Motorhjálmurin verjir fótgangaran

Fleiri bilverksmiðjur hava í mong ár granska í, hvussu teir best kunnu verja fótgangarar, ið verða ákoyrdir. Eitt av úrslitunum eru "pop up" motorhjálmar, sum serliga verja høvdið, tá fótgangarar verða ákoyrdir

Bilarnir eru tryggir sum ongantíð fyrr. Tað sæst best á úrslitunum frá EuroNCAP (European New Car Assessment Programme) testunum, har teir flestu nýggju bilarnir nú fáa fimm stjørnur. Seinnu árini hevur nógv verið gjørt fyri at verja fótgangararnar, testir verða t.d. gjørdar við figurum í ymiskum støddum, alt frá smábørnum til vaksnar persónar.

Flestu vanlukkurnar, har persónar verða ákoyrdir, henda í økjunum kring býirnar, har ferðin er í meðal 40 km/t. Men hóast ferðin ikki er tann nógva, eru persónsskaðarnir mangan álvarsligir og lívshættisligir, serliga høvuðsskaðar.

Honda Motor Co. Ltd. hava í mong ár granska í, hvussu teir best kunnu verja fótgangarar, ið verða ákoyrdir. Nú hava teir so gjørt ein "pop up" motorhjálm, sum serliga verjir høvdið, tá fótgangarar verða ákoyrdir

Systemið virkar soleiðis, at sensorar eru settir í forkúfangaran, sum registrera tá ein fótgangari verður ákoyrdur. Tá gevur ein aktiveringsmekanisma boð um at aftari parturin av motorhjálminum lyftir seg umleið 10 cm upp. Hetta tryggjar meira pláss millum motorhjálmin og motorin, samstundis sum tað steðgar ferðini hjá fótgangaranum.

Við at brúka "pop up" motorhjálmar fyri at tryggja fótgangarar, kunnu HIC-virðini (Head Injury Criteria) minkast við 40 prosentum, vísa kanningar hjá Honda Motor Co. Ltd. HIC-virðini eru metingarstøði fyri høvuðsskaðar.

Týska Audi bilverksmiðjan arbeiðir t.d. við senrorum, sum skanna vegin framman fyri bilin, og motorhjálmum sum verja persónar, ið verða ákoyrdir. Ford samstarva eisini við "Autoliv" í Svøríki um eina líknandi skipan.

Krøvini til bilverksmiðjurnar vera alsamt strangari hesum viðvíkjandi, sum t.d. goymdir viskarar, bleytari forlyktir og bleytari kúfangarar.

Hvørt ár doyggja yvir 8.000 fótgangarar og súkklarar í ferðsluni í ES-londunum, samstundis sum umleið 300.000 verða skadd.