Sigur í vánaligum líkindum

H71-Kyndil 27-22 (14-9):

Talan gjørdist ongan tíð um tað stóra leikliga upplivilsi, tá H71 og Kyndil dystaðust mikukvøldið

 

Hondbóltur


Kyndil skuldi aftur mikudagin dystast móti eitt av liðunum, sum hevur nýtt summarsteðgin til at taka leikarar frá teimum grønu. Hesa ferð vóru tað Bjarni Wardum og H71, sum vóru mótstøðumenninir, og aftur hesa ferð var tað Kyndil, sum var við undirlutan.


Kyndil var longu frá byrjan skert, tí Janus Einar Sørensen ikki er komin seg eftir skaðan, sum hann fekk móti Neistanum, og tað var rættiliga skjótt greitt, at tað vóru hoyvíkingar, sum vóru við yvirlutan.

Teir hvítu vunnu seg at kalla alt fyri eitt nøkur mál fram um Kyndil, og hóast teir grønu royndu at muta ímóti, so hildu hoyvíkingarnir alla tíðina fast um munin. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skrædnaði so veruliga, tá Kyndil ikki fekk mál í knappar 10 minuttir, og so var bara eftir hjá H71 at koyra sigurin heim.


18 brotskøst

Eitt, sum sermerkti dystin, var, at óvanliga nógv brotskøst vórðu dømd. Tað skilst eisini á lagnum, at talan til tíðir var um rættiliga hart spæl.

Akkurát hvussu rætt tað var við øllum brotskøstunum, eru partarnir tó eitt sindur misjavnir á málið um. Hoyvíkingar fingu tey flestu av hesum, og sjálvsagt kom tað teimum væl við, at teir fingu rættiliga nógv mál á hendan hátt, meðan kyndilsleikararnir vilja vera við, at fleiri av hesum vóru av tí heldur bíligari slagnum.

Hvussu er og ikki við hesum, so stendur tó fast, at hoyvíkingar framvegis hava fullar úrtøku, hóast spælið ikki hevur verið nakað at reypa um. Tað kann sum so heldur ikki væntast, nú eitt at kalla nýtt lið verður koyrt inn, men tað er helst bert ein spurningur um tíð, áðrenn veruligt glið kemur á hjá teimum, og so verður spennandi at síggja, hvussu langt teir fara at røkka hetta kappingaríð.


Dysturin í tølum:

H71-Kyndil 27-22 (14-9)

Málskjúttar:

H71: Halgir Dahl Olesen 6(2), Bjarni Wardum 6(2), Finnur Hansson 5(4), Petur Rosbach 4, Janus M. Joensen 2, Olaf Vestergaard 2(1), Jonny Durhuus 1, Anfinn N. Debess 1

Kyndil: Jónleif Sólsker 9(2), Høgni Klein 7(1), Josef Abrahamsen 2, Hanus Kúrberg 2, Ragnar Simonsen 1, Regin Johannesen 1

Brotskøst: H71 14, Kyndil 4

Útvísingar: H71 4, Kyndil 5

Diskvalifikatión: Kyndil 1 (3X2 minuttir)

Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Jústines Justinussen.