landinum druknaðu tvey fólk. Men tað er ikki bara á okkara leiðum, at fólk kæra seg um summarið. Í Bretlandi hava bjargingarlið havt úr at gera aftan á nógvan vind og nógv regn, og tað sama er í Fraklandi [...] túsund danir, norðmenn og sviar eru rýmdir av landinum teir seinastu dagarnar suður í heitari lond at halda summarfrí. Í hesum londunum hevur hitin ligið ímillum 15 og 20 stig higartil í summar, og harafturat [...] elvt til fleiri skógareldar har suðuri í landinum. Eisini aðrastaðni Tað er heldur ikki bara í Evropa, at veðrið hevur verið ólagaligt í seinastuni. Í fleiri londum í Suðuramerika hevur kuldi kravt fleiri
Tórshavnar kommuna í 1974 fór at gera vegin úr Kaldbak til Hvítanes, fekk Tróndur starv hjá kommununi sum arbeiðsformaður. Tá arbeiðið við Kaldbaksvegnum varð liðugt, fór Tróndur at fáast við smærri arbeiði [...] vegaarbeiði. Hann arbeiddi hjá kommununi til hann var 70 ára gamal. Av frítíðarítrivum hjá Tróndi eru at nevna, at hann er virkin í dansifelag Kaggans. Eisini hevur hann seksmannafar og er ofta í fjørðinum. Eisini [...] síðan arbeiddi sum arbeiðsformaður hjá Tórshavnar kommunu. Hann kendi kloakkskipanina í býnum so væl, at hann var til stóra hjálp hjá teimum sum løgdu allar kloakkir og aðrar veitingar hjá kommununi inn á
nógvir bátar við í kappingini um fremsta plássið, at tað er mugu roknast at vera í hvussu so er tríggir potentiellir vinnarar, tá ið tað leygardagin fer at verða kappast í Runavík. Á veg fram við bryggjuni [...] 6-mannafør við kvinnum vunnu tær á Argjum, eftir at tær í Miðvági høvdu verið fremstar í Klaksvík. Í kappingini millum 5-mannafør við gentum tóku tær í Miðvági so at siga sigurin aftur. Blikur av Argjum vann
tons Martin sigur, at teir plaga at vera fýra mans til arbeiðis á bedingini, men í løtuni eru teir tríggir. - Vit taka skip og bátar upp, sum eru minni enn 100 tons. Hann vísir á, at tað mesta, teir takast [...] maðurin, sum legði teimum lag á í fríløtunum. - Um veturin er minni at gera, men um summarið er meira lív í á bedingini. Martin Olsen sigur, at Klaksvíkar Skipasmiðja ger lítið við maskinumvælingar, men teir
humanisman hoknar, har vitloysið fær rásarúm til at hóroyggja sær tvørtur um øll siðsemismørk í navni hins Hægsta hjá ymsum fólkasløgum. 12-talið gongur aftur í at kalla øllum trúarrætningum jarðar, so viðhongda [...] sum tey tólv portrini hjá egyptarum til undirheimin, har sólgudurin Ra býr, meðan nátt er, og ikki at gloyma Herodot, sum sigur okkum frá um12 gudar og gudinnur á Olympos og teir tólv titanarnar hjá Hesiod [...] Karl tí Stóra 12 pallatinarar - reiðmenn - og 12 riddarar um tað runda borðið, og so søgdu kinverjar, at heimur okkara kundi sundurbýtast í 12 greinar, og vit kristnu bera eisini 12-talið við okkum, eitt
verjuleikari var óheppin at beina bóltin í egið mál. Hetta gav alt fyri eitt B36 frið yvir spælið, og næstu trý korterini skolaðu álopini móti VB-málinum. Tað eydnaðist eisini at økja um leiðsluna, tá Óbi [...] innskifti Henning Joensen minkaði um munin. Málið kom tó ov seint, til at hetta veruliga gjørdi nakran mun, men tað skerst ikki burtur, at gestirnir kortini lætnaðu nakað um hjartað, tá dómarin bríkslaði fyri [...] álvara skuldi verða ein svartur dagur. Tí møguleikarnir trutu ikki hjá gestunum. Einasta forðingin var, at Marcin Dawy í VB-málinum enn einaferð stóð ein branddyst, har hann ferð eftir ferð togaði stórspælið
valt at gera Golf Plus sum enn eitt tilboð. Golf Plus er næstan 10 cm hægri enn tann vanligi Golfurin. Hóast Golf Plus sær nakað annarleiðis út, og er annarleiðis innrættaður, er eingin ivi um, at hann [...] og fram, soleiðis at man kann velja ímillum betri beinpláss aftan ella størri viðførisrúm. Við baksetrunum løgd niður er viðførisrúmið 1450 litrar. Á trygdarøkinum kunnu vit nevna, at umframt ESP (Electronic [...] Comfortline og Sportline. Síðuspeglini hava innbygd blunkljós. Í fyrstu atløgu verða fýra motorar at velja í millum, tveir bensin og tveir TDI diesel. Bensinmotorarnir verða: 1,4 litur við 75 hk, og 1
fólk. - Fólk vilja vera egin og tykjast at vera troytt av hópframleiðslu, tá tað ræður um eitt nú klæðir. Tey vilja fegin hava sín persónliga stíl, heldur enn at líkjast øllum hinum. Og tað vilja tey eisini [...] handlinum. Her hava fólk, sum annars sita heima og virka sínar lutir, høvi at sýna teir fram í eina tíð. Í løtuni eru hesar framsýningarnar at síggja í Listir: Else Gotved Jacobsen, vovnar myndir, Bergljót Jóg [...] dýrar. Fólk kunnu bíleggja vørurnar, tey síggja í handlinum. Her er tað avgjørt ein stórur fyrimunur, at tað eru listakvinnurnar sjálvar, sum reka handilin, tí á tann hátt kunnu tær greiða fólki frá vøruni
ákoyrdir Systemið virkar soleiðis, at sensorar eru settir í forkúfangaran, sum registrera tá ein fótgangari verður ákoyrdur. Tá gevur ein aktiveringsmekanisma boð um at aftari parturin av motorhjálminum [...] motorhjálmin og motorin, samstundis sum tað steðgar ferðini hjá fótgangaranum. Við at brúka "pop up" motorhjálmar fyri at tryggja fótgangarar, kunnu HIC-virðini (Head Injury Criteria) minkast við 40 prosentum [...] testunum, har teir flestu nýggju bilarnir nú fáa fimm stjørnur. Seinnu árini hevur nógv verið gjørt fyri at verja fótgangararnar, testir verða t.d. gjørdar við figurum í ymiskum støddum, alt frá smábørnum til
sá ikki út til, at talan skuldi gerast um nakran serligan málríkan dyst, tí málmøguleikarnir vóru fáir, og spælið fór fyri tað mesta fram á miðjum vølli. Tað var tí ikki heilt av leið, at tað stóð á jøvnum [...] ikki um støðuna, at teir fingu bæði málverjan og ein útileikara útvístan í seinna hálvleiki. FS Vágar økti um leiðsluna seinastu løtuna við málum frá Jákup Joensen og John Johansen, so at endaliga úrslitið [...] Vágamenn fingu eina góða byrjan upp á stríðið um aftur at vinna sær sess í bestu deildini, tá ið teir seinasta vikuskifti vunnu 4-1 á Royn á heimavølli. Hetta vikuskifti var mótstøðuliðið aftur úr Suðuroy