um vit fyrst viðgjørdu spurningin alment og harnæst skipaðu eitt alment/privat oljufelag, sum kanska var í tráð við ta uppskotið, sum Oljuráðleggingarnevndin skjeyt upp á sinni! Nevniliga at vit fingu [...] fingu eitt felag, sum fekk optión ? var borið víðari ? saman við teimum loyvum, sum verða givin! Harvið læstu vit okkum ikki føst í samarbeiði við eitt ávíst útlendskt samtak. Vit hava ikki patentloysnina [...] ella sum tikið verður til: nú búskapurin fær fleiri bein at standa á ? nú oljan er í eygsjón ? hevur tað verið okkara vón, at vit fingu orðaskiftið í samfelagnum uppá á eitt hægri støði, tvs. at vit við
borgarlig og konservativ fólk, sum umboða alla ta føroysku tjóðina á fólkatingi. Sum útgangspunkt átti tað at verið so, at annað av hesum fólkunum umboðaði ta stóru fjøld av veljarum, sum ikki velur borgarligt [...] høgravongin og hin vinstravongin. Veljararnir eiga tí sum minstamát at vraka annað av verandi umboðum. Nakað annað er so, at vit hava brúk fyri tveimum fólkum, sum kunnu umboða Føroyar á ein ikki bert greiðan og [...] fáa nakað skilagott burtur úr persóni, sum alla tíðina skapar sær fíggingarmyndir og longu frammanundan hevur avskrivað øll menniskju, sum ikki hugsa og tosa sum hann sjálvur! Óli Breckmann er føroyska
spurningunum, sum í dag leika á og sum fara at gera seg galdandi, eru nettup mál, sum viðvíkja viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Heimastýrislógin er hálvthundrað ár, og hetta verður helst eisini ein partur [...] fram bara fyri at brúka hesi sum valagn. At tingmenn komandi tíð fara at brúka tingið sum valforum. Hesin samfelagsfrøðingurin hevur uttan iva grein í sínum máli, tí soleiðis sum støðan sær út í løtuni við [...] at reka nakað sum helst slag av realpolitikki á Føroya løgtingi. Allur tann politiski leikpallurin er løddur til val. TAÐ er sjálvandi eisini rætt at taka eitt val uppá tað tíðarskeið, sum er farið og uppá
alt henda ? eisini tað, at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin fara við sigrinum. Nú um dagarnar frættist um tveir politikarar, sum høvdu leitað sær heimaftur. Tann fyrri var Finnbogi Arge, sum aftur hevur [...] høvdu roknað við at skula atkvøtt til løgtingsvalið fyri fólkatingsvalið, so er veruleikin tann, at vit um tvær vikur hava valt tvey nýggj føroysk umboð á Fólkating. Í Føroyum er dysturin um fólkatingsmenninar [...] tvey tey seinastu valini hevur hann verið valdur á ting fyri Sambandsflokkin, men í 1990 var hann eisini á listanum hjá Fólkaflokkinum, men valdi heldur Sambandsflokkin. Í gjár frættist so, at Tjóðveld
útgjaldið verður í mun til inngjaldið. HETTA merkir, at tey, sum hava bestu inntøkuna í arbeiðsárum, eisini skulu fáa mest í ellisárum. Fólk, sum ikki hava so nógv vinnuligt arbeiði, t.d. í smábygdum, fáa [...] lutfalsliga stórt. Hetta var eisini orsøkin til, at landsstýrismaðurin í almanna-málum, Vilhelm Johannesen, í áttatiárunum lat uppskot gera um eina samhaldsfasta eftirlønarskipan, sum Løgtingið samtykti. »S [...] at skipanin skal hava ábøtur. Inngjaldið má eisini hækkast, so útgjaldið verður størri. Á hinum nógnum hevur Fólkaflokkurin skotið upp eina »Fólkatrygging«, sum ikki byggir á samhaldsfesti, solidaritet.
