til ummælis tann 27.5.98 við freist at koma við viðmerkingum til 15. juni 1998. Sostatt hevur gongd verið í málinum allatíðina og avgerð á kærumálinum kann væntast innan 1. juli 1998. Tú spyr eisini um eg [...] aðrar meira almennar lógir - skal stýrið umsita uppgávurnar, sum eru lagdar til stovnin. Harnæst er tað landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, sum sambært stýrisskipanaðarlógini, yvirfyri løgtinginum [...] sum eisini Arbeiðsloysisskipanin er ein partur av. Sum landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum er tað skylda mín, at syrgja fyri at uppgávurnar verða røktar sambært teim lógum, ið løgtingið hevur givið
árini, metir stjórin kortini ikki at tað rættiliga kann samanlíknast við tíðina síðst í áttatiárunum. - Síðstu tíðina hava einir 10 mans verið í arbeiði, men tá ið tað var mest at gera vóru vit einir 14 [...] kreppan kom dalaði virksemið niður í einki, og í eini tvey ár lá tað heilt deytt. Tað byrjaði síðani spakuliga aftur og er vaksið til tað sum er í dag. Aðalstein metir, at teir hava nóg mikið at gera í [...] hava gjørt royndartúrar við bátunum, og alt hevur víst seg at virka sum tað skal, sigur Aðalstein. - Nú er bara eftir at fáa alt tað leysa umborð, so sum bjargingarútgerð og annað sum krevst, áðrenn AWI-33
flokkinum í seinastuni. ? Tað hevur ikki verið nakað friðarligt forum í seinastuni, sigur hann um sambandsflokkin. Ósemjan stendur um hvørja linju flokkurin skal halda. ? Tað hevur verið eitt ávíst rák í flokkinum [...] afturgongd, men tá ein hugsar um tað rumbli sum var, so eru seks tinglimir ikki so galið kortini, sigur Petur Ellefsen Trupulleikar við disiplinini Men hann viðgongur at tað hava verið trupulleikar við disiplinini [...] liggja fyri framman, skulu vit taka samgonguskjalið fyri fult. Friður í tingbólkinum Men hóast tað sá út til at tað rillaði undir formanninum góðar fimm vikur undan valinum, so var valúrslitið óiva ein sigur
úr einum møguleika, og spenningur kom í aftur dystin. Avgerandi málið í dystinum var eisini tað vakrasta, og tað stóð Áki Mørk fyri. Áki hevur eitt sera gott skot, og hann hevur eisini skorað beinleiðis [...] málhorninum. GÍ-málverjin stóð nakað uttarlaga, men tað er ivasamt, um hann hevði kunnað tikið skotið kortini. B36 er í løtuni í miðjuni av deildini, men tað er ikki langt upp til oddaliðini í eini kapping [...] sum sær út til at gerast rættiliga spennandi. Ofta hava 1. deildarspælarar verið niðri á 2. deild og vent, men hesaferð vóru tað so at siga bert unglingaspælarar, sum mannaðu liðið. GÍ-liðið er ein blanding
at førarin koyrdi við kenning, men tá teir høvdu tosað við hann vísti tað seg, at hann ikki var greiður yvir, at hann hevði verið við í einum ferðsluóhappi. Leygardagurin og sunnudagurin vóru annars púra [...] stóð og veitraði uppi á landi. Bæði Spógvin og Nim vóru heilt tætt við og sigldu beinavegin á staðið. Tað vísti seg tó at vera so mikið ókyrt í sjónum, at Spógvin ikki slapp inn undir land og tí fóru tveir [...] av sjúkrahúsinum aftur. Báturin, ein seksæringur, var heimahoyrandi í Eysturoynni. Ein maður hevði verið til útróðrar og var á veg aftur til lands, men var sovnaður. Lukkutíð fyri mannin klárnaði hann av
