Hondbóltur
Mikukvøldið varð útsetti dysturin millum Neistan og KÍF leiktur. Sum tølini siga, so endaði alt við einum knúsandi tryggum heimasigri, men leingi var tó als ikki líkt til, at munurin skuldi gerast somikið stórur.
Fyrsta góða korterið ella so fylgdust liðini sera væl, men seinastu løtuna undan steðginum fekk KÍF tó ikki fylgt við. Serstakliga dugdi Blagoje Buha væl at skapa trupulleikar fyri KÍF verjuna, og i seinna hálvleiki var skjótt greitt, at hann nú var um at gerast rættiliga heitur. Kollfirðingar vórðu alt fyri eitt settir undir stórt trýst, og á máltalvuni bara vaks munurin. Um miðjan seinna hálvleik fór tað at líkjast veruligum sorli, tá Neistin skoraði heilar seks ferðir á rað, men so varð ferðin tó sett nakað niður, soleiðis at kollfirðingar hóast alt fingu pyntað nakað um, tó at talan á ongan hátt gjørdist um nakað heiðurligt úrslit.
Og við sigrinum fekk Neistin helst staðfest, at teir so avgjørt ætla at gera nógv um seg í oddinum í ár. Saman við grannunum úr Kyndli eru teir á odda í deildini, og so er spurningurin, hvørt teir eisini megna at halda fast um hesa støðu. Komandi dysturin verður nevnliga ímóti meistarunum úr StÍF, og teir hava so ikki ráð at missa nakað, um teir framhaldandi skulu halda fast í oddinum. Kollfirðingar skulu tá spæla móti VÍF, og tó at vestmenningar hava sítt at stríðast við, so kann tann dysturin undir ongum umstøðum roknast sum ein av teimum løttu.
Dysturin í tølum
Neistin-KIF 38-25 (17-12)
Málskjúttar
Neistin: Dragisa Stojovic 11(1), Blagoje Buha 10, Áki Mørk 5, Ragnar Stakksund 3, Helgi Michelsen 3, Helgi Justinusen 2, Finnur Petersen 1, Ári Rouch 1, Birgir Kass 1, Karl Oddmar Rasmussen 1
KÍF: Damir Oros 6, Gert Hansen 5, Petur Martin Poulsen 4, Jónálvur Johannesen 3, Mirko Milenkovic 2, Regin Petersen 2, Sune Davidsen 2(2), Hallur Hansen 1
Brotskøst: Neistin 1, KÍF 2
Útvísingar: Neistin 2, KÍF 1
Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen