Fyri umleið trimum vikum síðani varð tann fyrsti av teimum trimum nýggju AWI-33 bátunum hjá AWI Boats Service sjósettir. Síðani eru hinir báðir vorðnir sjósettir við eini viku ímillum.
- Vit hava gjørt royndartúrar við bátunum, og alt hevur víst seg at virka sum tað skal, sigur Aðalstein.
- Nú er bara eftir at fáa alt tað leysa umborð, so sum bjargingarútgerð og annað sum krevst, áðrenn AWI-33 bátarnir fara til Grønlands við fraktskipi 20. juni.
25 bátar til Grønlands
- Vit hava gjørt rættiliga fitt burturúr fyri at koma inn á marknaðin í Grønlandi, men tað vísir seg at taka tíð, sigur Aðalstein, stjóri í felagnum.
- Tað eru einir 25 bátar seldir til Grønlands, og vit hava eisini onkran sáttmála liggjandi haðani.
Aðalstein er væl nøgdur eisini at vera komin inn á Grønlendska marknaðin, men hann er kortini varin at leggja ov nógv í hann. Hann er eitt ískoyti til tað, sum annars er, heldur Aðalstein.
Royna eftir svartkalva
- Tað eru mest privatpersónar sum bíleggja bátar. Hesir tríggir bátarnir, sum nú fara til Umanakk og Upernavik, skulu allir nýtast til svartkalvaveiðu. Onkrir av teimum undanfarnu hava eisini verðir nýttir at reina eftir svartkalva.
- Í AWI-33 bátunum eru tríggjar koyggjur, og tað ber til at vera leingi úti. Báturin lastar eini 20.000 pund og teir fiska uppí, áðrenn teir koma inn at selja.
AWI-33 bátarnir kosta 1,6 mill. kr. hvør. Fíggingin er annars nógv lættari í Grønlandi í mun til í Føroyum, sigur Aðalstein. Peningastovnarnir fíggja ikki so nógv, men heimastýrið veitir sera góða fígging.
AWI Boats Service
komið fyri seg aftur
Hóast virksemið á AWI Boats Service er vaksið seinnu árini, metir stjórin kortini ikki at tað rættiliga kann samanlíknast við tíðina síðst í áttatiárunum.
- Síðstu tíðina hava einir 10 mans verið í arbeiði, men tá ið tað var mest at gera vóru vit einir 14 - 15 mans.
- Men tá ið kreppan kom dalaði virksemið niður í einki, og í eini tvey ár lá tað heilt deytt.
Tað byrjaði síðani spakuliga aftur og er vaksið til tað sum er í dag. Aðalstein metir, at teir hava nóg mikið at gera í dag.
AWI Boats Service byrjaði í Danmark fyrst í sjeytiárunum, og fyrst í áttatiárunum byrjaðu teir í Føroyum.
Umframt AWI-33 bátin so framleiða teir eisini AWI-27 og Aqua Star-33 bátar.
Sjógóðir bátar
Tá ið Aðalstein sjálvur skal greiða frá dygdini í AWI-bátunum, vísir hann beinavegin á, at teir eru sjógóðir bátar, tað eru nógvir møguleika við bátunum og so siga teir eisini við hampiligari ferð. AWI bátarnir við 10 míl, meðan Aqua Star-33 er ein skjóttgangandi bátur við 18 míla ferð.