TAÐ mundi koma óvart á mong, at Nyrup skrivaði út fólkatingsval nærum hálvt ár, áðrenn valskeiðið gongur út. Spurningurin er nú, um tað eisini fer at koma óvart á okkum, tá og um løgmaður ger av at skriva út val til løgtingið nakrar mánaðir, áðrenn valskeiðið gongur út!
LØGTINGSVAL eigur at verða í juli, men tað er neyvan hugsandi, at løgmaður fer at bíða til tá. Hann hevur sagt, at hann fer helst at skriva út val til at vera í mei ella juni. Spurningurin í dag er so tann, um hetta ikki er ov seint eisini!
NÚ um dagarnar segði ein samfelagsfrøðingur við blaðið, at best hevði verið um løgmaður skrivaði út val at vera sum skjótast. Víst varð á, at tað líkist ongum, um tingmenn nú fara at brúka høvið til at leggja tinguppskot fram bara fyri at brúka hesi sum valagn. At tingmenn komandi tíð fara at brúka tingið sum valforum. Hesin samfelagsfrøðingurin hevur uttan iva grein í sínum máli, tí soleiðis sum støðan sær út í løtuni við einum fólkatingsvali fyri framman, so verður torført at reka nakað sum helst slag av realpolitikki á Føroya løgtingi. Allur tann politiski leikpallurin er løddur til val.
TAÐ er sjálvandi eisini rætt at taka eitt val uppá tað tíðarskeið, sum er farið og uppá tey stóru málini, sum annars leika á í samfelagnum. Tí er rætta høvið at taka valið nú tíðliga árinum, helst longu í apríl. Tá kanst tú so eisini siga, at fólkatingsvalið er ein náttúrlig upphiting og byrjan til sjálvt løgtingsvalstríðið.
TAÐ er ikki rætt at samantvinna hesi valini, men kortini er greitt, at tey í nógvum førum eru skild. Tvs. at fleiri av spurningunum, sum í dag leika á og sum fara at gera seg galdandi, eru nettup mál, sum viðvíkja viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Heimastýrislógin er hálvthundrað ár, og hetta verður helst eisini ein partur av valstríðnum. So tað vildi kanska verið heilt náttúrligt og rætt, at vit í kjalarvørrinum á einum fólkatingsvali fáa eitt løgtingsval. Tí skal tað vera okkara áheitan á løgmann um sum skjótast at skriva út val til løgtingið.