undirtøku frá øllum flokkum sum kolvetnislógin. Niðurstøðan eftir 2. viðgerðer, at allir flokkar taka undir við broytingunum, sum Vinnunevndin hevur gjørt. Tó hevði løgmaður, sum umsitur oljumál, nakrar [...] samtíðis sum vit menna eina oljuvinnu. Mál av principiellum týdningi fyri alla hesa tjóð og tess framtíð eiga ikki at vera fyrisitingarmál hjá einum tilvildarligum landsstýrismanni er niðurstøðan, sum tingmenn [...] plássið ella hesi bæði plássini verða útgerðarhavnirnar. Hetta kann so eisini gera, at vit fáa eina desentralisering av oljumenningini, sum uttan iva fleiri í hesum landi síggja fram til. Hetta er einki lætt
broyttar umstøður. Og tað kundi verið gjørt, so vit sleppa undan einum bakkasti afturat. Men verður ein freist sett afturat, so skal hon haldast! MEN tað, sum vit sakna, er eina kanning, hvussu raksturin sær [...] gongdin er eisini í samljóð við ynskið hjá flestu føroyingum um at reka vinnuna uttan avlagandi stuðul. Í ØLLUM førum er ikki rætt at lata stuðul fyri at hava ein órentablan og kanska eisini ov stóran flota [...] HETTA fer fyrst og fremst at raka Suðuroynna, har teir flestu djúpvatnstrolararnir eru skrásettir. Eisini fer hetta at raka Vágar og Norðstreymoy. MEN tað kemur ikki óvart. Íløgustuðulin skuldi vera í gildi
okkum aftur um brekku, sum vit hava víst á áður á hesum stað. TAÐ er rætt at vit taka okkum saman longu nú, seta okkum inn í viðurskiftini, kunna okkum og fáa ta neyðugu vitanina, so vit ikki eru við undirlutan [...] oljufelagið er vónandi aftur eitt dømi um, at vit eru um at rakna við aftur, eftir bakkastið vit fingu, og at vilji og orka er í føroysku vinnuni, eisini at royna nýggjar leiðir. ENN er fullkomiliga ógreitt [...] upp. Men er olja, og vit fáa eina oljuvinnu, so liggur størsta avbjóðingin fyri framman. OG tað er ikki bara ein dansur á rósum. Eftir stuttari tíð verður føroyska samfelagið, sum vit kenna tað í dag, broytt
hesum eina oljufelagnum, hvat tá vit øllum hinum oljufeløgunum, sum vit fegin síggja koma henda vegin at gera íløgur! Vit eiga ikki forða hvørki føroyingum ella útlendingum, sum vilja brúka pengar og orku í [...] enn, at vit skulu hava føroysk oljufeløg eftir sama leisti. Løgmaður, sum umsitur oljumál, hevur lagt stóran dent á eitt alment føroyskt oljufelag. Herfyri hoyrdu vit um eitt privat oljufelag, sum hevði [...] Hetta hendir um somu tíð, sum aðrir føroyingar saman við útlendingum hava skrásett eitt oljufelag og skulu til at tekna partapening. Tvs. at vit her hava tvey oljufeløg, sum skulu til at útvega milliónir
og nú eisini er farið undir aftur gamla siðin at taka fyrst børn og evnaveik og nú eisini kvinnur av døgum. VIT liva í einum demokratiskum samfelag, har vit øll hava loyvi at halda og siga tað vit vilja [...] borgarar, sum hava framt brotsverk. Tað er nakað, sum bæði Hægstirættur og nógvir av statunum gera uttan at blunka. TAÐ nýggja er tó, at hetta sokallaða siviliseraða landið, hetta landið, sum altíð er frammi [...] GUDS OWN COUNTRY. SOLEIÐIS dámar amerikanarum at kalla sítt egna land. Guds egna land. VIT vóru mong, sum komu til hugs alt annað enn Guds egna land, tá boðini frættust tíðliga mikumorgunin um, at staturin