GÍ í kreppu

Fótbóltur: GÍ hevur bert vunnið ein av seks dystum

Tað hevur gingið stak illa í hond hjá GÍ higartil í ár, og liðið, sum vann føroyameistaraheitið fýra ár á rað frá 1993 til og við 1996, er í tí óvanligu støðu at vera á 9. plássi, nú ein triðingur av landskappingini er lagdur afturum.

Av teimum seks dystunum, gøtumenn hava spælt, hava teir bert vunnið ein ? á Svangaskarði móti B68, og tann sigurin var so lítil sum gjørligt, nevniliga 1-0. Annars er tað blivið til ósigrar móti VB heima og NSÍ og HB úti, meðan heimadysturin móti KÍ og nú seinast útidysturin í Sumba eru endaðir við javnleiki.

Í dystinum móti Sumba var GÍ klárt omaná, men høvuðstrupulleikin hevur í ár verið, at liðið fær ikki mál.

At GÍ hevur ein álopstrupulleika, hevur verið greitt rættiliga leingi, men trupulleikin tóktist vera loystur, tá Søren Skov Jørgensen kom til landið. Men danski áleyparin hevur verið smáskaddur ein part av landskappingini, og sunnudagin varð hann útvístur.

Liðið hjá GÍ er annars ikki so ólíkt tí, sum vann FM-heitið fýra ár á rað. Men nakrir lyklaleikarar vanta kortini. Jens Martin Knudsen er farin til Íslands at verja málið hjá Leiftur, Símun Petur Justinussen spælir av egnum vilja nú við 2. deild, og John Petersen spælir nú við B36.

Og at GÍ hevur trupult við at koma yvir missin av hesum trimum, sæst aftur á stigatalvuni. Í verjupartinum hevur Samson Nesá klárað væl at fylt holið eftir Símun Petur, og Sunnvard Joensen er als ikki nakar vánaligur málmaður.

Men í álopinum gongur striltið. Í Sumba var tað verjuspælarin Poul Ennigarð, sum skeyt einasta málið hjá GÍ í dystinum.

Ungir menn sum Leivur Hansen og Magni Jacobsen eru so smátt farnir at gera seg galdandi á liðnum, men teir eru enn nakað óroyndir til 1. deildarfótbólt.

? Nú kann tað bert ganga ein veg, heldur Pauli Jarnskor, sum er ein av veteranunum á GÍ-liðnum í dag.

? Tað er eitt sindur løgið, tí undir venjing er alt sum tað plagar, og geisturin er stórur, sigur hann og vísir á, at vongspælið heldur ikki hevur riggað sum fyrr.

? Vit hava ikki fingið vongspælið at koyra, og tað hevur jú verið tað, sum hevur verið ein av styrkjunum hjá GÍ seinastu árini.

Sunnudagin spældi Magni Jarnskor úti í høgra borði, hóast hansara besta pláss er mitt á miðjuni. Plássið úti i høgru síðu er annars vanliga heimabeitið hjá Rúna Justinussen, sum eisini var partur av væl samanspældu GÍ-eindini, men hann breyt beinið í fjør, er enn ikki komin heilt fyri seg og har stendur eitt hol eftir honum og gapar.

Hóast Sumba hevur verið framman fyri GÍ heilt frá fyrsta umfari av, kann javnleikur á Krossinum ikki metast sum nøktandi fyri gøtumenn, sum nú hava spælt fýra dystir í 1. deild uttan at vinna.

Tað var nógvur vindur í Sumba sunnudagin, og tað ávirkaði spælið heilt nógv. Tað bar illa til at fáa nakað skipað fótbóltsspæl í gongd, og vindurin hevði betri tak á spælarunum, enn spælararnir høvdu á vindinum.

GÍ hevði vindin undan í fyrra hálvleiki, og tað var hálvur tími spældur, tá gøtumenn uppiborið løgdu seg á odda. Málið kom eftir hornaspark, har bólturin eftir trunkaspæl endaði hjá Poul Ennigarð, og hann takkaði fyri tilboðið.

Leiðslan helt sær kortini ikki leingi. Bert seks minuttir seinni elvdi ein misskiljing í GÍ-verjuni til, at Jan Poulsen slapp at standa púra óvardur, og hann skallaði útjavnandi málið inn.

Í seinna hálvleiki hevði Magni Jarnskor ein góðan møguleika at leggja GÍ fram um 2-1, men hann gav sær ov góða tíð, og so var tann kjansurin burturspiltur.

Sum heild vóru ikki teir stóru kjansirnir í dystinum. GÍ hevði yvirvágina, meðan Sumba ikki hevði tað stóra at bjóða uppá, men yvirvágin hjá útiliðnum elvdi ikki til so nógvar málkjansir.

Tvey reyð kort komu í dystinum, og bæði vóru donsk. Søren Skov Jørgensen bleiv áfastur við spælandi venjaran hjá sumbingum, Spasojé Biberdzic, og ein flúgvandi albogi merkti marsjordra til GÍ-áleyparan. Og Thomas Birch hjá Sumba fekk tvey gul kort í dystinum og noyddist tí eisini at rýma áðrenn tíð.

Sumbingar ognaðu sær enn eitt stig, og spádómurin um, at teir fóru at verða kanónføði í 1. deild, er langt síðani gjørdur til skammar. Teir hava fingið sjey stig higartil ? øll á heimavølli ? og liggja mitt á stigatalvuni. Sunnudagin skulu teir til Vágs, har lokaluppgerð verður móti VB.