dans høllini fríggjakvøldið. Ikki færri enn eini 750 fólk vóru í dansi tað kvøldið og talan var mest um tað eldra ættarliðið. Tað einasta sum hendi hetta kvøldið var, at ein maður varð tikin fyri at koyra [...] serligt og í støðaðust fólk ikki so væl uttandura. Tað var turt, tá súkklukappingin byrjaði og tí var nakað av fólki samankomið. So byrjaði at regna og tað regnaði líka til kappróðurin var av. Leygarkvøld [...] g sum sigur, at hetta var ein av friðarligastu stevnum í nógv ár. Stevnan byrjaði hóskvøldið, men tað kvøldið var sum eitt vanligt hóskvøld hjá løgregluni í Klaksvík. Fríggjakvøldið var stórdansur í Klaksvík
uttan fyri TB-brotsteigin. Tað varð tikið skjótt, meðan TB-verjan fekk sær ein blund, og púra leysur kundi Jákup á Borg leggja heimaliðið á odda 3-0. Og fýra minuttir seinni var tað Allan Manai, sum við eini [...] spældi Allan Manai úti í vinstru síðu. Og tað merktist als ikki, at landsliðsspælarin og liðskiparin ikki var við ? til tess var munurin á liðunum alt, alt ov stórur. Tað var bert ein spurningur um stødd Tvørámenn [...] eftir hørðu byrjanina, men tað var framvegis B36, sum hevði fult tamarhald á, og dysturin var longu avgjørdur. Spurningurin var nú bert, hvussu stórur sigurin skuldi vera. Tað mundi blivið 5-0, tá Jákup
oljufelag á stødd við Saga. Felagið arbeiðir eitt nú í USA, har m.a. í Alaska, og tað hevur áhugamál í Algeria, har tað arbeiðir saman við feløgum sum Mærsk Olie og Gas og Lasmo. [...] Fyrrapartin vitjaðu tey trý oljufeløgini, Saga, Total og Anadarco. Hesi hava, sovítt Sosialurin skilur tað, gjørt av at skipa seg sum oljusamtak á føroyska økinum við Saga sum operatøri. Seinnapartin var enn [...] i bert ynsktu at presentera seg, nú Føroyar hava fingið ein landsstýrismann í oljumálum burturav. Tað nýggja í hesi vitjan er so eisini, at nógv bendir á, at eitt vit fyrsta dagin fara at fáa eitt nýtt
seg eitt sindur snýttar aftan á dystin í Leirvík leygardagin. B71 hevði verið á odda 1-0 stóran part av dystinum og hevði verið nær við at økt um leiðsluna, men í seinastu minuttunum javnaði LÍF til 1-1 [...] hendi ikki tað stóra framman fyri málunum í dystinum. B71 stýrdi tí mesta av spælinum, uttan at talan var um veruliga yvirvág. Sandoyingar komu á odda hampuliga tíðliga í fyrra hálvleiki, og tað var sum ikki [...] og hava sagt sína hugsan um dómaran. Við trýstigsskipanini kunnu javnleikir ikki brúkast til tað stóra, men tað er kortini ikki langt upp til toppin hjá hvørki LÍF ella B71 eftir dystin leygardagin. Komandi
heldur ikki hevur riggað sum fyrr. ? Vit hava ikki fingið vongspælið at koyra, og tað hevur jú verið tað, sum hevur verið ein av styrkjunum hjá GÍ seinastu árini. Sunnudagin spældi Magni Jarnskor úti í høgra [...] deildarfótbólt. ? Nú kann tað bert ganga ein veg, heldur Pauli Jarnskor, sum er ein av veteranunum á GÍ-liðnum í dag. ? Tað er eitt sindur løgið, tí undir venjing er alt sum tað plagar, og geisturin er stórur [...] móti Sumba var GÍ klárt omaná, men høvuðstrupulleikin hevur í ár verið, at liðið fær ikki mál. At GÍ hevur ein álopstrupulleika, hevur verið greitt rættiliga leingi, men trupulleikin tóktist vera loystur