Kvinnur onga atgongd til veiðuloyvini

Fiski- og aliloyvisskipanin er ein stongdur heimur fyri kvinnur. Tí áttu politikarar at havt umhugsað eina kynskvotering av loyvunum, áðrenn skipanin varð sett í gildi. Hetta hevði ikki minst komið alivinnuni til góðar, nú hon meir enn nakrantíð hevur brúk fyri øðrvísi hugsunarhættum og nýggjum kreftum.
Hetta kom millum annað fram á Kvinnuráðstevnuni seinasta leygardag

Kvinnurnar hvørva úr hagtølunum, tá vit nærkast leiðslunum í føroyska vinnulívinum. Spurningurin er, um tað er, tí tær ikki halda seg framat, ella tí vinnan er skipað á ein slíkan hátt, at dyrnar meir ella minni eru stongdar fyri kvinnunum.
Ingvør Nolsø, leiðari á reklamuvirkinum Stephanssons Hús og Marita Rasmussen, samskipari av fiskivinnugranskingini, umboðaðu føroyska vinnulívið á Kvinnuráðstevnuni á Hotel Hafnia leygardagin.
Ein kvinna á toppinum ?
Ingvør Nolsø er ein av kvinnuligu veteranunum í føroyska vinnulívinum og undagongukvinnu í kvinnurørsluni í Føroyum.
At kvinnur ikki síggjast aftur í leiðslunum í vinnulívinum er sum so onki nýtt. Hvørki her heima ella aðrastaðni, minti Ingvør á. Og tað er eyðsæð, at okkurt má broytast fyri at venda skeivu gongdini. Tann áhugaverdi spurningurin er, um tað er vinnan ella kvinnan sum skal broytast, helt Ingvør, sum í síni tíð sjálv tók málið i egnar hendir og stovnaði sítt egna reklamuvirki.
? Í Danmark stovna kvinnur oftast sítt egna virki, tí tær vilja sleppa at arbeiða annaleiðis.
Tær uppfata ofta siðbundnu fyritøkurnar sum snævurskygdar, hierarkiskar, konservativar og nógv merktar av maktspæli. Við at stovna sína egnu fyritøku, kunnu tær laga hana eftir sínum egnu virðum, sum eru øðrvísi enn tey í fyritøkum, sum eru stýrdar av monnum. Og okkurt bendur á, at tað júst eru hesi virðini, nógvar fyritøkur hava brúk fyri. Ein kanning fyri og onnur eftir vísir nevniliga, at ein kvinna á toppinum, merkir eitt gott úrslit í botninum.
Skapið netverk!
? Okkurt bendir sostatt á, at tað er vinnulívið og ikki kvinnurnar, sum skulu broytast. Ikki tí kvinnurnar eru lýtaleysar. Tær áttu millum annað at lagt seg nógv meir eftir at skapa eitt sínamillum netverk, soleiðis sum mannfólkini altíð hava gjørt tað. Tað hava tær ikki gjørt, og tí standa tær veikari, serliga í hesum tíðum, har eitt sterkt netverk í vinnulívinum hevur alt at siga. Eitt sterkt netverk er ikki bara neyðugt. Tað fremur eisini ein serligan solidaritet, sum vit kundu ynskt okkum at sæð meir av millum kvinnur í føroyska vinnulívinum, segði Ingvør Nolsø.
Bert ein kvinnuligur stjóri
Marita Rasmussen hevur nógvar royndir frá føroysku fiskivinnuni og er nýliga vorðin samskipari av allari granskingini á økinum.
Marita hevði kannað, hvussu nógvar kvinnur eru eigarar, stjórar ella virkisleiðarar í ali- og fiskivinnuni. Og ikki óvæntað vísa tølini, at hóast ein stórur partur av arbeiðsmegini í fiskivinnuni er kvinnur, sæst hetta ikki aftur í teimum leiðandi størvunum. Ongin kvinna situr í ovastu leiðsluni í alivinnuni, og ongin eigur skip ella er skipari. Ein ella tvær standa skrásettar sum reiðarar, men eru tað ivaleyst mest av navni. Heldur ikki á fiska- ella kryvjivirkum fann Marita nakran kvinnuligan eigara ella stjóra, men longur niðri á stiganum sóðust ikki so fáar kvinnur sum millum annað góðskuleiðarar og formenn.
Einasti kvinnuligi stjórin í føroysku fiskivinnuni er sølustjórin á Kósavirkinum í Klaksvík.
Ognarleysur samfelagsbólkur.
? Skulu vit royna at grund-geva fyri, hví kynsbýtið í ovastu leiðsluni í fiskivinnuni er so skeivt, er tað lætt at peika á, at kvinnur sera sjáldan søkja hesi størvini, segði Marita. Men tað er ikki einasta orsøkin. Veruleikin er, at fiskafyri-tøkur lýsa helst ikki ikki eftir fólki til tey leiðandi størvini. Tær leita heldur sjálvar eftir tí rætta persóninum við at brúka síni net-verk og spyrja seg fram.
? Ein onnur orsøk er, at í teimum loyvisavmarkaðu vinnunum, har flestu loyvini longu eru givin, er tað sera trupult at sleppa framat, um tú ikki hevur nógvan pening ella strategiskar samstarvsfelagar. Í hesum sambandi vísti Marita eisini til átøðið hjá norðmanninum Ottar Brox, sum hevur kannað avleiðingarnar av loyvisavmarkaðum skipanum. Hesin vísir á, at tey ungu og aðrir ognarleysir bólkar sleppa ikki upp í part í einastu lønandi vinnuni í nógvum strandalondum. Og kvinnur eru sum heild partur af teimum ognarleysu samfelagsbólkunum.
Kynskvotera loyvini.
Sum er, eru útlitini fyri at sleppa kvinnum framat í hesi vinnunni sostatt ógvuliga vánalig.
Vit hava eina politiska skipan, sum tryggjar okkum umboð úr øllum landinum, og ført hevur verið fram, at hendan skipan eisini átti at tryggjað báðum kynum somu atgongd til landsins leiðslu.
? Í prinsippinum ber tað væl til at flyta hendan hugsunarháttin yvir á loyvisavmarkaðu vinnurnar, bæði sum ein liður í bygdamenningini og fyri at tryggja báðum kynum somu rættindi til øll øki í okkara høvuðsvinnu. Men hetta áttu politikarar at havt hugsað um, áðrenn loyvisskipaninar vórðu settar í verk, tí tað ber ikki til at koma afturumaftur nú 10 ár seinni, uttan at tað fær víðfevndar avleiðingar, segði Marita.
? Um kvinnur við hóskandi førleikum vilja sleppa framat hesi vinnuni, kunnu tær bjóða seg fram sum strategiskir samstarvsfelagir saman við fyritøkum ella persónum, ið ætla at gera íløgur í hesa vinnur. Tað upplagt at gera tað beint nú, ið alivinnan liggur í andaleypi og kanska meir enn nakrantíð hevur brúk fyri fakligum førleikum, øðrvísi hugsunarhættum og nýggjum eldhugaðum kreftum, helt Marita Rasmussen.