Nú góð 30 ár eftir at fyrsti VW Golf sá dagsins ljós í Wolfsburg í 1974, kemur ein heilt nýggjur og spennandi Golf Plus á marknaðin í vár.
Hóast Golf Plus sær nakað annarleiðis út, og er annarleiðis innrættaður, er eingin ivi um, at hann er ein VW Golf.
VW Golf hevur øll árini verið leiðarin í sínum klassa, og tá fleiri av kappingarneytunum gera nógv burturúr rúmligheit og liðiligari innrætting, hava Volkswagen so valt at gera Golf Plus sum enn eitt tilboð. Golf Plus er næstan 10 cm hægri enn tann vanligi Golfurin.
Instrumentborðið er nýtt, og kabinan er annarleiðis innrættað. Baksetrið kann flytast aftur og fram, soleiðis at man kann velja ímillum betri beinpláss aftan ella størri viðførisrúm. Viðførisrúmið kann broytast frá 395 til 505 litrar. Við baksetrunum løgd niður verður viðførisrúmið 1450 litrar.
FSI og TDI motorar
Á trygdarøkinum kunnu vit nevna, at umframt ESP (Electronic Stabilisation Program) og seks airbag hevur Golf Plus LED-baklyktir, og hann kemur eisini at fáast við bixenon-forlyktum, ið snara við, tá bilførarin snarar rattinum.
Eins og Golf verður Golf Plus eisini gjørdur í útgávunum Trendline, Comfortline og Sportline. Síðuspeglini hava innbygd blunkljós.
Í fyrstu atløgu verða fýra motorar at velja í millum, tveir bensin og tveir TDI diesel.
Bensinmotorarnir verða: 1,4 litur við 75 hk, og 1,6 litur FSI við beinleiðis innspræning og 115 hk, og turbodiesel motorar verða: 1,9 litur TDI við 105 hk, og 2,0 litur TDI við 140 hk. Seinni koma aðrir motorar við í skránna. Allir motorarnir lúka tey strongu EU4-krøvini til umhvørvisvernd.
Golf Plus kemur á danska og føroyska marknaðin í vár, so enn er ov tíðliga at siga nakað um prís.










