Tjørnunes á lítlu beding í Klaksvík

Bedingin hjá Klaksvíkar Skipasmiðju er eldri enn bedingin hjá Klaksvíkar Sleipistøð, hóast báðar hava sínar røtur tíðliga í farnu øld

Handverksvinna

Brunnbáturin, Tjørnunes, stendur í løtuni uppi á Klaksvíkar Skipasmiðju, sum lítla beding í Klaksvík verður rópt.
Tjørnunes er brunnbáturin hjá East Salmon. Hann er smíðaður hjá Brøðrunum Petersen í Fuglafiðri og longdur á Tórshavnar Skipasmiðju.
Á lítlu beding skal Tjørnunes sýnast og hava aksiltrekk, og eisini verður báturin pussaður upp, meðan hann stendur á bedingini.
Bjarnigarbáturin, Ziska, hevur eisini verið uppi á bedingini hjá Klaksvíkar Skipasmiðju, har hann er reinsaður og botnmálaður.
Ziska er júst farin av aftur bedingini.

Gomul beding
Bedingin hjá Klaksvíkar Skipasmiðju er eldri enn bedingin hjá Klaksvíkar Sleipistøð, hóast báðar hava sínar røtur tíðliga í farnu øld.
Tað vóru Kjølbro og Dávur í Gerðum, skipari, sum løgdu lunnar undir ta størru bedingina í 1928 og Aksel Olsen og brøður hansara, sum løgdu lunnar undir lítlu beding longu í 1919.
Aksel var sonur Húsa-Pól.
Bedingin hjá Klaksvíkar Skipasmiðju er nú í triðja ættarliði og maðurin, sum stendur aftanfyri bedingina í dag, er Martin Olsen.

Upp til 100 tons
Martin sigur, at teir plaga at vera fýra mans til arbeiðis á bedingini, men í løtuni eru teir tríggir.
- Vit taka skip og bátar upp, sum eru minni enn 100 tons.
Hann vísir á, at tað mesta, teir takast við á bedingini, er timburarbeiði, har timburskip verða umvæld.
Sjálvur er Martin útbúgvin skipstimbrari, og tá ið norðoyingar settu Dragan í stand, var hann maðurin, sum legði teimum lag á í fríløtunum.
- Um veturin er minni at gera, men um summarið er meira lív í á bedingini.
Martin Olsen sigur, at Klaksvíkar Skipasmiðja ger lítið við maskinumvælingar, men teir hava nógv aksiltrekk og annars uttanduraarbeiði við bátar og smærri skip.