Eftir tað sera væleydnaða tiltakið Meg minnist eina mynd hevur Útvarp Føroya tikið stig til at framleiða aðru fløguna í røðini.
Nýggja fløgan hevur heitið Kom nú lítli mín og er eitt slag av framhaldi av Meg minnist eina mynd. Stílurin er tann sami, barnaløg innspæld av nýggjum av øllum teimum ekndastu og best umtóktu bólkunum og einstaklingum í Føroyum.
Sekstan løg eru á fløguni og hon kemur at kosta 169,- kr. v/ mvg.
Lítil ivi er um, at henda eins og tann fyrra fer at verða ein tann mest selda fløgan í ár, og man hon ikki eisini fara at liggja undir mongum jólatræi jólaaftan?
Útvarpið og Arena Music hava fingið nýtt samstarv í lag, so at Kom nú lítli mín er at fáa í heilsølu hjá Arena Music tlf. 19820 og fax 14955.
Tey, ið luttaka á fløguni eru:
1) Hjartnar - Kom nú lítli mín (H.A. Djurhuus/Sanna Restorff/J. á R. Joensen/Bernhard Brim/J. Kalsoy( Ltr. Hjarnar
2) Kim Hansen - Barnalyndið (Ingun Simonsen) Ltr. Kim Hansen/J. á R. Joensen
3) Kjølar & Laila Carlsen ? Ein genta fór í bøin (A. Andreasen/Danskt lag) Ltr. Kjølar
4) James Olsen ? Pippi Smokkuleggur (Astrid Lindgren/Georg Reidel) Ltr. James Olsen/J. á R. Joensen
5) Millum Frændur ? Far lítli útum eina løtu og spæl (Finnbogi Ísakson/Sámal Petersen) Ltr. Millum Frændur
6) Malan Thomsen ? Klútadukkan (A. Andreasen/Kurt Larsen) Ltr. FInnur Hansen
7) Mark No Limits ? Torvatrøllið (K. M. Samuelsen) Ltr. Mark No Limits
8) Tøgn ? Í búri (J. H. O. Djurhuus/J. Waagstein) Ltr. Eyðfinn Jensen
9) Diatribes ? Pulvurheksin Karmarina (A. Andreasen/Ungarskt lag) Ltr. Diatribes
10) Hinar ? Havnardalur (Rói Patursson/Lars Trier/ Annika Hoydal) Ltr. Unn Patursson
11) Jazz Oasis & Vinir ? Grøni bilur (Oskar Hermannsson(Svenn Brimheim) Ltr. Edvard Debess
12) Róin Siggertsson ? Bimm Bamm Babbi (A. Andreasen/Hans Henrik Ley) Ltr. Róin Siggertsson
13) Tested On Humans ? Hulduríma (Steingrím Weihe/Annika Hoydal) Ltr. Mark Joensen
14) Elin Heinesen ? Hákunardrongur (A. Andreasen/O. Jacobsen) Ltr. Elin Heinesen
15) Pauli Magnussen ? Nú koyra vit í bussi (A. Andreasen/Trad.) Ltr. Pauli magnussen
16) Visible Fish ? Í barnagarði (C.J. Jensen/H. Johansen) Ltr. Visible Fish.









