Klokkan 16.45 seinnapartin fríggjadagin fekk løgreglan í Havn boð um, at ein bátur hevði siglt á land við Stongina, eystantil á Nólsoynni.
Ein bátur sum lá einar 3-400 metrar úr Stongini boðaði Spógvanum frá, at nógv sprek og annað lá í sjónum og at ein maður stóð og veitraði uppi á landi.
Bæði Spógvin og Nim vóru heilt tætt við og sigldu beinavegin á staðið.
Tað vísti seg tó at vera so mikið ókyrt í sjónum, at Spógvin ikki slapp inn undir land og tí fóru tveir mans av Nim eftir manninum í gummibáti.
Klokkan 17.05, ella tjúgu minuttir eftir at Spógvin hevði fingið fráboðanina, var maðurin komin umborð á gummibátin hjá Nim.
Nim sigldi beina leið til Havnar har maðurin varð lagdur inn á landssjúkrahúsið til kanningar.
Hann hevði tíbetur ongan skaða fingið og er sloppin av sjúkrahúsinum aftur.
Báturin, ein seksæringur, var heimahoyrandi í Eysturoynni. Ein maður hevði verið til útróðrar og var á veg aftur til lands, men var sovnaður.
Lukkutíð fyri mannin klárnaði hann av brestinum og hann megnaði at svimja einar 70 metrar fyri at koma upp á land.
Haðani fekk hann samband við bátin, sum lá stutt úr landi og á tann hátt fingu teir samband við Vaktar- og Bjargingartænastuna og løgregluna.
Av løgregluni siga teir annars, at vikuskifti var sera friðarligt í høvuðsstaðnum. Norðoyastevna var um vikuskiftið og tað merktist í Havn.
Eitt lítið ferðsluóhapp var. Ein bilur rendi á ein annan bil, men móti øllum skilið steðgaði bilførarin ikki.
Hetta gjørdi at løgreglan fekk mistanka um at førarin koyrdi við kenning, men tá teir høvdu tosað við hann vísti tað seg, at hann ikki var greiður yvir, at hann hevði verið við í einum ferðsluóhappi.
Leygardagurin og sunnudagurin vóru annars púra friðarligir í Havn.