Hvidovre og Óli skiljast

Feløgini hjá øllum trimum føroyingunum, sum hava spælt í næstbestu donsku deildini, halda fram í deildini

1. DEILD DANMARK

Hvidovre hevur verið føroyska felagið í næstbestu donsku deildini síðsta hálva annað árið. Óli Johannesen hevur verið føroyska umboðið í felagnum, síðani hann flutti úr AGF og Århus og til Keypmannahavnar og Hvidovre.
Tað er púra greitt, at Óli Johannesen fer ikki at spæla við Hvidovre komandi kappingarár. Hvidovre hevur ikki pengar at skriva nýggjar sáttmálar eftir somu treytum, sum avtalurnar við spælararnar hava verið skornar eftir seinastu árini. Flestu spælararnir leita eftir øðrum feløgum, og tað ger Óli Johannesen eisini. Sambært Óla sjálvum er hann ikki í realitetssamráðingum við nakað felag í Danmark.
Um hann ikki fær sáttmála við nakað felag í Danmark ella okkurt felag aðra staðni í útlandinum enn í Danmark, so er ein møguleiki fyri, at Óli fer at leita sær heimaftur á klettarnar. Serliga á Tvøroyri verður nógv tosað um henda møguleikan, og kenslunum hjá Óla fyri barndómsfelagnum bila avgjørt einki, men tað er heilt víst, at um tað gongst, sum Óli vil, at tað skal ganga, so verður tað ikki nakað føroyskt felag, sum eftir summarsteðgin fer at fáa ágóðan av liðformanninum á landsliðnum.
Óli var á liðnum, tá Hvidovre sunnudagin spældi síðsta dystin í hesum kappingarárinum. Tað gjørdu teir á heimavølli ímóti Randers Freja. Atli Gregersen var á liðnum hjá Randers, sum vann 3?1 ímóti Hvidovre.
Óli hevur verið darvaður av skaða síðstu tíðina. Tí hevur hann ikki havt serliga góðar umstøður at gera vart við seg sjálvan. Tað, sum hann í løtuni hevur mest brúk fyri, er at binda frið og harvið at koma fyri seg aftur.
Tað var langt síðani greitt, at Skive skuldi flyta niður. Sunnudagin varð greitt, at hitt liðið, sum skal flyta niður, er Kolding. Teir flyta niður, sjálvt um teir í síðsta umfarinum vunnu 3?2 á heimavølli ímóti grannunum úr Fredericia, sum hava Johan B. Hansen á liðnum.
At sigurin hjá Kolding ikki var nóg mikið til at varðveita plássið í næstbestu deildini komst av, at B93 og Brønshøj á Eysturbrúgv spældu 1?1. Javnleikurin hevði við sær, at bæði liðini ? undan síðsta umfarinum vóru tey bæði í niðurflytingarvanda ? varðveita plássið. Hetta luktar eitt sindur av keypmannahavnarríi, halda teir yviri í Jyllandi.
Farum og Køge skulu loysa Vejle og Lyngby av í superliguni. Farum rundaði av við at vinna við ikki minni enn 7?0 í Odense ímóti B1913. Køge megnaði ikki meiri enn 3?3 á heimavølli ímóti FC Aarhus.