Esbjerg fekk ikki hjálpt

Hóast teir høvdu greiða leikliga yvirvág, so megnaðu teir í Esbjerg ikki at skala oddalðnum úr Brøndby, sum tykist hava sett beina kós móti meistaraheitinum

 

Superliga

Christian Høgni Jacobsen sat allar 90 minuttirnar á beinkinum, tá Esbjerg á heimavølli sunnudagin mátti taka til takkar við einum 2-0 tapi fyri Brøndby.

Hóast hetta var ein stór betran í mun til 7-1 tapið fyrr í ár, so vóru teir í Esbjerg alt annað enn nøgdir um úrslitið.

Esbjerg var nevnliga betra liðið í stórum pørtum av dystinum, men málmøguleikar teirra vóru kortini fáir í tali, og ístaðin kundi Peter Madsen við tveimum málum í fyrra hálvleiki avgera dystin.

Tíðliga í seinna hálvleiki fekk Brøndby-keikarin, Aurelius Skarbalius, reyða kortið, men hóast teir soleiðis vóru ein fleiri seinastu trý korterini, so megnaðu teir á heimaliðnum ikki at skapa stórt annað enn eitt stórt trýst við eftirfylgjandi rúgvu av hornaspørkum.


FCK í hopla

Hósdagin skal FCK royna seg ímóti týska stórfelagnum, Borussia Dortmund, og skal metast eftir avrikinum móti Viborg, so skulu týskararnir als ikki rokna við nøkrum løttum dysti.

FCK spældi snøgt sagt Viborg niður og norð ígjøgnum meginpartin av teimum 90 minuttunum, og megna teir at halda somu leikligu góðsku og ferð hósdagin, fer at standa heilt væl til.

Hinvegin skulu teir í FCK helst savna tankarnir betri um uppgávuna, tí hóast stórspæl, so var tað um reppið, at FCK ikki fekk fulla úrtøku úr dystinum.

Hóast hópin av møguleikum, so var tað ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at FCK fekk hol á, og tá Christian Poulsen og Lønstrup so høvdu syrgt fyri eini tvey mála leiðslu, var kortini um reppið, at stigini vórðu tveitt fyri borð.

Viborg minkaði um munin við máli frá australiumanninum, Sasha Petrovski, og beint undan dystarloki smekkaði sami leikari til, men lukkutíð fyri FCK brast bólturin á tvørtræið.


Silkeborg vann

Sigurin førdi við sær, at FCK lyfti seg eitt pláss á stigatalvuni, tí sera óvæntað vann Silkeborg á AaB, tá liðini hittust í Silkeborg.

Ein Silkeborg sigur hevur vanliga ikki verið so óvanligur, men liðið, sum seinastu 10 árini hevur havt ein leiklut í danska fótbóltsoddinum, hevur staðið seg av skriðjuni til í ár, og eru teir klárt niðasta liðið í løtuni.

Annars vann AGF seg upp um niðurflytingarstrikuna, tá teir vunnu greiðan útisigur á Vejle, meðan AB vann á útivølli móti Lyngby í einum heldur linligum dysti.

Seinasti dysturin í 16. umfarinum varð leiktur í Odense mánakvøldið, men hetta var so eftir evstamark okkara.