Fótbóltshýrurin kundi verið betri í Klaksvík, enn hann er tað í løtuni! Sjálvandi fegnast klaksvíkingar og norðoyingar um, at tað gongur sum eftir ánni hjá fótbóltsflaggskipinum, sum hevur vunnið 27 stig burtur úr tíggju teimum seinastu umførunum, og sum er farið í summarfrí við eins nógvum stigum og oddaliðið.
Tað er ikki so galið, tá ið havt verður í huga, at úrtøkan eftir fimm umfør var trý stig! Tað, sum KÍ fjeppararnir iðra seg um, er, at tað nú er summarsteðgur í landskappingini. Seinnu árini hevur tað ofta víst seg at vera striltið hjá KÍ at koma í gongd aftur eftir summarsteðgin!
Heðin á Lakjuni er aldursforseti á KÍ liðnum. 34 ára gamli vongverjin er einasti spælarin, sum er farin um tey tríati. Hann var fyrstu ferð á besta liðnum í 1995, og hann var við til at vinna FM í 1999. KÍ hevur ikki vunnið FM síðani tá.
-Vit fegnast um gongdina higartil. Men vit halda bæði beinini á jørðini. Nú hava vit frí inntil mánadagin í næstu viku. Tá fara vit undir fyrireikingarnar til tólv teir síðstu dystirnar. Vit fokusera á eina avbjóðing í senn, og tann fyrsta verður á nýggja heimavøllinum hjá TB um tríggjar vikur. Vit vita, at tað verður torført, men gongdin higartil hevur borið sjálvsálit við sær til ungu menninar, og í eyðmýkt og við arbeiðssemi rokna vit við møguleikanum, at tað ber okkum til at vinna, sigur Heðin á Lakjuni.
Hvussu er hetta liðið sammett við tað í 1999?
-Tað árið vóru allir sinnaðir at renna nógv, og allir orkaðu væl. Tá høvdu vit onkrar, sum skaraðu framúr, eitt nú Kurt Mørkøre, men hesa ferð er breiddin væl størri, enn hon nakrantíð hevur verið. Vit sóu tað í Vági leygardagin, tá ið Álvur F. Christiansen, sum hevur verið fastur á høgra vongverja nógvu tær seinastu ferðirnar, var leikbannaður. 19 ára gamli Jóhan Jacobsen varð settur inn, og hann spældi sera væl. Rudolf Eliasen og Gunnar Christiansen, sum báðir vóru við 1. deild leygardagin, hava eisini røkt tað plássið í ár, so tað er stór kapping.
Kennir tú teg tryggan á liðnum?
-Eingin kennir seg eiga plássið. Ísak Simonsen var vongverji í vinstru í fleiri dystum, og hann var sera sannførandi. So tað ræður um at spenna seg út og vera tendraður og fokuseraður. Onnur dømi eru miðvallararnir Heðin Klakstein og Ivan Joensen, sum hava spælt væl, tá ið teir hava fingið møguleikan, men sum ikki hava verið millum teir fyrstu ellivu so ofta. Sørmund Kalsø var góður miðverji, men nú er John Hammer á plássinum, og hann hevur staðið seg væl. Sjálvandi stríðist Sørmnd fyri at vinna plássið aftur, og Bárður J. Heinesen kempar fyri at sleppa upp í part aftur í álopinum. Hetta er gott fyri liðið, og tað kennist aftur í kvalitetinum í venjingini, sigur Heðin á Lakjuni.
Yvirvág í Vági
Leygardagin vann KÍ 4-1 í Vági. Heimaliðið minkaði um munin í síðsta minutti. Jón Krosslá Poulsen stútaði bóltin í málið eftir innlegg. Hetta var bara fjórða málið hjá FC Suðuroy, sum framvegis eigur fyrsta sigurin til góða.
KÍ legði ikki so stóran dent á verjupartin síðstu løtuna. Tað kann vera, at teir bláu hugsaðu um at økja um leiðsluna og harvið at vera oddalið í landskappingini í summarsteðginum.
Nú er EB/Streymur frammanfyri. Bæði liðini hava 30 stig, men málmunurin hjá EB/Streymi er +11, og hjá KÍ er hann +9.
-Vit hava ofta havt trupulleikar í Vági. Eitt nú taptu vit 2-1 í 1999, sum vit umrøddu í áðni. Leygardagin høvdu vit vindin ímóti í 1. hálvleiki, tá ið Henry Heinesen skoraði til 1-0. Eg legði horna innfyri úr høgru, Páll Klettskarð snittaði bóltin við høvdinum, og við aftara stólpan skoraði Henry. Tíðliga í 2. hálvleiki var eg heppin við langskoti. Bólturin fór inn við nærra stólpanum, og so kendist tað bara sum um, hvussu stórur sigurin fór at verða. Innskifti Heðin Klakstein og Páll Klettskarð við brotssparki, sum varð framt ímóti honum, staðfestu stórsigurin, greiðir Heðin á Lakjuni frá.
Marginalirnir eru við
Saman við Heðini á Lakjuni eru Hjalgrím Elttør, Andras Gango og Andy Olsen veteranarnir, sum hava verið í bestu deildini í nógv ár. Hinir eru allir yngri, men Heðin vísir á, at teir eru ikki púra óroyndir. -Tað kennist gott, at tað eru so nógvir lokalir á liðnum. Teir eru heldur ikki púra óroyndir, tí teir flestu hava verið við tvey tey seinastu árini og onkrir meiri enn so. Vit eru allir svangir at vinna, og vit hava arbeitt fyri tí, tá ið dystirnir síðstu løtuna hava koppað okkum til fyrimunar. Ímóti t. d. B36 og ÍF varð sagt, at vit vóru hepnir, men vit stríddust fyri tí, og sigrarnir eru ikki komnir púra burtur úr ongum. Tað bar úrtøku við sær, og tað kennist ógvuliga gott, og vit gleða okkum til avbjóðingarnar, sum bíða fyri framman.










