Tað vóru feløgini í miðstaðarøkinum, sum fingu stig, og tað vóru tey í útjaðaranum, sum einki fingu. Høvuðsstaðurin og Eysturoy mugu metast sum miðstaðurin í Føroyum. Í 1. deild í fótbólti er hetta økið [...] helst. Teir vóru meistarar í 1997, og teir vunnu steypakappingina bæði í 1997 og í 1998. Í Europa Cup hava teir m.a. spælt ímóti Croatia Zagreb, jugoslaviskum snillingum, sum B68 í 1993 fekk ein dyggan lúsing [...] staðið seg væl í Gundadali ímóti havnarliðunum. Um NSÍ komandi ár fyri fyrstu ferð skal fáa møguleikan í Europa Cup velst nógv um avrikini næstu vikurnar, tí eftir vitjanina í Gundadali fáa teir í Runavík vitjan
Framtíðin hjá Gladys lá ikki í lærarastarvinum í milliónabýnum Manilla. Hon hevði leingi havt hug at ferðast út í heim at uppliva okkurt annað. Í 2000 var hon tríggjar mánaðir í Svøríki og vitjaði familjurnar [...] arbeitt sum lærari í fimm ár, flutti hon til Manilla, har hon við stuðli frá fólki úr Svøríki fekk høvi at lesa tónleik í tvey ár, og síðani fekk hon bjóðað starv í stórari evangeliskari kirkju í Manilla. Kirkjan [...] líka sterkt í báðum londum. Tað búgva eisini nógvir filipinarar í Føroyum, og teir halda líka væl saman, sum føroyingar gera, tá teir eru uttanlands. Gladys hevur fleiri filipinskar vinkonur í Føroyum, og
Ingvør Nolsø er ein av kvinnuligu veteranunum í føroyska vinnulívinum og undagongukvinnu í kvinnurørsluni í Føroyum. At kvinnur ikki síggjast aftur í leiðslunum í vinnulívinum er sum so onki nýtt. Hvørki her [...] kvinnuligi stjórin í føroysku fiskivinnuni er sølustjórin á Kósavirkinum í Klaksvík. Ognarleysur samfelagsbólkur. ? Skulu vit royna at grund-geva fyri, hví kynsbýtið í ovastu leiðsluni í fiskivinnuni er so [...] stjórar ella virkisleiðarar í ali- og fiskivinnuni. Og ikki óvæntað vísa tølini, at hóast ein stórur partur av arbeiðsmegini í fiskivinnuni er kvinnur, sæst hetta ikki aftur í teimum leiðandi størvunum.
málverjan í annað borðið og bóltin dygst inn við stólparótini í hinum borðinum. KÍ trupulleikar í verjuspælinum Beinanvegin í seinna umfarinum sást, at B68 var sinnað at leggja meiri fyri í royndunum at [...] annars var ein brandur í miðverjuni, tøvdi eitt sindur og í staðin fyri at skumpa bóltin út av vøllinum í høgru royndi at snýta Eyðun Klakstein. Tað miseydnaðist, Eyðun setti ferð á inn í brotsteigin, eingin [...] 99 ára føðingardagsbarnið úr Klaksvík við stórum og í 1. hálvleiki mælskum fylgi vitjaði á Svangaskarði, har heimaliðið spældi av øllum alvi fyri at varðveita møguleikan í hvussu so er at røkka Europa
fyri at sleppa upp í part aftur í álopinum. Hetta er gott fyri liðið, og tað kennist aftur í kvalitetinum í venjingini, sigur Heðin á Lakjuni. Yvirvág í Vági Leygardagin vann KÍ 4-1 í Vági. Heimaliðið minkaði [...] Fótbóltshýrurin kundi verið betri í Klaksvík, enn hann er tað í løtuni! Sjálvandi fegnast klaksvíkingar og norðoyingar um, at tað gongur sum eftir ánni hjá fótbóltsflaggskipinum, sum hevur vunnið 27 stig [...] liðnum í 1995, og hann var við til at vinna FM í 1999. KÍ hevur ikki vunnið FM síðani tá. -Vit fegnast um gongdina higartil. Men vit halda bæði beinini á jørðini. Nú hava vit frí inntil mánadagin í næstu
