 10-15, og so megnaði StÍF [...] nú aftur er um at koma á beint. Higartil í ár hava teir bæði heil- og hálvkiksað móti ávíkavist KÍF og H71, og higartil hevur tað kostað, at VÍF hevur skrætt seg leyst í oddinum. Hinvegin hevur spælið hjá [...] leiðsluna. Teir tóku eingi óráð fyri, og einsamallur megnaði Sveinur Justinussen ikki at høgga nóg nógvar bóltar í kassan, soleiðis at munurin kundi minkast. Aftur á beint Og so stendur greitt, at Kyndil nú
skuldi seta allar hinar so dyggiliga upp á pláss. Guli báturin leyp avstað, og tá ið hinir fóru niður á lunnarnar, høvdu teir orku og dirvi til umborð á Eysturoyingi at taka 20-30 spurttøk afturat. Tað bar [...] eisini, at tá ið bæði teir og vit fóru undir miðróðurin var tað skjótt, at vit fóru at taka okkum inn á hann aftur. Tá ið vit fóru um 1000 metra málið, lógu vit stavn um stavn, og so skilti eg tað soleiðis [...] frammanfyri Vestmenning, sum var gott og væl leysur av Nólsoyingi. Vágbingur, sum ikki luttók á Norðoyastevnu, bjóðaði seg fram hesa ferð. Enn er venjingarstøðan ikki góð, og Vágbingur var væl aftastur. Men
til 7-1 tapið fyrr í ár, so vóru teir í Esbjerg alt annað enn nøgdir um úrslitið. Esbjerg var nevnliga betra liðið í stórum pørtum av dystinum, men málmøguleikar teirra vóru kortini fáir í tali, og ístaðin [...] stórfelagnum, Borussia Dortmund, og skal metast eftir avrikinum móti Viborg, so skulu týskararnir als ikki rokna við nøkrum løttum dysti. FCK spældi snøgt sagt Viborg niður og norð ígjøgnum meginpartin av [...] av teimum 90 minuttunum, og megna teir at halda somu leikligu góðsku og ferð hósdagin, fer at standa heilt væl til. Hinvegin skulu teir í FCK helst savna tankarnir betri um uppgávuna, tí hóast stórspæl,
summarsteðgin til at taka leikarar frá teimum grønu. Hesa ferð vóru tað Bjarni Wardum og H71, sum vóru mótstøðumenninir, og aftur hesa ferð var tað Kyndil, sum var við undirlutan. Kyndil var longu frá byrjan [...] fekk móti Neistanum, og tað var rættiliga skjótt greitt, at tað vóru hoyvíkingar, sum vóru við yvirlutan. Teir hvítu vunnu seg at kalla alt fyri eitt nøkur mál fram um Kyndil, og hóast teir grønu royndu [...] hesum, og sjálvsagt kom tað teimum væl við, at teir fingu rættiliga nógv mál á hendan hátt, meðan kyndilsleikararnir vilja vera við, at fleiri av hesum vóru av tí heldur bíligari slagnum. Hvussu er og ikki
Óli Johannesen hevur verið føroyska umboðið í felagnum, síðani hann flutti úr AGF og Århus og til Keypmannahavnar og Hvidovre. Tað er púra greitt, at Óli Johannesen fer ikki at spæla við Hvidovre komandi [...] keypmannahavnarríi, halda teir yviri í Jyllandi. Farum og Køge skulu loysa Vejle og Lyngby av í superliguni. Farum rundaði av við at vinna við ikki minni enn 7?0 í Odense ímóti B1913. Køge megnaði ikki meiri [...] spælararnar hava verið skornar eftir seinastu árini. Flestu spælararnir leita eftir øðrum feløgum, og tað ger Óli Johannesen eisini. Sambært Óla sjálvum er hann ikki í realitetssamráðingum við nakað felag
síðani høvdu uppgivið alla vón um at vinna Neistan aftur. Snøgt sagt, so vórðu teir út- og niðurspældir hesa løtuna, og mest av øllum mundu leikararnir vera foyir um avrikið, tá teir fóru til hálvleiks. Eitt [...] at vinna samanlagt, men tað langt frá tí, og so til at geva seg fullkomuliga yvir, so sum hovyíkingarnir gjørdu. Helst hava orðini verið stór í hálvleikinum, og í øllum førum samdust teir í H71 um, at teir [...] fyri æruni ? og tá Neistin so samstundis hevði lagt seg mest sum afturá í tryggu leiðsluna, so tók munurin skjótt at minka. Fyrstu løtuna eftir steðgin minkaði munurin úr 20-10 niður í 21-19, og brádliga sansaði
fyri B36, og hesuferð var tapið 8-2. 23 mál farin inn í tveimum dystum, og tað er alt ov mikið. Tapið seinasta vikuskifti fekk avleiðingar, tá venjarin Kestutis Latoza varð sagdur úr starvi, og nú taka tveir [...] Sigurin var ruddiligur, og støðan var 8-2, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. GÍ stevnir beinleiðis móti tindunum í føroyskum fótbólti. Sunnudagin vunnu teir sín sætta sigur á rað, og alt bendir á, at gøtumenn [...] longu hevur spælt á útivølli móti HB, VB og KÍ, meðan teir hava vunnið á B36 í Sarpigerði. Hesir eru nakrir av teimum torførastu dystunum í landskappingini, og úrtøkan hevur verið 100%. GÍ ? FS Vágar 8-2