Listir góða byrjan

Tær fimm kvinnurnar, sum reka nýggja handilin Listir, eru væl nøgdar við gongdina higartil. Nógv fólk hava vitjað frá byrjan, og tað merkist væl, at ferðafólk eru komin til landið

Tað gongur strúkandi hjá nýggja listahandlinum Listir í Bøgøtu í Havn. Handilin, sum selur ymisk heimavirkað listahandverk, lat upp fyri góðum tveimum mánaðum síðani. Líka frá byrjan hava fólk sýnt handlinum stóran áhuga, og nú støkka eisini alsamt fleiri ferðafólk inn á gólvið
Persónligur stílur
Tað eru tær fimm, Árna Helmsdal, Jóna Dalsgarð, Guðrið í Stórustovu, Hildur Hermanssen og Elspa Petersen, sum reka Listir. Tær virka allar sjálvar ymisk listahandverk, sum tær eisini sita og arbeiða við í handlinum, so tey vitjandi kunnu fylgja arbeiðsgongdini. Tær hava sjálvar sniðgivið lutirnar, sum í fyrsta umfari bert verða framleiddir í fáum eintøkum. Og júst hetta tykist vekja stóra áhugan millum fólk.
- Fólk vilja vera egin og tykjast at vera troytt av hópframleiðslu, tá tað ræður um eitt nú klæðir. Tey vilja fegin hava sín persónliga stíl, heldur enn at líkjast øllum hinum. Og tað vilja tey eisini gjalda fyri, sigur Jóna Dalsgarð, sum tó ikki heldur lutirnir í handlinum vera dýrar.
Fólk kunnu bíleggja vørurnar, tey síggja í handlinum. Her er tað avgjørt ein stórur fyrimunur, at tað eru listakvinnurnar sjálvar, sum reka handilin, tí á tann hátt kunnu tær greiða fólki frá vøruni niður í minsta smálut, sigur Jóna.
Ein av føstu táttunum í Listir eru tær skiftandi gestaframsýningarnar í handlinum. Her hava fólk, sum annars sita heima og virka sínar lutir, høvi at sýna teir fram í eina tíð. Í løtuni eru hesar framsýningarnar at síggja í Listir:
Else Gotved Jacobsen, vovnar myndir, Bergljót Jógvansdóttir, turrikløð úr ymsum tilfari, Elisabeth Ellingsgaard, glarlist, Elin Lindenskov, plantulitað tógv og sápur úr nátúrtilfari og Bjørg Mohr Andersen, málningalist.