næmingar úr seks flokkum í framhaldsdeildini vórðu spurdir. Tveir flokkar úr skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, tveir úr Eysturskúlanum í Havn og tveir úr Tvøroyrar skúla luttóku í kanningini. Allir 179 n [...] á Torginum í SMS er støðan meira álvarslig. Her er framsýning sett upp, sum vitnar um størsta ræðuleika í mannasøguni, nasisman og týningin av jødunum undir seinna heimsbardaga. Næmingarnir í 2.Ð, sum ganga [...] málsligu deild í Studentaskúlanum í Hoydølum, hava seinastu vikurnar lagt seinastu hond á verkið. Fráðgreiðingarnar eru væl kryddaðar við myndum av øgiligum einaræðisharrum, niðurundirkomnum jødum í týningarlegunum
veikastu í samfelagnum, og lít á míni orð, tað eru nógv fátæk fólk í USA. Aðru ferð í Føroyum Hetta er aðru ferð, at Taff er í Føroyum, og honum dámar væl áhoyrararnar í her. - Fólk liva við í tónleikinum [...] tveimum døtrum. Russ Taff verður at hoyra fríggjakvøldið í Kelduni í Skálavík, leygarkvøldið í høllini á Hálsi og sunnukvøldið í KÍ-høllini í Klaksvík. [...] trúgvin hevur ávirkað mín hugburð og hjálpt mær almikið í tí dagliga. Tí er tað natúrligt, at hetta gerst miðdepilin í mínum tónleiki. Tónleikurin snýr seg í høvuðsheitum um Jesus, sigur Russ Taff. Tónleikurin
róðrarøkjunum í landinum, tá havt verður í huga, at veður, vindur og streymur hava meiri at siga í kappróðrinum, enn teir hava í nakrari aðrari ítróttargrein. Verður viðgjørt Hannis Joensen, formaður í RSF, hevur [...] rør við Nevinum Reyða í ár, at hann helt at talið á kappróðrum átti at verið økt. Nú verður kappast í seks FM kappingum. Martin helt, at talið átti at verið hækkað, og hann vísti í tí sambandinum á, at [...] teir skulu rógva í Klaksvík. Hetta heldur hann vera sera áhugavert. Hannis Joensen sigur, at eitt uppskot er komið til Róðrarsambandið um at hækka talið á FM kappingum úr seks og upp í sjey, og at uppskotið
teir ungu dreingirnir fara í læru ístaðin fyri at koma í skúla, sigur Sámal í Skorini. Men hetta er eitt afturvendandi mynstur, heldur rektarin. Tá tíðirnar eru góðar, er tómligt í skúlanum, og tá tíðirnar [...] er fult á skúlanum. Sámal í Skorini sigur, at talið á næmingum er ikki fallið orsakað av skúlanum í Hoydølum. Tað kundi annars verið, at valt varð heldur at fara í skúla í høvuðsstaðnum enn úti á bygd [...] ungu ikki tíma í skúla. Eftir 10 ár í fólkaskúlanum velja tey heldur at fáa sær arbeiði, har tey kunnu forvinna pening. ? Ein ung genta kann fara við eitt nú Næraberg og forvinna upp í 25-30.000 krónur
viðurskifti, sum hava tikið seg upp í sambandi við kappingina í ár. - Uttan at fara niður í smálutir, so kann eg bara siga, at í nógvar mátar tykist skipanin av kappingini í nógvar mátar at vera sera amatøragtig [...] Súkkling Tað var í fjør summar, at stóra føroyska súkklukappingin fór av barkastokki triðja árið á rað, og tað var eisini í fjør, at rok tók seg upp um reglurnar í kappingini. Eitt rok, sum at enda førdi [...] so meldaði eg meg til longu í vetur. Kappingin er skipað soleiðis, at talið av luttakarum er avmarkað, og tí ræður um at siga frá í góðari tíð. Og eg vildi so ikki standa í teirri støðu, at eg var ov seinur