Nógv fólk á stevnu

Tað var Norðoyastevna um vikuskiftið og tí kundi roknast við, at onkur bardagi fór at standast av tí, men har hendi einki. Alt gekk fyri seg á fyrimyndarligan hátt

Fyrsta summarstevnan er farin aftur um og løgreglan í Klaksvík situr eftir við eini døgnfrágreiðing sum sigur, at hetta var ein av friðarligastu stevnum í nógv ár.

Stevnan byrjaði hóskvøldið, men tað kvøldið var sum eitt vanligt hóskvøld hjá løgregluni í Klaksvík.

Fríggjakvøldið var stórdansur í Klaksvík.

Gomlu gubbarnir úr »The Faroe Boys« hava enn einaferð tikið ljóðførini framaftur og teir spældu til dans høllini fríggjakvøldið.

Ikki færri enn eini 750 fólk vóru í dansi tað kvøldið og talan var mest um tað eldra ættarliðið.

Tað einasta sum hendi hetta kvøldið var, at ein maður varð tikin fyri at koyra við kenning. Hann var tikin við á støðina og blóðroynd er tikin av manninum. Hann frættir nærri seinni.

Leygardagin var kappróður og tá vóru nógv fólk í Klaksvík.

Veðrið var einki serligt og í støðaðust fólk ikki so væl uttandura.

Tað var turt, tá súkklukappingin byrjaði og tí var nakað av fólki samankomið. So byrjaði at regna og tað regnaði líka til kappróðurin var av.

Leygarkvøld verður vanliga skipað fyri midnáttarsamkomu og so var eisini hesaferð.

Nógv fólk vóru komin saman fyri at hoyra midnáttarrøðuna hjá Zachariasi Hammer og fyri at síggja fýrverki lýsa Klaksvíkina upp.

Men tá midnáttarsamkoman var av fóru tey yngru í dans meðan tey eldru fóru aðrastaðni og so var ikki so nógv fólk eftir í býnum.

Sunnudagurin var púra friðarligur.

Løgreglan í Klaksvík sigur annars, at teir hava havt nakrar liggjandi gestir nú stevna hevur verið.

Síðan fríggjadagin hava 6 mans yvirnáttað á løgreglustøðini tí teir høvdu fingið ov nógv innanborða. Teir seinastu fóru tó út aftur sunnumorgunin.